Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 20 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Kris nart hjørtuni Aldrandi countrystjørnan Kris Kristofferson vitjar aftur í Føroyum og hevur konsert í Havn. Hóast orkan ikki er tann sama, sum hon einaferð var, hugtók hann á konsertini. – Tað var ikki meira, enn tað grælaði úr honum, og gittar­ spælið var ófantaligt. Men hóast framførslan ikki var sannførandi, megnaði Kris Kristofferson at nerta fleiri hjarta­ streingir, skrivaði ummælarin Leivur Thomsen í Sosialinum. Nógv dyrka hassj Tað er vanligt, at løgreglan kemur fram á hassj­ plantur í Føroyum. Trupulleikin er útbreiddur og umfatandi, sigur varafútin Martin Gravesen í sam­ bandi við, at ein maður er í rættinum fyri at hava havt 166 hassjplantur heima. – Vit koma javnan fram á smáar plantasjur, men sjald­an av tí stødd, sum í hesum málinum, sigur Martin Gravesen. September: Ein lítil didda varð borin í heim fríggjadagin 2. september. Klokkan var áleið 22.10, tá ið gentan trein inn í hendan heim. Men enn hevur hon einki føðibræv. Tí enn er ikki greitt, hvat skal standa í hennara føðibrævi um føðistað. Er hon fødd umborð á Smyrli? Er tað ein ávís positión, sum skal finnast og skrivast í brævið? Hon var so ikki fødd í Suðuroynni ella í Havn. Men onkrastaðni mitt ímillum á opnum havi var lítla diddan hjá Rebekku Mørk Poulsen og Kim Eið úr Vági borin í heim. Ongantíð áður er eitt barn født umborð á Smyrli. Tað var tíðliga tann morgunin, at Rebekka fekk verkir. – Tað var so lítið uppá seg fyrstu tímarnar, so eg helt bara, at tað vóru plukverkir, greiðir Rebekka Mørk Poulsen frá. Seinni tann dagin fóru hon og maðurin Kim og sonurin Dávur í føðingardag í heimbygdini. Men komin innum dyrnar varnaðist Rebekka, at talan var ikki um falskan alarm, men nú var barnið ávegis. – Eg ringdi til jarðarmóðurina. Hon bað meg koma beina leið norður til Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Rebekka Mørk Poulsen. Hon og maðurin pakkaðu eina skjóta tasku av klæðum hjá Dávi og hann varð settur av hjá ommuni. Og so fór leiðin norður á Tvøroyri. Men ávegis norður broyttist ætlanirnar. Læknarnir søgdu nei Komin til Porkeris ringdi jarðar­ móðurin aftur. Hesaferð vóru boð­ ini øðrvísi. Smyril skuldi fara av Krambatanga klokkan 21.00 hetta kvøldið, men skipið hevði fingið boð um at bíða eftir Rebekku og Kim. – Hon segði, at vit skulu fara beint umborð á Smyril, sjálvt um eg átti at farið til kanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsið áðrenn, greiðir Rebekka frá. Orsøkin var, at læknarnir ikki vildu hava Rebekku at koma á sjúkrahúsið. – Jarðarmóðurin hevði heimild til at leggja meg inn kortini, men hon valdi at fylgja boðunum frá læknunum. Men hon og eg vistu, at eg var komin ov langt í føðingini til, at eg fór at klára til Havnar, áðrenn barnið kom, sigur Rebekka Mørk Poulsen. Komin umborð á Smyril bíðaði jarðarmóðurin á dekkinum eftir lítlu familjuni og og hon, Rebekka og Kim fóru beina kós inn á eitt av sjúkrarúmunum umborð á Smyrli. Óttafull og tó 40 minuttir seinni kom lítla diddan til heimin. Jarðarmóðurin hevði - Bæði eg og jarðarmóðurin søgdu, at eg fór ikki at klára til Havnar við Smyrli, áðrenn eg átti, sigur Rebekka Mørk Poulsen, sum átti eina diddu umborð á Smyrli. Men læknarnir vildu ikki hava hana á Suðuroyar Sjúkrahús Rebekka átti umborð á Smyrli SEP Rumbul um dýrt borð Tað skapar rumbul og kjak, tá ið tað kemur fram, at Tórshavnar kommuna hevur keypt eitt sera dýrt útlendskt borð til móttøkuhús í høvuðsstaðnum. Borðið og stólar kosta 360.000 krónur, og tað halda fleir er alt ov nógv. Fleiri byráðslimir føra fram, at teir kenna einki til keypið av hesum borðið. Rullu­ trappan reyk Einasta rullutrappa í Føroyum hevur verið í Handilskjarnanum í Havn, men í sambandi við umbygging av Handilskjarnanum, varð rullitrappan tikin burtur. SMS hevur langtíðarleigað Handil­ skjarnin, sum nú skal hýsa Mylnuni og venjingarmiðstøð. Sosialurin nýggjan blaðstjóra Sosialurin fær sín fyrsta kvinnuliga blaðstjóra, tá ið Barbara Holm hevur verður sett sum blaðstjóri afturat Eiriki Lindenskov, sum er ábyrgdarblaðstjóri. Barbara Holm hevur verið knýtt at Miðlahúsinum síðani 2008. Hon er bachelor í samfelagsvísindum og samskifti. - Miðlahúsið er eitt sera spennandi arbeiðspláss, og eg fegnist um, at eg sleppi at verða við til at menna tað, sigur Barbara Holm. – Seinasta val var eitt signal til mín um, at mín tíð sum politikari er farin. Alfred Olsen fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin – Eitt blaðungt fólk, sum hevur bygt sær eitt misbrúk upp, er ikki sjálvt ført fyri at biðja um hjálp. Tí skal tað ikki vera sjálvboðið, at ung fara í viðgerð. Angela Hentze avvarðandi 2016