Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 12 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Gudny úr starvi Vodafone boðar frá, at Gudny Langgard, sum seinastu fimm árini hevur verið stjóri í fyritøkuni, hevur sagt seg úr starvi. Gudny Langgaard sigur, at eingin illstøða er millum hana og nevndina, men at hon í góðari tíð hevur boðað frá, at hon fór úr starvinum. Vodafone hevði í fjør sítt næstbesta úrslit nakrantíð, tá ið fyritøkan hevði 8,2 milliónir krónur í avlopi. Samkynd kunnu giftast Eftir drúgva viðgerð í løgtinginum og stundum hart kjak í samfelagnum, samtykti løgtingið við triðju viðgerð broytingarnar í hjúnarbandslógini, so tvey fólk av sama kyni nú eisini kunnu giftast. Endaliga samtyktin var við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti, og atkvøðugreiðslan varð gjørd í fullsettum tingsali. Mai: Nýggja matvørulógin fer at gera, at vit famhaldandi kunnu keypa skerpikjøt, turt kjøt og neytakjøt í smásølu. Nýggja lógin ger eisini, at matstovur, heilsølur og handlar nú kunnu selja neyta- og seyðakjøt, sum ikki er handfarið á løggildum sláturstøðum. Fyri ein part av føroyingum verður hetta mett sum eitt stórt framstig, meðan ein annar partur – sjálv tann professionella vinnan – heldur, at lógin fer heldur vítt við á hesum øki, heilt at sleppa øllum eftirlitið við framleiðsluni. Í Løgtinginum var stór semja um, at hetta lógaruppskot skuldi setast í gildi nú, tí var onki gjørt, so fór ikki at bera til at keypa føroyskt kjøt í handlunum eftir 31. desember. Millum bøndur og onnur, sum virka í landbúnaðinum, verður hetta í stóran mun mett, sum eitt framstig. Nú er ikki longur neyðugt at fletta í hølum, góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men kortini ber tilat selja kjøtið til handlar og matstovur. Tá ið málið var til viðgerðar í Løgtinginum, so var Bjørt Samuel­ sen, Tjóðveldi, ímóti uppskotinum og mælti í minnilutaálitinum frá vinnunevndini, tinginum frá at samtykkja málið. Bjørt Samuelsen vísti á, at manglandi eftirlitið, sum nú verður, er at sleppa tí framburði, sum ann­ ars er gjørdur í Føroyum á hesum øki. Eins og onnur helt hon, at tað ikki er neyðugt at hava allar ES- redglugerðir galdandi í Føroy­um, men harfrá og til at sleppa øllum eftirlitið, er eitt sera langt fet. Ivasom hoyringsvar Eini 25 hoyringssvar komu inn í sambandi við uppskotið um at broyta matvørulógina, sum lands­ stýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, Framsókn, legði fram. Í fleiri av svarunum verður ómeta­liga stórur dentur lagdur á sporføri. Hoyringarpartarnir siga, at uttan mun til um løggildingin verður tikin burtur, so er alneyðugt at tryggja, at kjøtið kann sporast aftur til framleiðaran. Ein annar spurningur, sum fleiri taka fram, er um okkurt hendir og fólk gerast sjúk av matinum, hvør er tað so, sum hevur ábyrgdina og hevur endurgjaldskyldu. Hetta er bæði galdandi, tá ið maturin er keyptur í smásølu í einum handli og so sjálvandi eisini, hendir hetta á einari matstovu. Matstovurnar siga, at tær vanliga kunnu tryggja seg móti slíkum, men tær ivast í um hetta ber til, er talan ikki um vørur frá løggildum framleiðara. Fleiri av teimum, sum hava sent viðmerkingar til uppskotið vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vøran er merkt, so kundarnir í handlum kunnu velja millum vørur, sum koma frá løggildum virkjum – og so aðrar vørur. Í matstovuvinnuni sigur onkur, at tað er torført at gera mun á hesum í gerandisdegnum. Landsdjóralæknin var ímóti Nógv halda, at málið hevur fleiri spurningar, sum ikki eru svaraðir, men kortini so taka tey undir við broytingunum. Nýggja matvørulógin ger sølu av neyta- og seyðakjøtið lættari, men nú er alt eftirlit slept Sleppa eftirliti við kjøt­fram­ leiðslu MAI Føðideild í Suðuroy ikki trygg Í afturvendandi kjaki um føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsið, sum varð niðurløgd, sigur stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi, at tað ber ikki til at hava eins trygga føðideild í Suðuroy sum á Landssjúkrahúsinum. – Tað er ikki ein spurningur um at fáa hægri játtan. Tað er ein spurningur um at fáa læknar, og tað er ómøguligt, sigur Ronnie Midjord. Norðoya Sparikassi tryggastur Nýggj uppgerð hjá NIRO Invest staðfestir, at Norðoya Sparikassi nú er tann tryggasti føroyski peningastovnurin. Allir hinir peningastovnarnir í Føroyum eru farnir niður eftir listanum seinasta árið. Eik, sum hevði høga plasering á listanum, er farin nógv pláss aftur. NIRO metir um allar peningastonvar í ríkinum. 100 fólk undir nálina Tattovørar hava sonevnda TattFest í Sjónleikarhúsinum í Havn, og umleið hundrað fólk í ymiskum aldri fingu sær tattovering á stevnuni. Fjølnir Geir Bragason, sum er ein av fyriskiparunum sigur, at áhugin fyri stevnuni er so stórur, at hon er komin fyri at verða. – Eg havi verið rættiliga skelkað um, hvussu trupult tað er at byrja eitt lív í Føroyum. Samfelagið ynskir akademikarar heim, men kortini eru eingi størv til fleiri okkara. Sissal Kampmann sum flytur heim til Føroya at búgva – Eg siti úti í kulissuni og síggi inn á allan meldurin. Beint inn á alt, sum bara koyrir fulldrøn á kassan. Edward Fuglø listamaður 2016