Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Rói royndarvenur við teimum bestu Helst størsti profilurin hjá neistamonnum, Rói Berg Hansen, fer at royndarvenja við danska meistaraliðnum Bjerringbro- Silkeborg, har føroyski Jóhan á Plógv spælir frammanundan. Royndarvenjingin gongur væl, og og BSV bjóðar Róa at halda fram í felagnum, men vinstri vongurin takkar nei orsakað av bústaðar- og skúlaviðurskiftum. allir aðrir, ið eg áður havi gjørt. Talan er um ein sannan ævintýrafilm við heimspolitiskum dimensjónum. Filmurin er eisini upplivingarríkur og er kærleiksfilmur burturav, ið eisini er hjartaskerandi. Eg havi ongantíð havt so nógvar torførar, ymiskar og serligar upptøkur sum í hesum filminum, sigur Wim Wen­ ders, ið veruliga meinar hvørt eitt orð. Ein vinningur at 
sleppa til Føroyar
 Tá ið filmsupptøkurnar skulu gerast í so nógvum ymiskum londum, har Djibouti man sigast at vera tað mest fjarskotna, kundi ein møguliga ímyndað sær, at hugurin at koma til Føroyar at gera tær allar síðstu upptøkurnar ikki hevur verið tann allar besti. Men Wim Wenders staðfestir at enda, at hann er ómetaliga glaður fyri at hava tikið tær síðstu upptøkurnar í júst Føroyum. ­ Aftaná alt tað harða arbeiðið, ið vit gjørdu í Afrika, so haldi eg, at tað at koma til Føroyar var ein vinningur fyri okkum. Tær føroysku upptøkurnar eru tær síðstu til filmin, og tað var ein sannur heiður at taka tær upp her, sigur Wim Wenders. Nærum øll føroyska tjóðin sat altráð og fylgdi við, tá ið Pál Vitalis Joensen skuldi svimja innleiðandi umfar í 1500 metra frísvimjing í OL í Rio. Tilmeldingartíðin hjá besta føroyska svimjaranum nakrantíð var 15:04.13 og mett varð, at Pál skuldi svimja teinin á umleið 14:52.00 fyri koma í OL-finaluna, ið var stóra málið. Frammanundan tippaði fyrrverandi venjarin hjá Páli Vitalis Joensen, Jón Bjarnason, at Pál fór at enda nummar sjey av øllum. Tað bleiv tó til stórt vónbrot á hesum sinni, tí Pál svam undir sínum vanliga støði og kom á mál við tíðini 15:18.49. Hendan tíðin rakk til eitt pláss sum nummar 30 av 45. Alli fær onga revsing Í landskappingardysti í Gunda­ dali ímillum HB og KÍ verður ein støða, sum dómarin ikki sær, fangað á sjónbandi. Í støðuni tykist tað at vera rættiliga eyðsæð, at Mayowa Alli hjá KÍ slær Ari Mohr Olsen hjá HB niður. Miðlarnir varpa ljós á málið, og tað endar við, at kappingarnevndin hjá FSF tekur málið upp. Mayowa Alli fær tó onga revsing, tí at FSF metir, at videomyndirnar ikki vísa, at talan er um eitt serliga grovt brot. Súni skjýtur steypið til Klaksvíkar Víkingur hevur møguleika at vinna sínu fimtu steypafinalu á rað, men tað verður KÍ, ið fer avstað við ársins løg­ manssteypið. Tað endar við brotssparkskapping ímillum liðini, og lagnunnar speisemi vil tað, at gøtumaðurin í KÍ, Súni Olsem, skjýtur av­ gerandi brotssparkið og løg­ manssteypið til Klaksvíkar. Gilli til Brann Gilli Rólantsson skiftir Aab út við norska Brann Bergen. Tvøramaðurin sigur, at tað fyrst og fremst er ynskið um fasta spælitíð, sum ger, at hann skiftir til Norra. Spátt verður, at alt eftir avrikum hansara og avgjøldum kann prísurin fyri føroyska landsliðsleikaran fara upp um eina millión. U18 vinnur bronsu Føroyska U18-landsliðið í manshondbólti luttekur í EM-kapping í Bulgaria. Ungu menninir gera bart við at enda nummar tvey í sínum bólki og vinna bronsudystin ímóti Makedonia. Brandur Halgirsson verður valdur til besta verjuleikara í kappingini. Tað gongur heilt galið hjá Páli Vitalis Joensen í OL í Rio. Eitt mál um Mayowa Alli fyllir eisini nógv hendan mánaðin, har KÍ gerst steypavinnari Pál kiksar Heimskendi leikstjórin Wim Wenders vitjar í Føroyum og ger upptøkur til nýggjan film Tú hevur rætt at siga, hvat tú vilt, men í summum førum er skilagott at skerja títt egna tælufrælsi. Rógvi Olavson cand.soc og Msc innan mentan, samfelag og samskifti Ítróttur