Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Bogi Olsen vinnur HM í inniróðri Til HM í inniróðri, sum verður róð í Boston í USA, vinnur Bogi Olsen úr Rituvík gull í bólkinum lættvekt millum 40-49 ár. Rituvíkingurin er málleysur um bragdið, og sigur at gullið kom heilt óvæntað. fólk. Og hóast Jón var heppin í óhappinum, so var smeiturin ikki blíður. – Teir sendu meg inn at fáa seymað høgra oyra saman aftur, tí tað var skrætt sundir allar vegir, og hekk nærmast í allar ættir, greiðir Jón Krosslá Poulsen frá. Oyrað fekk størsta smeitin, men skallin slapp ikki óskalaður ígjøgnum hendingina. – Teir søgdu, at eg hevði skalla­ brot og ætlaðu at senda meg á Ríkissjúkrahúsið. Men so fekk eg boð um, at brotið var so mikið lítið, at heilivágur ivaleyst kundi fáa tað at vaksa saman aftur, greiðir Jón Krosslá Poulsen frá. Ta náttina sleppur Jón ikki at hvíla. Hann verður vaktur hvønn tíma, tí hann hevur fingið álvar­ saman heilaskjálvta, og tá er vanda­ mikið at sova ov leingi. Vandi kann tá vera fyri, at tú ongantíð vaknar aftur. Tankar um, hvat kundi verið, spøktu aftur og aftur teir dagarnar Jón lá á Landssjúkrahúsinum. – Eg skal vera pápi í summar, og eg bleiv við at hugsa, um eg nú ikki slapp at hitta mítt barn, sigur Jón Krosslá Poulsen. Slapp væl Tað varð tó skjótt greitt, at Jón sleppur heilskapaður burturúr arb­ eiðsóhappinum. Sunnudagin eftir arbeiðsóhappið verður hann út­ skrivaður av Landssjúkrahúsinum og fer aftur til hús. Tá kennir hann seg væl, og øll familjan, verfamiljan og fleiri vinfólk eru komin til Havnar at stuðla unga mann­ inum. Serliga mamma Jón, Mary og daman Petra hava verið um Jón og hjálpt honum við at koma ígjøgnum hendingina. Í dag spøkja tankarnir um, hvat kundi hent, ikki longur. Jón er fegin um, at hann bert er sjúkrameldaður í fýra vikur, og tí aftur kann fara til arbeiðis og venja við Víkingi innan alt ov leingi. Annað vikuskifti í februar mánað var talan um framúr gott vikuskifti fyri hoyvíkingar. Besta mansliðið vann tá steypa­ kappingina fyri fyrstu ferð síðani 1998, meðan felagið var suverent tað mest vinnnandi liðið til finalurnar, har H71 vann heili átta av teimum 11 steypafinalunum sum vóru leiktar. Í hondbóltskappingini hjá kvinnum vann Neistin steypa­ finaluna fyri triðju ferð uppá fýra ár. Tað var tó um reppið at steypafinalan millum Neistan og VÍF endaði við umdysti. Fleyr fyri fyrstu ferð Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, eydnaðist tað Fleyr at vinna steypafinaluna hjá kvinnum í flogbólti. Við sannførandi sigri í finaluni, vann Fleyr heili 3-0 á SÍ. Hjá monnunum gerst ÍF steypavinnari í flogbólti. Hóast teir, eins og Fleyr, eisini vinna 3-0 móti SÍ, er talan um mun­ andi meira spennandi finalu hjá monnunum. 5000 krónur í bót til Heina Hondbóltsspælarin, Heini Han­ usarson, sum eftir ein dyst í februar mánað rættiliga sintur úttalaði seg um dómararnar í bestu hondbóltsdeildini, verður revsaður. Hann skal gjalda eina bót uppá 5000 krónur fyri niðrandi útsagnirnar. Sjálvur er Heini Hanusarson ikki samdur í revsingini og vísir á fleiri aðrar, sum eisini hava úttala seg á líknandi hátt. Víkingur vinnur stórsteypið Árligi stórsteypadysturin, sum í ár var millum Víking og B36, varð leiktur seinasta vikuskifti í februar mánað á Tórsvølli. Talan var ikki um ein dyst við nógvum áskoðarum, tí bert 359 atgongumerki vóru seld til dystin. Víkingur vinnur dystin 1-0 við máli frá Sølva Vatnhamar. Víkinga leikari úti fyri arbeiðsóhappi Nýggi áleyparin hjá Víkingi, Jón Krosslá Poulsen, sum annars hevði staðið seg væl í venjingardystunum fyri felagið, gerst álvarsliga skaddur undir arbeiðsóhappi. Hann er úti fyri óhappi á Glyvrum, har Jón Krosslá Poulsen arbeiðir við at gera nýggja virkið hjá Bakkafrost. Stóru steypafinaludagarnir í hondbólti og í flogbólti vóru í februar mánað, har H71 og Neistin vunnu finalurnar í hondbólti, meðan ÍF og Fleyr vunnu í flogbólti. Í hondbóltskappingini fær Heini Hanusarson bót fyri at tosa niðrandi um dómararnar. Steypavinnararnir vóru funnir Jón Krosslá Poulsen var fyri álvarsomum arbeiðsóhappi, men slapp væl frá hendingini – Eg verði altíð eydnusamur, tá hurrá-ballónirnar hjá mær og mínum nærmastu sveima hægst uppi í himmalinum. Rókur Jákupsson í kjaki um eydnu Ítróttur