hósdagur 29. desember 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Drotningin vitjar
Margetha drotning er á almennari vitjan í Føroyum. Upp
runaliga skuldi hon vitja í fjørsummar, men ferðin av
útsett, tí fólkatingsval varð útskrivað um tað mundið.
Margretha drotning vitjar ymsastaðni í Føroyum og hon er
bæði vertur og gestur við almennar døgurðar. Heindrikkur
prinsur er ikki við á ferðini, tí hann hevur latið seg
pensjónerað frá almennari umboðan fyri kongshúsið.
Brexit kann ávirka vøkstur
Bretar atkvøða fyri at fara úr ES samstarvi, og eftir
atkvøðugreiðsluna kemur órógv á vinnulív og
partabrævamarknaðir.
– Tað er trupult at meta um avleiðingina av Brexit,
men eingin ivi er um, at tað fer at ávirka vøkstur í
ES, um bretar fara at ganga egna leið, sigur Páll Oddur
Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik.
Juni:
4. mai 2010. Ein dagur, sum skelkaði
bæði her heima í Føroyum og ikki
minst uttanlands. Ein frá ákæru
myndugleikanum varð stungin
niður av einum brots manni. Tað er
ikki bara óvanligt í Føroyum, tað er
eisini óvanligt í londunum kring
okkum. Tí ferðaðust tíðindini skjótt
út um landoddarnar. Í Føroyum
vóru miðlarnir á tremur við hend
ingini.
– Eg kann bara prísa meg
lukkuligan fyri, at hann ikki gav
mær varandi mein, sigur Finn
Ougaard, tá ið hann skal taka støðu
til hendingina nú seks ár seinni.
Ringdi og vitjaði
Tað byrjaði í smáum ein mánað
frammanundan. Maðurin kom á
gátt hjá ákæruvaldinum og vildi
melda ein almennan stovn, tí
hann hevði ikki fingið ta stuðuls
veiting, sum hann helt seg hava
rætt til. Finn Ougaard royndi at
geva manninum neyðugu upp
lýsingarnar
um,
hvussu
hann
skuldi fara fram, og hvat kravdist
av prógvum.
Finn kendist við mannin áðrenn
hesa hending, tí sum ákæru
myndugleiki hevði Finn hitt mann
in í rættinum fleiri ferðir áður.
Maðurin var fyri hetta dømdur
fleiri ferðir fyri ymiskar brotsgerðir
og var tí ein, sum bæði løgreglan og
ákæruvaldið kendu alt til.
Tíðina eftir hesa vitjanina ringdi
maðurin nakrar ferðir til Finn
Ougaard at spyrja um hjálp og ráð
í sama málið. Men Finn greiddi
manninum frá, at tað var ikki
reiðiliga hansara borð, og tí kundi
hann ikki gera meira við málið.
Eina viku áðrenn álopið versn
aði støðan av álvara.
Fór heim til Finn
Mikudagin fyri álopið bankaði á
dyrnar hjá Finni Ougaard. Heima
á privata bústaðnum hjá Finni
og familjuni stóð maðurin, sum
løgreglan og ákærumyndugleikin
hevur havt samband við í fleiri
umførum.
Finn greiddi enn einaferð frá, at
hann ikki kundi hjálpa manninum.
Tá Finn lat dyrnar aftur í húsinum,
setti maðurin seg á trappusteinin
hjá familjuni Ougaard, roykti eina
sigarett og tømdi eina øl. Hann tók
sær góðar stundir, áðrenn hann fór
víðari.
– Tá ringdi eg til løgregluna og
boðaði frá, at maðurin hevði verið
heima hjá mær og mínari familju.
Eg helt tað var passandi at greiða
frá støðuni, so at løgreglan kundi
meta um, hvørt eyga skuldi haldast
við manninum, sigur Finn Ougaard.
Dagin eftir var maðurin aftur
at síggja heima hjá Finn og
teimum, og dagin fyri álopið kom
maðurin á parkeringsøkið hjá
ákæruvaldinum, har Finn tosaði
við hann í minst 10 minuttir.
– Tá stóð hann og finglaðist
við onkrum, sum hann hevði í
lummanum. Nakrir løgreglumenn
hava síðani sagt mær, at teir tá
royndu at halda eyga við, um har
hendi nakað, sigur Finn Ouggard.
Náddi akkurát ikki avstað
Týsdagurin 4. mai 2010 leitar Finn
Ougaard sær niðan í Føroya Rætt,
har hann skal møta klokkan 13.00.
Eftir rættarfundin, tá Finn kemur
fram við móttøkuni, sigur maðurin
handan diskin, at »her er ein maður,
sum hevur spurt eftir tær. Eg haldi
tú skalt skunda tær út«.
Finn fær eyga á ein mann
innast inni í gongini, uttan beinan
vegin at varnast, hvør hann er
og sleppur sær á dyr aftur. Beint
uttan fyri Føroya Rætt møtir Finn
manninum, sum hevur runnið út
fyri at fanga hann – og stillar seg
beint framman fyri Finn og sigur:
»So tað var hetta, hann vildi«. Tað hugsaði
Finn Ougaard, tá ið ein maður tók ein 10
cm langan knív fram og stakk hann í lærið
uttan fyri Føroya Rætt. Tí eitt visti Finn
frammanundan – maðurin hevði fylgt
honum í longri tíð, og onkur orsøk var til tað
Varafútin
varð eltur
og stungin
JUNI
Russarar
hótta
Føroyar
Russiskur politikari ber fram hóttanir
um kjarnorkuálop ímóti einar oyggj í
Atlantshavinum, sum kann vera Føroyar.
Fyri onkran eru tað tómar hóttanir, men
fyri danskan verjuserfrøðing eru slíkar
hóttanir partur av einum politskum
spæli.
– Russarar vilja við hesum hótta
ríkisfelagsskapin, nú stríðið um
arktiska økið av álvara tekur dik á
seg, sigur Johannes Riber Nordby,
varaleiðari á danska verjuskúlanum,
Forsvarsakademiet.
Bakkafrost
tvífaldar
íløgur
Føroya størsta fyritøka, Bakkafrost,
fer at gera íløgur fyri 2,2 milliardir
krónur komandi fimm árini. Íløgur verða
gjørdar allastaðni í fyritøkuni, men ein
triðingur av upphæddini verður brúkt til
smoltstøð á Strond norðanfyri Klaksvík.
Íløguætlanin hjá Bakkafrost er ein
tvífalding av íløgunum frá farnu árum.
Oljufeløg
skúma
róman
Kanning hjá Kappingareftirlitinum um
oljuprísirnir á føroyska marknaðinum
kemur til ta niðurstøð, at oljufeløgini
hava vaksið munandi um bruttovinningin
seinastu árini, og at tey taka ríkiligt
fyri olju, sum tey selja føroyingum.
Kappingareftirlitið heldur, at talan er um
órógvandi gongd á oljumarknaðinum, har
bert tveir kappingarneytar eru at kappast
um prísin.
– Fleiri og fleiri fólk ynskja
at vita, hvaðani maturin, tey
eta, kemur. Hví skulu vit eta
lambskjøt úr Nýsælandi, tá vit
hava so nógvan seyð í Føroyum.
Katrin Petersen
leiðari fyri vakstrarætlan í Sandoynni
– Nógv fólk fyrihalda seg til
tað, sum fjølmiðlarnir siga, og
frávelja so støð, sum verða rakt
av yvirgangi. Á tann hátt kenna
tey seg tryggari.
Jógvan Bæk
sálarfrøðingur, um ferðamál, sum verða rakt av yvirgangi
2016