Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Mugu rudda í Grønlandi Grønlendski landsstýrisformaður vitjar í Føroyum, og hann heldur, at føroyingar og grønlendingar eiga at samstarva meira. Hann nevnir eisini toftirnar eftir fiskiskap hjá føroyingum í Grønlandi. - Har standa nógvar toftir eftir enn, sum grønlendingar eru farnir at ilskast inn á. Hetta mugu vit fáa ruddað burtur, sigur Kim Kielsen. Prestur vil signa tey samkyndu Samstundis sum málið um samkynd parlag verður viðgjørt í løgtinginum og millum føroyingar, stígur Hvalbiarprestur fram og ger greitt, at hann ætlar sær at signa samkynd í kirkjuni. - Fólk fara altíð at blíva forelskað og ynskja og lova hvørjum øðrum tað besta. Tað er einki galið við tí, sigur Jens Mortan Mortensen. Mars: – Alt klappaði saman hjá mær. Eg fór ikki at gráta, men gjørdist ill. Tað sigur ein mamma, ið Viku­ skiftis-Sosialurin hevur tosað við, um hendingina, tá ein nakinmynd av hennara dóttur varð deild á netinum. Fyri at verja familjuni eru mammu og dóttur dulnevnd í greinini. 14 ára gamla gentan sendi eina persónliga mynd til ein drong, ið valdi at senda myndina víðari til fólk kring landið. – Alt byrjaði við, at nakrir dreingir royndu at trýsta meg til at senda teimum eina nakinmynd. Eg noktaði fleiri ferðirnar, men teir hildu á, og byrjaðu at senda mær nakinmyndir av sær sjálvum. At enda føldist trýstið so stórt, at eg varð noydd at geva eftir. Eg sendi teimum eina mynd, sigur Marna. Myndin varð send á sosiala miðlinum, Snapchat. Hóast miðil­ in er gjørdur soleiðis, at myndir hvørva eftir nøkrum fáum sek­ undum, so ber til hjá fólki at taka eitt avrit av skerminum, og sostatt goyma sjálva myndina. – Eg visti ikki av tí, men hesin drongurin goymdi myndina og víðarisendi hana til gentur og dreingir um alt Føroya land. Serliga var tað á Facebook, at javnaldrar deildu myndina við hvørjum øðrum, og í minst fimm stórum skúlum kring landið, hevur myndin verið í umfar, greiðir Marna frá. – Eg gjørdist illa fyri og vildi spýggja alla tíðina. Tað var torført at vera glað, tí eg visti ikki hvør hevði sæð myndirnar. Nøkur søgdu enntá við meg, at tey høvdu sæð myndirnar. Eg royndi tó at møta í skúla hvønn dag og spæla glað, men tað var hart. Tí tá eg var í skúla, byrjaði tey ungu at tosa og teska saman, tá eg gekk framvið og sendu mær eygur. Tað var sera óbehagiligt, tí eg visti ikki hvat tey tosaði um ella um tey høvdu sæð myndina, sigur Marna. Illgrunin Sára hevur fleiri børn, og hevur hon sum flest onnur foreldur roynt at lært tey um sosialar miðlar. – Eg havi altíð uppalt míni børn til at vera sera varin við sosialum miðlum. Tey skulu aldrin skifta ella lata seg úr klæðunum frammanfyri eini teldu, og um tey verða biðin um at gera nakað, so skulu tey siga nei og siga mær frá, greiðir Sára frá. Aftaná nakrar vikur byrjaði mamman at varnast, at okkurt var áfatt. Atburðurin hjá dóttrini var broyttur. – Eg varnaðist, at hennara atburður var broyttur, tá gerandis­ dagurin byrjaði aftur og hon fór – Alt byrjaði við, at nakrir dreingir royndu at trýsta meg til at senda teimum eina nakinmynd. Eg noktaði fleiri ferðirnar, men at enda føldist trýstið so stórt, at eg varð noydd at geva eftir. Eg sendi teimum eina mynd, sigur 14 ára gamla Marna. Tá mamman fekk frænir av tilburðinum, tók hon fatt Marran gjørdist veruleiki: Nakinmynd av dóttrini á netinum MAR 1000 arbeiðs­ skaðar Ein uppgerð hjá Arbeiðseftirlitinum vísir, at seinastu sjey árini eru slakir túsund arbeiðsskaðar fráboðaðir. Hatta er eitt vaksandi tal, men framvegis verður langt frá øll arbeiðsóhapp fráboðað, heldur deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum. - Okkara meting er, at tað er bert helvtin av óhappunum, sum henda á føroyskum arbeiðsplássum, sum Arbeiðseftirlitið fær nakað at vita um, sigur Leivur Persson. 444 forvinna meiri enn millión Í nýggju frágreiðingini hjá Búskapar­ráð­ num verður staðfest, at 444 føroyingar hava eina ársinntøku omanfyri eina millión. Bert 14 av hesum fólkum – tað svarar til 3 prosent – eru konufólk. Sea Shepherd hjálpti okkum Eftir at Sea Shepherd tvey ár á rað var í Føroyum og mótmælti grindadrápi, gav føroyskum grindmonnum ein sjáldsaman møguleika. Tað staðfestur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum, á aðalfundi. - At Sea Shepherd dró heimspressuna til Føroya gav okkum møguleikan at greiða frá grindadrápinum sæð úr okkara sjónarhorni, sigur Ólavur Sjúrðaberg. – Børn eru so fitt og stuttlig. Sjálvt um tað kanska ljóðar banalt, so er tað veruliga hetta, sum fær meg at halda fram. Jan Gunther judovenjari í 45 ár – Slatur er ikki eitt atlit, vit taka við í metingina, tá eitt starvsfólk skal setast. Ingunn Eiriksdóttir fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu 2016