Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 10 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Máttu skifta leiðslu Milliardingurin Henrik Lind, sum er størsti einstaki privati partaeigarin í BankNordik sigur, at neyðugt at broyta strategi fyri bankan. - BankNordik var ikki ein sterkur banki. Hann skapti ikki virði. Hvørki til bankan, kundarnar ella starvsfólkið – ella til partaeigararnar. Tí mátti strategiin broytast. Vit máttu hava nýggj eygu at hyggja upp á bankan. Tí varð neyðugt at skifta nevndina út, og tí var neyðugt hjá nevndini at skifta leiðsluna út, sigur Henrik Lind. Valaldur skal lækka Á flokstingi hjá Tjóðveldi verður uppskot frá Unga Tjóðveldi um at lækka valaldurin ur 18 árum og niður í 16 ár viðgjørt. Uppskotið fekk undirtøku á Flokstinginum og hildið var, at tá ið føroyingar næsta ár skulu til fólkaatkvøðu um nýggja grundlóg, eigur ein roynd at verða gjørt við at lækka valaldurin niður í 16 ár. Apríl: »At siga hann bara er dialysusjúk¬ lingur, tað er ov einfalt, tí so sera nógvar aðrar fylgisjúkur hava rakt hann síðani hann gjørdist sjúkur«. Orðini eigur 57 ára gamla Hall­ bjørg Hansen. Seinastu 15 árini hevur hon staðið við liðina á 62 ára gamla Eiler á Líknagøtu, og saman eru tey farin gjøgnum tað, sum tey bæði umrøða sum eitt ómenniskja¬ ligt tíðarskeið. Hesin dagurin vit hittast til eitt prát, er ein av góðu døgunum hjá Eileri. Hann orkar betur í dag, enn hann ger aðrar dagar. Ein stór orsøk til tað er, at í dag sleppur hann undan at fara í dialysu. Men gongur ov lang tíð millum dialysurnar, so fyllist Eiler við vætu, og gerst sera ússaligur. – Eg eri avhengigur av dialys­ unum, men eg orki betur at liva teir dagarnar eg sleppi undan, sig¬ur høgi, prúði maðurin, sum í dag einki nýra hevur í kroppinum. Tilgongdin hevur verið long, men byrjanin til hetta lívið kom sum eitt skot frá himli ein dag í 2001. Gjørdist akutsjúkur Í 2001 gjørdist Eiler á Líknargøtu akutsjúkur. Tað vísti seg, at Eiler hevði blóðforgiftning, og í fimm dagar varð Eiler lagdur undir skurð heili fýra ferðir, við tí fyri eyga, at burturbeina ein part av tarmunum. Eftir tvær skurðviðgerðir á lands­ sjúkrahúsinum varð hann sendur til ríkissjúkrahúsið til enn tvær skurðviðgerðir – og fjórðu ferð eydnaðist umsíðir at skera tann sjúka partin burtur. Og útlitini vóru ring – einans 10 prosent kjansur fyri at yvirliva. Hóast tað eydnaðist, so var tað ein harður umgangur. – Alt steðgaði upp í kroppinum, og eg varð lagdur í koma í tríggjar viku, greiðir Eiler frá. Tarmarnir vóru lagdir út gjøg­ num síðuna í nakrar mánaðir og allur mobilitetur hjá Eileri hvarv. Hann gjørdist lamin. – Tað var ræðuliga hart, tí eg hevði ongan matarlyst og tapti meg yvir 30 kilo, greiðir Eiler frá. Men eftir eini fýra mánaðir vórðu tarmarnir innopereraðir aftur, og Eiler fekk hug at eta, og fór sam¬stundis undir uppaftur­venj­ ing av kroppinum. – Úrslitið av hesum var, at nýruni hjá mær ikki fóru í gongd aftur, og hjartað varð illa skatt av einum blóðtøppi, sum eg fekk boð um eisini hevði verið har, sigur Eiler á Líknargøtu. Eftir eina stund á ríkis­sjúkra­ húsinum gekk leiðin heimaftur til Føroya til eitt lív við dialysu. Vónir um transplantatión Fyrsta árið í Føroyum fór til at venja seg við umstøðurnar. Tað lá í kortunum, tá Eiler fór av ríkis­ sjúkrahúsinum, at tað var møgu­ leiki fyri at fáa transplantatión. Men eftir neyvari kanning í Dan­ mark komu boð av ríkis­sjúkra­ húsinum um, at tað helst ikki fór at bera til kortini. Í 2003 varð tó ein nýggjur nýra¬konsulentur knýttur á Landssjúkrahúsinum, og hann hevði eina øðrvísi hugsan. Eiler skuldi fáa bæði nýra og hjarta transplantatión. Tí fór Eiler á Líknargøtu úr Føroyum og til Danmarkar at búgva í 2004, har hann eisini gekk regluliga til dialysuviðgerð, meðan hann bíðaði eftir boðum. – Eg skuldi vera so nær við ríkis¬sjúkrahúsið sum gjørligt, og mátti ikki fara longri enn ein tíma burtur frá. Eg gekk við einum bibbara líka fram til 2007, sigur Eiler á Líknargøtu. Men bibbarin fór ongantíð at ringja. Í 2006 versnaði støðan hjá Eileri munandi, og tað vísti seg, at – Dialysulívið viðførir eitt hart umhvørvi, tí vit síggja pínu og sorg hjá hvørjum øðrum, og eg síggi, tá hini doyggja burturfrá. So hugsi eg, nær tað er mín túrur, sigur Eiler á Líknargøtu, sum seinastu 15 árini hevur verið dialysusjúklingur. Hann hevur eingi nýru og bert 16 prosent funktión í hjartanum Ótrúligt at eg livi enn APR Skald fekk standmynd Annan páskadag varð standmynd av skaldinum Jens Paula Heinesen avdúkað í Sandavági, haðani hann var ættaður. Jens Pauli Heinesen var virkið skald og útgav umleið 40 skaldaverk. Hann doyði 78 ára gamal í 2011. Tveir milli­ ard­ingar Virðið á alifyritøkuni Bakkafrost á Oslo Børs var hendan mánaðin slakar 12 milliardir krónur. Teir báðir størstu partaeigararnir eru Oddvør Jacobsen og Regin Jacobsen. Teirra partar av Bakkafrosti eru verdir meiri enn eina milliard krónur. Meiriluti fyri skrásettum parlagi Stórur meiriluti er millum føroyingar fyri, at tvey av sama kyni skulu kunna giftast. Tað vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið. Meiriluti er fyri skrásettum parlagi í øllum flokkum uttan Miðflokkinum, og meiriluti er fyri í øllum aldursbólkum. – Móðurmálið er hjartamálið, tí við persónliga móðurmálinum fáa vit sagt júst tað, sum liggur okkum á sinni. Rigmor Dam landsstýriskvinna í mentamálum, á Móðurmálsdegnum – Eg varði sansaleysur, tá eg endiliga verði latin leysur aftur. So skundi eg mær út í býin, drekki meg fullan, og so endar tað ofta galið aftur. Fangi í Mjørkadali sum situr inni fyri harðskap 2016