Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Íslendska ævintýrið endar Íslendska EM-ævintýrið fær ein bráðan enda í fjórðingsfinaluni, tá ið íslendingar spæla ímóti fronsku vertunum. Íslendingar tapa 5-2, men hesin dysturin ger onki við eftirmæli hjá Íslandi frá hesari kapping, tí saman við Wales vísti grannatjóð okkara, at smátjóðir sanniliga eisini kunnu vera við. menniskja – ja, onkur sigur hetja. – Sum menniskju hava vit øll meira enn eina síðu, og eg skilji væl tey, sum halda hetta ella hitt, eisini um pápa mín. Í Avstralia eigur Bo Janoschka ein hálvbeiggja, sum mamma hansara og fosturpápin eiga saman, og hann eigur eina hálvsystir, sum fosturpápi hansara átti í sínari fyrru giftu. – Haraftrat eigi eg so hálv­systr­ arnar, Christinu og Rose, sum Ove er pápi at, og tær havi eg regluligt samband við. Hví í Avstralia? Onkur lesari spyr ivaleyst, hví nær­ masta familjan hjá Bo Janoschka býr í Avstralia, tá bæði mamman og fosturpápin bæði eru týsk. – Mamma mín dámdi væl at ferðast, og bæði hon og fosturpápin gjørdist sum ung rættiliga bitin av Tasmania, sum er stóra oyggin sunnan fyri meginlandið. Ferða- hugurin og forvitni fyri øðrum samfeløgum endaði við, at tey fyrst búsettu seg í Tasmaniu - og seinni í Brisbane, sum er ein av elstu býum í Queensland í Avstraliu. Sonur Ova Joensen býr saman við familju síni í Brisbane, og tað ger mamma hansara eisini, men hann vaks upp í Tasmaniu. – Mín dreymur er at vitja í Føroyum aftur um eini tvey ár, men eg trúgvi, at tað er meira realistiskt at siga um eini fýra ár. Eg vóni, at vit tá kunnu koma øll – kona mín, sonurin og eg. Tað hevði eisini verið ógvuliga stuttligt at sæð onkran í familjuni úr Føroyum í Avstralia, og tey skulu øll vera hjartaliga vælkomin. Sjálvandi ætli eg mær heim aftur til Føroya at vitja, nú verulig vinarbond eru knýtt, og eg eri komin at kenna familjuna., sigur Bo Janoschka. Friður í hjartanum Bo Janoschka sigur, at tá hann fyrstu ferð hitti ommu sína, Olevinu Joensen, á hesi ferðini í Føroyum, segði hon: »Tú ert sonur Ova úr Avstralia. Tit líkjast ógvuliga nógv, serliga tá tú smílist...« – Nú eg havi vitjað í Føroyum og havi hitt familjuna, havi eg fingið frið í hjartanum – friðin eg leingi havi bíðað eftir. Eg gleðist um, at ein hurð nú stendur opin fyri mær her, eins og hurðin hjá mær í Avstraliu eisini stendur opin fyri føroysku familjuni hjá mær. Føroyar eru eitt serstakliga vakurt land, og fólk eru ógvuliga blíð og fyrikomandi, sigur Bo Janoschka, sum nú er farin aftur til Týsklands at vitja familju sína har, áðrenn hann um nakrar dagar fer aftur til Avstraliu. Av teimum fýra, føroysku fel­ øgunum, sum taka lut í ávíka­- vist Champions League og Europa League, er onki, sum megnar at spæla seg víðari. Í Champions League-undan­kapp­ ingini tapir B36 upp á úti­vøll­ armál ímóti malt­iska Valletta, meðan HB tapir tilsamans 3-1 ímóti Levadia úr Estlandi. Enn verri gongur tað hjá Víkingi og NSÍ, sum tapa tilsamans 4-0 og 7-0 ímóti ávíkavist Ventspils úr Litava og Shakhter Soligorsk úr Hvítarusslandi. Samlaða úr­ tøkan úr teimum átta evro­ peisku dystunum er ein sigur, ein javnleikur og seks tap. Brandur og Hørður stórar ætlanir Í samrøðu við ÍtróttarSosialin greiða teir tá 16 ára gomlu hoy­ víkingarnir, Brandur Halg­irs­ son og Hørður Trygvason, frá teirra lívi í týska stórfelagnum, Flensburg-Handewitt. Ungu, føroysku hondbóltsleikararnir vóru um reppið at vinna týska meistaraheitið í U16-deildini, men taptu tepurt í avgerandi finalunum. Báðir siga teir seg hava sett sær sum mál, at teir vilja spæla á besta liðnum hjá Flensburg-Handewitt, sum telist ímillum tey fremstu í týsku Bundes­liguni. Torkil á danska landsliðið Stinni, føroyski súkklarin, Tor­kil Veyhe, verður úttikin á danska súkklulandsliðið. Hetta er tað størsta, sum ein sonevndur “A-súkklari” kann røkka utt­ an at súkkla á við einum fulltíðarliði. Torkil súkklar fyri Team WeBike-CK Aarhus, tá ið hann verður úttikin. Portugal vinnur EM Í bólkaspælinum snýkir Portugal seg víðari við trimum javnleikum, men at enda standa portugisar kortini í finaluni ímóti Fraklandi. Í finaluni fer Cristiano Ronaldo tíðliga av vølli við skaða, men kortini vinnur Portugal finaluna við framúr máli frá innskifta Éder. Tveir fáa nýggj íslendsk feløg Eftir skilnaðin við rumenska Dinamo Bucarest skiftir Kaj Leo í Bartalsstovu til íslendska FH, har Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad spæla frammanundan. Fáar dagar eftir verður Sonni Ragnar Nattestad tó útleigaður til Fylkir, sum stríðist í botninum av deildini. Ongin av teimum føroysku liðunum megna at spæla seg víðari á evropeiska pallinum. Ungir hoyvíkingar hava eisini stórar ætlanir í stórum, týskum hondbóltsfelagi Dumpa í Evropa Bo Janoschka og 9 ára gamli sonurin eru á veg avstað aftur. Unn Sørinardóttir (ytst vinstru megin) er systirdóttir Ova Joensen – og høgru megin systir Ova Joensen, Helena Joensen Eisini tað, sum er nýtt í dag, verður einaferð gamalt, so eg leggi meg somuleiðis eftir at fáa eitt eintak av øllum tí nýggja. Birgar Johannesen sum ger Býarsavn í Havn Ítróttur