Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 18 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Deiligt at vera í Føroyum Stóra navnið á Summar Festivalinum var Cliff Richard, sum telist millum størstu poppstjørnur í søguni. Hann kom til Føroya í góðum hýri og tóktist væl upplagdur á konsertini. - Tað er deiligt at vera í Føroyum. Umsíðir sleppi eg at vitja tykkara vakra land, segði Cliff Richard. Kvinnur halda seg frá kjaki Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at 64 prosent av kvinnum halda seg burtur frá øll kjaki á netinum. Av monnum siga 51 prosent tað sama. - Eg haldi ikki, at kvinnur halda seg aftur, tí tær eru smædnari enn menn. Orsøkin er heldur, at tær halda kjakið vera so primitivt, at tær ikki tíma at luttaka, sigur Tina K. Jacobse, forkvinna í Kvinnufelagnum. August: Klokkan er farin eitt sindur av 11 mikudagin 3. august, tá ið Wim Wenders møtir eitt sindur ov seint upp til sín egna tíðindafund, har føroysku fjølmiðlarnir fjølmentir eru møttir upp. Hetta er tann umvenda verð, tí at tað er tað nakar, sum hevur tann eginleikan at møta ov seint upp til ymiskt, so man tað vera føroyingar. Wim Wenders er ein blíður maður, og hóast týski filmsstjórin er blivin heili 70 ára gamal, so er hann framvegis virkin innanfyri filmslistina. Hann hevur stjórnað kendar filmar sum Wings of Desire, Buena Vista Social Group og Salt of the Earth. Hendan mikudagin er Wenders ílatin sermerktar bláar skógvar við samsvarandi bláum hosum, og eisini er hann í einum rættiliga leysum, brúnum klædningi. Ikki júst tann klædna­ stílurin, ið føroyingar eru vanir við. Hevur tikið upp í
fimm londum
 Orsøkin til, at Wenders er í Før­ oyum er, at hann seinastu vikuna hevur gjørt upptøkur í Føroyum til komandi film sín, Submergence, ið eftir ætlan verður frumsýndur á stóra filmsfestivalinum í Can­ nes í mai 2017. Cannes er ein býur í sunnara partinum av Frak­ landi. Talan er um ein film, ið landafrøðiliga spennir víða, tí at hann er blivin upptikin í heili fimm londum. ­ Vit byrjaðu í Berlin í Týsklandi, og síðani fóru vit til sunnara partin av Frakland. Eftir hetta fóru vit aftur til Berlin, áðrenn vit fóru til Madrid og útjaðarar í Spania. Síðani gekk leiðin til Djibouti í Afrika, áðrenn vit endaðu filmsupptøkurnar her í Føroyum, sigur Wim Wenders við Sosialin. Tá ið filmsupptøkurnar skulu gerast í so nógvum londum, so er sjálvsagt, at tað tekur drúgva tíð at fáa allar upptøkurnar í kassan. ­ Upptøkurnar til filmin byrjaðu fyrst í apríl, og nú eru vit komin til august. Vit hava brúkt langa tíð upp á upptøkurnar til hendan filmin, tí at vit hava havt steðgir í hvørjum landi, har vit skuldu fyrireika upptøkurnar. Onkuntíð vikur, og onkuntíð eisini longri enn tað. Men tilsamans hava vit brúkt fýra mánaðir upp á upptøkurnar til filmin, greiðir Wim Wenders frá. Ein øðrvísi filmur
 Submergence verður eitt sindur meira enn tveir tímar til longdar, og av hesum fara føroysku upp­ tøkurnar í filminum at fylla umleið 10 minuttir. Men hvat eru tað fyri nakrar upptøkur, ið Wenders hevur tikið upp í Føroyum? ­ Vit hava tikið ymsar upptøkur á sjónum nærhendis Tindhólmi. Eisini í einari holu, har vit sigldu ígjøgnum og høvdu eina heila dialogscenu. Síðani tóku vit eina langa scenu upp við einum fossi nær við Bøi, har Alicia Vikander var við. At enda tóku vit upp á flogvøllinum og á nøkrum vegum nærhendis, sigur Wenders um føroysku upptøkurnar. Alicia Vikander er 27 ára gomul, og er hon filmsleikari úr Svøríki. Hon hevur verið við í filmum sum Testament of Youth, Ex Machina, og fyrr í ár vann hon ein Oscar fyri sín leiklut í filminum The Danish Girl. Tá ið Wenders verður biðin um at samanbera sín komandi film við aðrar av sínum mongu filmum, so sigur hann, at hesin veruliga skilir seg úr mongdini. ­ Hesin filmurin er øðrvísi enn Heimskendi týski filmsstjórin, Wim Wenders, hevur verið í Føroyum og gjørt filmsupptøkur til komandi film sín, Submergence Ein heiður at filma í Føroyum AUG Tora ikki at siga sína hugsan Kjakið um hjúnarbandslógina hevur verið hart, og ein av teimum, sum hevur argumentera ímóti broytingini er Arni Zachariassen. Hann heldur, at hansara viðmerkingar hava verið niðurgjørdar. - Tað er ótrúilga keðiligt, at tað er blivi legitimt at niðra og søpla niður tey, sum er ímóti dagskránni hjá LGBT. Tað viðførir, at mong ikki tora at siga sína hugsan um tað, sigur Arni Zachariassen. Ung renna rúsørindi Ungfólk, sum villast inn í rúsevna­um­ hvørvi, fáa lítið burtur úr at renna ørindi fyri bakmenninar. - Tey gera tað helst fyri at vinna sær æru og heiður í umhvørvinum, sigur Brynjer Johannesen, sum arbeiðir á narkodeildini hjá løgregluni. Hann sigur, at tey ofta síga ungfól, sum verða brúkt sum kurerar í sambandi við rúshandlar. Náa ikki CO2 máli Í 2009 samtykti løgtingið, at føroyska CO2 útlátið skuldi verða 20 prosent minni í 2020, enn tað var í 2005. Tíggju ár seinni vísa tølini, at CO2 útlátið er minkað við trimum pronsetum, og tí tykist tað rættiliga ósannlíkt, at tað ber til at náa setta málinum í 2020. Grøn orka hjá SEV hevur viðført minni CO2 útlát, men føroysku húsarhaldini lata munandi meiri CO2 út í náttúruna nú enn fyri tíggju árum síðani. Tað má vera eitt treytaleyst politiskt mál, at hetta er okkara seinasti Smyril, tí tað er púra vitleyst at byggja nýtt skip. Henrik Old landsstýrismaður, sum vil hava undirsjóvartunnil til Suðuroyar Føroyar eru heilt serstakar við, at mann hevur eitt nútímans samfelag, sum heldur fast um gamlar siðvenjur. Mike Day framleiðari av filmi um grindadráp 2016