hósdagur 29. desember 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
16
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Skulu hava fáar reiðarar
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, heldur, at tað skulu verða fáir reiðari í
vinnuni.
– Tað mest rættvísa fyri landið og fólkið er, at vit hava
nakrar fáar, men sterkar reiðarar í Føroyum, sum megna
at taka kappingina upp við okkara grannar, sum eru nógv
størri enn vit, sigur Jacob Vestergaard.
Nýggj rúsevni í umferð
Myndugleikarnir hava stýr á alkoholi og gomlu rúsevn
unum, men nýggj rúsevni floyma inn yvir landið. Talan er
um syntetisk evni, sum eru løtt at fáa fatur á. Tað sigur
Martin Kúrberg, sum arbeiðir við rúsevnismisnýtarum.
– Hetta er syrgiligt, men tað er veruleiki, at tað er lætt
hjá teimum ungu at fáa fatur á hesum evnum, sigur
Martin Kúrberg.
Juli:
Sonur kenda nólsoyingin, Ova
Joensen, sála, sum á sumri í 1986
róði langa teinin úr Føroyum til
Danmarkar, hevur fyri fyrstu ferð
verið í Føroyum og vitjað familju
sína.
Maðurin er Bo Janoschka, hann
er 36 ára gamalur, búsitandi í
Avstraliu, og hevur týska mammu,
sum eisini býr í Avstralia.
Fyrstu ferð í Føroyum
Nú Bo Janoschka hevur vitjað
í Føroyum, hevði hann eisini 9
ára gamla sonin við sær. Bo er
giftur koreanskari kvinnu. Tey
eru bæði sjúkrarøktarfrøðingar,
og Bo luttekur eisini í gransk
ingarverkætlanum innan heilivág.
– Eg vildi havt konu mína við
á ferðini í Føroyum, og tað hevði
hon eisini gjarna viljað, men tað
eydnaðist okkum ikki hesaferð at
fáa frí samstundis.
Bo Janoschka sigur, at hann
leingi hevur droymt um hesa ferð
ina at vitja familju sína, og hetta er
nakað, hann hevur glett seg til í
fleiri ár.
– Eg var smádrongur, tá mamma
mín fyrst ferð fortaldi mær um
pápa mín. Mamma mín giftist
týskum manni, sum doyði lut
falsliga ungur í 2004. Eg hevði tað
ógvuliga gott hjá mammu og
fosturpápa mínum, og tí saknaði eg
einki. Men, so hvørt, sum eg gjørd
ist tilkomin, gjørdist eisini forvitni
um veruliga pápa mín størri, og eg
fekk alt at vita, sum mamma mín
visti at siga mær.
Bo Janoschka sigur, at mamma
hansara og Ove í sínari tíð vóru
skipsfelagar umborð á norskum
skipi, og tað var har, hann varð gitin
í móðurlívi og føddur í Bremen í
Týsklandi.
– Ove visti, at hann var pápi mín.
Tá mamma mín sá Ova seinastu
ferð í einum rættarsali í Noregi,
bar hon meg undir belti og hevði
stóran búk. Talan var um eitt hvørt
rættarmál í samband við skipið,
sum Ove og mamma mín høvdu
verið við.
Sonur Ova Joensen eigur eisini
eitt bræv, sum mamma hansara
einaferð hevur givið honum.
– Hetta er avrit av einum ógvu
liga persónligum brævi, sum mam
ma mín einaferð sendi Ova fyri at
fortelja honum um meg, og í brævi
num framgongur eisini, at eingin
ivi er um, hvør pápi mín er, sigur Bo
Janoschka, sum ikki veit um onnur
brøv millum mammuna og Ova.
Øll eru ymisk
Men, nær frætti so mamma Bo um
søguligu ferðina hjá Ova í lítlum
árabáti úr Føroyum til Danmarkar?
– Tað dugi eg ikki at siga við
vissu, men eg trúgvi, at tað gingu
nøkur ár, kanska eini fýra ár,
áðrenn hetta gjørdist henni greitt,
og tá hevði pápi mín, sum doyði á
heysti í 1987, longu verið deyður í
nøkur ár.
Á ferðini í Føroyum hevur Bo
Janoschka hoyrt nógv um pápa
sín, men við tað, at hann eigur tvær
hálvsystrar, sum áður hava vitjað
familjuna í Føroyum, Christina
og Rose, sum hann eisini hevur
samband við, visti hann nógv,
longu áðrenn hann kom til Føroya.
Fyri nøkrum árum síðan vitjaði
eisini mamma hansara í Føroyum,
og tá hitti hon familjuna hjá
pápanum, eins og hon ferðast kring
landið.
– Tí visti eg nógv um pápa mín
og familju hansara, og eg hevði
eisini gjørt mær eina mynd av
Føroyum sum samfelag.
Bo Janoschka vísir á, at øll eru
vit serstøk, og hann heldur, at
pápi hansara var eitt fantastiskt
– Nú eg havi vitjað í Føroyum og havi
hitt familjuna hjá mær í Nólsoy, havi eg
fingið frið í hjartað – friðin, eg leingi
havi bíðað eftir, sigur Bo Janoschka, 36
ára gamli sonur Ova Joensen, sála, sum
nú fyrstu ferð hevur vitjað í Føroyum
Eg havi
fingið frið
í hjartað
JUL
Avvísir
flestu
klagurnar
Ein og hvør kann kæra ein Løgtingsins
Umboðsmann um almenna fyrisiting
og stovnar, men tær flestu kærurnar
verða ikki tiknar upp. Uppgerð vísir, at í
fjør fekk Løgtingsins Umboðsmaður 80
klagur, men hon vísti heili 71 av teimum
frá sær aftur. Orsøkir til hetta er, at
ofta eru aðrir kærumøguleikar, ella er
tíðarfreistin fyri kæruna farin.
Ein leiðsla til
sjúkrahús
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt eina
frágreiðing um heilsuverkið, mælir til,
at ein stjóri verður settur fyri tey trý
sjúkrahúsini, og at hann fær ábyrgdina
av at býta viðgerðir millum sjúkrahúsini.
Stjórin skal hava varastjóra afturat
sær og syrgja fyri, at daglig leiðsla er á
teimum trimum sjúkrahúsunum.
Kundu ynskt
sær fleiri
fólk á G!
Elsti festivalurin í landinum, G!
Festivalurin, verður hildin, og lagið er
gott í Syðrugøtu. Fyrireikararnir eru væl
nøgdir við festivalin, men tey kundu
ynskt sær fleiri gestir á festivalinum.
Hósdagin var dýrdarveður, fríggjdagin
illveður, og leygardagin gott veður aftur.
– Tað ber væl til at halda á,
hóast ein er vorðin gamal. At
seta seg at bíða eftir deyðanum
er nakað tvætl.
Ólavur Hátún
85 ára gamal, sum rør úr Havn til Haldórsvík og aftur
– Samfelagið er seinastu árini
munandi broytt, so at fólk flyta seg
meira og meira millum bygdir og býir.
Tey krevja ikki longur, at tey búgva í
somu kommunu, sum tey arbeiða í.
Eyðun Christiansen
stjóri í Kommunufelagnum
2016