Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Ársins leikarar í hondbóltinum Stór gallaveitsla er í hondbóltinum, har ársins leikarar vera kosnir. Hjá monnunum vinnur danski Peter Krogh úr H71, sum gjøgnum alla landskappingina hevur verið eyðsýndur. Hjá kvinnunum vinnur Fríðrún Olsen úr StÍF. krabbamein hevði sett seg í óvirknu nýruni. Og bæði vórðu tikin. Í apríl 2007 fekk hann at vita, at hann var ov veikur til at fáa eina transplantatión, og tí varð alt av¬ blást, og Eiler flutti heimaftur á klettarnar. – Eg gekk í meira enn trý ár og bíðaði eftir hesum. Tú kanst ætla, tað var skuffandi, tá eg so onga transplantatión fekk kortini, sigur Eiler á Líknargøtu. Hann og Hallbjørg fóru heim aftur til Føroya við tí vitan, at lívið nú skuldi haldast í gongd við dialysu. – Eg visti jú tað, at dialysa ikki lekir nakran. Tað leingir lívið, men ikki meira enn tað, sigur Eiler á Líknargøtu. Fýra dagar um vikuna Síðani tá hevur veruleikin hjá Eileri verið tann, at áleið 20 tímar um vikuna skulu setast av til dialysu¬ viðgerð á landssjúkrahúsinum. Fýra dagar um vikuna skal Eiler møta á landssjúkrahúsinum, har hann saman við áleið fimm øðrum situr hvønn morgun til hesa viðgerð. Dialysuviðgerðin er ein háttur at taka burtur ótørv (affaldsstoffur) og óneyðuga vætu frá kroppinum, tá ið nýruni gevast at rigga. Men tað er ein strævin viðgerð. – Tað er ótrúliga møðandi. Eg eri ógvuliga troyttur teir dagarnar eg eri til dialysu. Eg eri um morgunin, so út á kvøldið teir dagarnar byrjar at batna, sigur Eiler á Líknargøtu. Hart umhvørvi hjá dialysu¬ sjúklingum í Føroyum At vitja so fast á landssjúkrahús¬ inum saman við fimm øðrum við¬ førir, at tú fært ein tætt tilknýti til hesar sjúklingar og fyri so vítt allar dialysu sjúklingar í landinum. Hesir fýra dagar í vikuni hjá Eileri eru hildnir saman við øðrum í somu støðu, í sama rúmi. – Tað er eitt hart umhvørvi. Eg havi kanska sitið saman við onkr¬um í fýra, fimm ár, og so doyggja tey burturfrá ella fáa tað verri. Eingin blívur nakrantíð frískur, sigur Eiler á Líknargøtu. Síðani hann byrjaði at ganga til dialysuviðgerð á landssjúkra­húsi­ num eru áleið 14¬15 føroyingar, sum hann veit um, sum hava fingið nýra­ transplantatión. – Og tá tú so hugsar um, at eini 70 eru deyð, bara meðan eg havi verið har, so sært tú, at tað ert eitt hart umhvørvi fyri okkum øll, sigur Eiler á Líknargøtu. Spurningurin, sum mangan reisist í høvdinum hjá Eiler er, nær tað man vera hansara túrur. – Eg havi livað við hesum í 15 ár. Og eg havi eitt sera veikt hjarta. Eg havi enntá einaferð yvirlivað hjartastopp. Tað er ótrúligt, tá man hugsar um standin á hjartanum, sigur Eiler á Líknargøtu. Hóast H71 hevur ligið greitt á odda allan landskappingina, er tað VÍF úr Vestmanna sum strýkur avstað við FM- heitinum hjá monnum. Teir vinna FM, eftir at teir vinna báðar finaludystirnar móti H71. Tí fyrru av teimum enntá sannførandi. Hjá kvinnum er Neistin einaráðandi í føroyskum hond­ bólti. Tær vinna báðar sínar FM-finalur móti Kyndli og vinna sostatt FM nummar 41 hjá Neistakvinnunum. Men hóast tað, er talan um tvær tættar finalur. Sofía tann besta í Danmark Fyrst í apríl mánað verður føroyski flogbóltsleikarin, Sofía Purkhús, sum dagliga spælir fyri Amager Volley í Danmark, vald til ársins besta flogbólts­ leikara í Danmark. Heiðurin kemur fullkomiliga óvart á Sofíu Purkhús, sum ikki hevði væntað tað. U20 dreingirnir standas eg væl í Sveis Føroysku U-20 dreingirnir í hondbólti, sum fyrst í apríl royna seg í kapping í Sveis, standa seg væl. Serliga í teimum báðum fyrstu dystunum móti Montenegro og Makedonia eru føroysku dreingirnir um reppið at fáa stig, har tað bert mangla marginalar í. Føroyski venjarin, Kári Nielsen, sigur, at talan er um meira enn góðkent avrik frá føroysku dreingjunum. Jógvan Martin gevst í Fuglafirði Eftir 7 dystir sum venjari hjá ÍF, velur venjarin, Jógvan Martin, at siga seg úr starvi seinast í apríl. ÍF liggur tá á sætta plássi í Effo-deildini, sum eisini varð endaliga plaseringin hjá fuglfirðingum. Tað er serliga verjuspælið sum hevur haltað hjá fuglfirðingum, ið er orsøkin til at venjarin steðgar. Klæmint bjargar brotssparki Tað fyllir nógv, tá toppskjúttin farnu árini, Klæmint A. Olsen, í steypadysti móti TB í Trongisvági, noyðist í mál seinastu løtuna, eftir at Símun Rógvi Hansen er útvístur. Klæmint skal verja fyri brotssparki, sum hann endar við at bjarga, soleiðis at NSÍ kann spæla seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Í hondbóltinum vinnur VÍF FM hjá monnum, meðan Neistin vinnur FM hjá kvinnum. Men eisini í øðrum ítróttargreinum – so sum badminton, borðtennis og judo, vera FM-vinnarar funnir. FM-finalurnar avgjørdar 20 tímar um vikuna er Eiler á Líknargøtu í dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum – Tað er tann gamla søgan um, at pengarnir fólkið flyta – og tann, sum hevur pening, hevur vald. Og tann, sum hevur pening og vald, tímur ikki at gjalda skatt til samfelagið. Sosialurin í oddagrein um Panama-skjølini Ítróttur