hósdagur 29. desember 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 30. desember 2016
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Landsliðið tapir í Frankfurt
Føroyska A-landsliðið spælir sín næsta dyst á árinum. Talan er
um venjingardyst í Frankfurt ímóti Kosovo, sum Føroyar tapa 2-0,
hóast føroyingar eru í yvirtali í 40 minuttir. Hetta er fyrsti góðkendi
landsdystur nakrantíð hjá Kosovo, sum stórfegnast um sigurin
»Her er ikki nøkur hjálp at heinta«.
Alt í einum hevur hann hann tikið
knívin fram og stungið varafútan
í vinstra lær. Finn kendi onga pínu
og tók tann blóðuga knívin upp av
vegnum – hann lá beint framman
fyri honum – og føldi nú, at beinið fór
at hitna og verða vátt, tí blóðið rann
oman frá lærinum. Finn gekk inn
aftur til móttøkuna, legði blóðuga
knívin á diskin og bað tey ringja 112.
– Eg hugsaði »nå, tað er tað hann
ætlaði«, tá ið eg sá knívin liggja á
asfaltinum, sigur Finn Ougaard.
Finn minnist, at tankarnir fóru
víða um hesa løtuna, og hann
hugsaði, at hetta var ógvuliga óveru
ligt.
– Eg minnist, at eg hugsaði, at
hetta var ein óverulig dramasøga við
mær sum høvuðspersóni. Kundi tað
veruliga passa, greiðir Finn Ougaard
frá.
Á skrivstovuni var Finn biðin
um at leggja seg á gólvið, buksurnar
vórðu skræddar upp, og tey royndu
at binda fyri bløðingina. Sum vera
man kom ein stórur blóðhylur á
teppið, sum seinni mátti beinast
burtur.
Løtan gekk skjótt, og bert fáar
minuttir seinni vóru sjúkrabilar á
staðnum, og Finn varð koyrdur á
sjúkrahúsið og lagdur undir lækna
hond.
Álopsmaðurin var ikki stórvegis
ávirkaður av støðuni. Hann spák
aði stillisliga frá staðnum ímóti
Ríkisumboðnum, og seinni hann fór
á løgreglustøðina í Jónas Bronks
gøtu, har hann vildi melda seg
sjálvan.
Lat seg ikki ávirka
At blíva álopin soleiðis uttan ávaring
og at verða stungin so meint við
knívi er nakað, sum flest okkara ikki
kunnu ímynda okkum. Ein hevur
lyndi til at halda, at slík hending
spøkir í langa tíð eftir. Men Finn
lærdi seg beinan vegin at sleppa
hendingini og ikki lata tað seta spor
í annað enn lærið.
– Eg segði við Kringvarpið tá, at eg
helt ikki, at fólk skuldi fara í panik
av hesum. Tað er mangan so, at tá ið
okkurt álvarsligt hendir, so ávirkar
tað fólk, sigur Finn Ougaard.
Finn kom heimaftur hósdagin
– bert tveir dagar eftir hendingina.
Hann var heppin, tað veit hann.
– Eg eri takksamur fyri, at einki
meira álvarsligt hendi. Tað kundi jú
skatt meg meira, enn tað gjørdi, sigur
Finn Ougaard.
Hann minnist eisini við takksemi
á øll tey fólkini, sum stuðlaðu honum
hesa tíðina. Blómur í hópatali komu
á sjúkrahússtovuna hjá Finni og
sama skil heima við hús. Og hann
minnist aftur á, at starvsfólkini í
fútaskrivsstovuni vóru tey, sum
helst vórðu mest skelkað av hend
ingini.
Undan kappingarárinum var
málið hjá KÍ at røkka evro
peiskum fótbólti, men serliga í
juni mánaði gerst tað øllum
greitt, at klaksvíkingar skulu
takast í álvara í stríðnum um
meistaraheitið. Fyrst vinnur KÍ
tryggar
heimasigrar
ímóti
hinum oddaliðunum, NSÍ og
Víkingi, og síðani líkist KÍ
einum føroyameistara, tá ið tað
eisini eydnast klaksvíkingum
at vinna trupla útidystin ímóti
B36. KÍ fer í summarsteðg sum
stórfavorittur at vinna FM, tí
heili sjey stig eru niður til
Víking.
Íslendingar bergtaka
EM í fótbólti byrjar hendan
mánaðin. Íslendingar luttekur
fyri fyrstu ferð nakrantíð í EM
í fótbólti, og teir smæðast ikki
burtur, men leggja út við
javnleiki ímóti Portugal. Næsti
dysturin ímóti Ungarn endar
eisini við javnleiki, men við sigri
í yvirtíðini ímóti Eysturríki
eydnast tað Íslandi at spæla
seg víðari úr bólkaspælinum.
Størsta
bragdið
av
øllum
fremja íslendingar tó, tá ið teir
basa Onglandi 2-1 í áttanda
partsfinaluni. Í Føroyum fylgja
nógv við, og rómurin er øgiligur
í Vágsbotni, har nógvir dystir
blivu vístir á stórskíggja undir
endaspælinum, tá ið Ísland
vinnur á stjørnunum úr Pre
mier League.
Børnini sluppu
ikki at rógva
Tað gongur heilt galið, tá ið
skipað verður fyri kappróði á
Sundalagsstevnuni, sum í ár
varð hildin í Hvalvík. Hóast
veðurlíkindini eru góð, so er
fasti starturin var ikki nóg væl
tjóðraður, og tað endar við, at
tilsamans 26 barnamanningar
við dreingum og vaksnum,
sum telja 182 børn, ongantíð
sleppa at rógva. Harafturat eru
róðrarnir hjá teimum vaksnu
seinkaðir í meira enn hálvtriðja
tíma.
Hallur til Superliguna
Hallur Hansson tekur eitt stig
upp á yrkisleiðsstiganum, tá ið
hann skiftir frá Vendsyssel til AC
Horsens, sum um hetta mundið júst
er flutt upp í Superliguna. Mett verður,
at talan er um metsølu av einum
føroyskum leikara, tí sum skilst kostar
tað AC Horsens 750.000 krónur, at
keypa Hall
Nýggj forkvinna í HSF
Kristian Johansen fær handað heiðursbræv
og gullnál, tá ið hann eftir 10 ár sum
formaður í Hondbóltssambandinum leggur
frá sær. Einasta valevnið,
sum verður skotið upp at
taka yvir, Gunn Ellefsen,
verður nýggj forkvinna.
Ein mánaði við nógvum fótbólti. KÍ líkst
einum føroyameistara, meðan Ísland
tekur øll á bóli í EM í Fraklandi
KÍ sópar alla
mótstøðu av vegnum
– Eg eri takksamur fyri, at einki
meira álvarsligt hendi. Tað
kundi jú skatt meg meira, enn
tað gjørdi, sigur Finn Ougaard
– Fyri samlaða búskapin er tað gott, at
nógvar íløgur verða gjørdar, serliga um
tær eru produktivar. Hinvegin er tað ikki
ein fyrimunur, um íløgurnar ikki eru við til
at økja produktivitetin í samfelagnum
Súni Schwartz Jacobsen
stjóri í Eik Banka
Ítróttur