hósdagur 29. desember 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 30. desember 2016
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Kyndil 60 ár
Hondbóltsfelagið, Kyndil, fyllir runt í marts. Kyndil fyllir 60 ár, og
í samrøðu við Sosialin um stóra føðingardagin, greiðir formaður
felagsins, Uni Arge frá, at kappingin í hondbóltinum nú er
harnað nógv í mun til fyrr, har Kyndil í fleiri førum hevur
verið einaráðandi í føroyskum hondbólti. Tað er serliga
innan kvinnuhondbóltin at Kyndil stendur seg væl í dag.
aftur í skúla. Hetta var tríggjar vikur
aftaná, at hon hevði sent dronginum
myndina. Tað var kanska serliga
aftaná, at hon varnaðist at fleiri í
skúlanum høvdu sæð myndina, at
støðan versnaði, sigur Sára.
– Marna byrjaði at rópa nógv, var
oftani øst og byrjaði at smekka við
hurðunum. Eg royndi fleiri ferðir at
tosa við hana, fyri at finna út av, hví
hon hevði broytt atburð, men hon
físti bara at mær, og segði einki vera
galið. At enda breyt hon saman, men
í staðin fyri at fortelja sannleikan,
fann hon upp á ein søgu, ið eg ikki
heilt trúði, greiðir Sára frá.
Seinni fann Sára fram til veruligu
orsøkina. At byrja við visti Sára ikki
hvat hon skuldi gera, men valdi at
sova uppá hendingina og síðani
ráðføra seg við ein skilagóðan
persón, sum ráddi henni til at seta
seg í samband við eitt umboð fyri
SSPsamstarvið.
– Øll myllan fór í gongd, og tey
hava gjørt eitt megnararbeiði. Allir
skúlarnir, har myndin hevur verið
víst, hevur SSP sett seg í samband
við. Tey komu eisini heim og tosaðu
við okkum um hvat fór at henda, og
dóttirin hevur fingið ótrúliga góða
hjálp í skúlanum. Hon helt seg aldrin
burtur frá skúlanum, hóast tað var
ein svár tíð fyri hana, sigur Sára.
SSP fekk bilbukt við støðuna,
og longu tríggjar mánaðir aftaná
tilburðin, so var støðan hæsað av og
dóttirin fekk aftur frið frá fólki.
Foreldur muga vera djørv
Um tað er nakað, ið Sára hevur lært
av hendingini, so er tað, at foreldur
mugu tora at taka avgerðir, ið kanska
ikki altíð eru so væl dámdar.
– Foreldur mugu tora at taka
avgerðir. Tað nyttar ikki at vera ein
vinur, tá slíkt hendir. Best er bara at
taka hørðu avgerðina um at sløkkja
fyri slíkum miðlum. At taka ræðið á
støðuni og siga, at tað eri eg, sum eri
tann vaksni. Eitt er so heilt vist, tey
fáa nøkur heilt onnur børn, tá tey
lukka miðlarnar niður. Míni børn eru
farin at leggja størri dent á skúla og
familju, sigur Sára og leggur afturat.
– Harumframt er týdningar
mikið, at foreldrini leggja merki til
børnini. Spyr inn til teirra, um tey
broyta atburð, verða lætt ill ella
gerast óhøvisk. Spyr hvat gongur
fyri seg í lívinum. Sum familja gera
vit eisini nógv saman. Eg veit, at
summi foreldur halda, tað er gott, at
børnini halda seg í kamarinum, tí so
er friður, men vita tey, hvat gongur
fyri seg inni har, spyr Sára.
Besta
fótbóltsdeildini
hjá
monnum, Effo-deildin, fer av
bakkastokki fyrsta vikuskiftið
í marts. Men drúgt rok er
undan kappingini. Stór ósemja
er millum FSF og dómarafelagið
um
nýggjan
sáttmála
til
dómararnar. Fleiri halda at
dómararnir halda føroyskan
fótbólt sum gísla, men for
maðurin í dómarafelagnum,
Petur Reinert, vísir atfinn
ingunum aftur. Hann vísir á, at
tað nú er uppá tíðina at dóm
ararnir fáa ein betri sáttmála
og vísir á hvussu leingi teir
hava havt sama sáttmála.
Endin er, at Effo-deildini
fer í gongd júst sum vanligt.
Merkisvert er, at HB, sum
annars hevur meldað heldur
varliga út, fær eina flúgvandi
byrjan í Effo-deildini. Í fyrsta
dystinum vinna teir trupla
útidystin móti NSÍ í Runavík.
Royna gylta settið
fyri fyrstu ferð
Á páskum vera FM-finalurnar
í flogbóltskappingini leiktar.
Merkisvert við FM-finalunum
í ár er, at talan er um fyrstu
FM-finalurnar har gylta settið
kann avgera FM-heitið. Hjá
kvinnunum, har finalan var
millum Fleyr og Drátt, kom
gylta settið eisini í brúk, har
Fleyr at enda vann FM heitið,
eftir at tær vunnu gylta settið.
Talan var um fyrsta FM heitið
hjá Fleyr í 19 ár.
Hjá monnunum vinnur SÍ
FM-heitið, tá teir vinna báðar
finalu dystirnar móti Fleyr
sannførandi.
Hamar vinnur fyrsta FM
Fyri fyrstu ferð nakrantíð, hevur kappast
verið um FM-heitið í
kurvabólti. Trý feløg hava
luttikið í landskappingini,
sum hava verið Spordrekin
og Hamar úr Havn, umframt
Ravnur av Toftum. Landskappingin
endar í marts mánað, har Hamar gerst
fyrsti FM-vinnari í kurvabólti.
Føroyar vinna
venjingardyst
Føroyska a-landsliðið hjá monnum
er á páskum í Spania, har
Føroyar spæla venjingardyst
móti Liktinstein. Føroyar
vinna dystin 3-2, eftir at
teir annars høvdu verið á
odda 3-0. Brandur Olsen,
Jóan Símun Edmundsson og Sølvi
Vatnhamar skora føroysku málini.
Stór ósemja er millum FSF og dómararnar undan nýggju
Effo-deildini, sum fer av bakkastokki fyrst í marts. Dagin
undan kappingini hóttu dómararnir við verkfalli.
Dómararnir hótta
byrjanini
Ein nakinmynd, sum 14 ára
gamla Marna sendi til ein
vinmann, varð deild á netinum
– Tað er rættiliga einfalt at fyri
byrgja nógvum av harðskapinum,
sum er um næturnar. Tað er at
loyva skeinkistøðunum av hava
longri opið.
Rúni Djurhuus
náttklubbaeigari
Ítróttur