Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Liðfelagi hjá Kaj Leo doyr Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í mai spældi við rumenska Dynamo Bucarest, er vitni til eina skelkandi hending, tá ið kamerunski liðfelagi hansara, Patrick Ekeng, smellur um í dysti og letur lív - bert 26 ára gamal. Kaj Leo í Bartalsstovu sat á áskoðaraplássunum og hugdi vegna skaða, men talan var um ein liðfelaga, sum føroyingurin plagdi at halda saman og tosa nógv við til venjing. Men landsdjórlæknin var ímóti at lógin var broytt. Í einum hoyringsskrivi mælir landsdjóralæknin frá, at matvøru­ lógin var broytt til tað, sum hendi í seianastu viku. – Í staðin vil eg mæla til, at hugt verður nærri at, hvussu vit í Føroyum betri framhaldandi kunnu hava okkara siðbundnu vøru, uttan at tað verður neyðugt at broyta ásetingarnar í matvørulógini, skrivar Birna Mørkøre, landsdjóralækni. Síðan 1988 hava átta tilburðir verið av botulismu av mati – seinastu tilburðirnir vóru í 2007. Sjálvt um tølini eru smá, so eru tey ikki minni enn aðrastaðni, tí fólkatalið er so lágt í Føroyum, skrivar landsdjóralæknin eisini. Tølini eru so smá, at tey heldur ikki kunnu brúkast til at siga, at føroyingar nú eru so dugnaligir at handfara matvørur heima, at ongin vandi er fyri sjúkum. Løgtingið hevur samtykt at gera broytingarnar í matvørulógini. Næsta stigið er, at landsstýris- maðurin við vinnumálum fer at gera eina kunngerð, sum skipar geran­ disarbeiðið á hesum øki. Á fyrsta sinni nakrantíð verður North Atlantic Fight Night, har bart verður í ringi, hildið í Føroyum. Tveir føroyskir lut­ takarar eru við í kappingini. Í MMA bankar Fróði Vitalis Hansen sín hollendska mót­ støðumann av, meðan hin føroyingurin, kvinnuligi boks­ arin Sarah Mahfoud, fær eina øðrvísi uppliving, har hon endar í nevaleiki við einum manni, tí at upprunaliga mót­ støðukvinna hennara bar seg undan at koma til Føroya í evstu løtu. Dysturin hjá Sarah Mahfoud, sum er hálvur før­ oyingur, minnir um vinardyst og endar við javnleiki. Ongin stendur Bjarna kurl Triðja árið á rað vinnur Bjarni Nielsen heiðurin sum Føroya sterkasti maður. Sermerkt fyri avrikið hjá Bjarna er, at hann verður skaddur miðskeiðis í kappingini og má til kanningar á sjúkrahúsinum aftaná. Til tíðir haltandi megnaði hann kortini at vinna árligu, føroysku sterkamanskappingina rímiliga greitt. Hetta vikuskiftið verður eisini skipað fyri FM í Fitness hjá monnum og kvinnum, sum ávíkavist Mads Hentze og Ruth Poulsen vinna. Rumbul í ÍSF Óvissa og rumbul valdar í ÍSF. Trý sersambond, svimjisam­ bandið, hondbóltssambandið og flogbóltssambandið eru so ónøgd við nýggja býtislykilin, at tey hótta við at fara úr felagsskapinum. Á aðalfundi í mai verður lív tó lagað føroyska ítróttarmyndugleikanum, har tað endar við, at Elin Heðins­ dóttir Joensen verður nýggjur forseti. Tey trý sersambondini, sum myndaðu eina andstøðu hesa tíðina, fáa ein nevndarlim í nýggju nevndina, meðan hini 13 sersambondini eiga tríggjar. Jóhan á Plógv vinnur DM Føroyski hondbóltsúrmælingurin, sum hevur valt at spæla við danska landsliðnum, Jóhan á Plógv, vinnur danska meistara­ heitið í fyrsta kappingarári sínum í Bjerringbro-Silkeborg. Í seinnu finaluni ímóti Team Tvis Holstebro skarar føroyski høgri vongurin framúr við at skora heili fimm mál. Flogbóltskvinnurnar spæla seg víðari Føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnum er vertur fyri HM/EM- undankapping fyri smátjóðir. Føroyar vinna ímóti Írlandi og Liktenstein, men tapa ímóti Kýpros. Hetta merkir, at føroyska liðið spælir seg víðari til EM- endaumfarið fyri smátjóðir, sum verður spælt í 2017. Tað eru kropsligar ítróttargreinir, sum seta sín dám á mánaðin. Skipað verður fyri North Atlantic Fight Night og sterkamanskapping, meðan ÍSF yvirlivir rumbul MMA og sterkamans­ kapping á Hálsi Krøvini til framleiðslu av seyða- og neytakjøti verða linkað munandi, men fleiri ávara ímóti fylgjunum av hesum – Eg havi frælsi til at arbeiða allastaðni í heiminum. Frælsi at ferðast hagar eg vil og taka arbeiðið við mær. Beinta Poulsen sniðgevi Ítróttur