Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór KÍ aftur steypavinnari KÍ-kvinnurnar vinna steypa­kapp­ ingina sjeyndu ferð upp í slag, tá ið tær á Tórsvølli vinna tepran 3-2-sigur ímóti HB. Evy á Lakjuni, Hervør Olsen og Liljan Jacobsen skjóta málini hjá KÍ, meðan Milja R. Simonsen skjýtur bæði málini hjá HB. eina tasku við ymiskari útgerð í við umborð, men annars vóru ikki nógvir hentleikar umborð. Til dømis var einki heitt teppið at balla lítlu gentuna í. – Tá eg koyrdi umborð á Smyril hugsaði eg nógv um, hvat nú fór at henda. Men tá føðingin sjálv byrjar, so hugsar man ikki um annað enn tað, sigur Rebekka Mørk Poulsen. Á onkran hátt halda tey bæði, at tað er okkurt stuttligt við, at barnið er føtt umborð á Smyrli. Men hinvegin eru tankarnir rundan føðingina eisini fongdir av ótta­ num fyri, hvat kundi hent. – Eg hugsi sjálvandi, hvat nú um barnið sat fast og ikki fekk andað. Ella hvat nú um eg misti ov nógv blóð, sigur Rebekka Mørk Poulsen. Men mest av øllum tekur hon í dag – tá ið alt spældi væl av – sera synd í jarðarmóðurini, sum varð noydd at hjálpa einum barnið til heimin undir slíkum umstøðum. – Fyri jarðarmóðurina var tað hart. Tí hon vildi hava meg á sjúkrahúsið, men kendi seg noydda at fara til Havnar hóast hon visti, at vit ikki fóru at náa tað, sigur Rebekka Mørk Poulsen. Vónar ikki tað hendir aftur Rebekka Mørk hevur valt at greiða frá tí sermerktu hending umborð á Smyrli 2. september, tí hon ynskir ikki, at aðrar barnakonur skulu enda í somu støðu sum hon. – Hetta má ikki henda aftur, tí tað kundi enda galið, sigur Rebekka Mørk. Hon og lítla dótturin hava tað gott í dag. Tær skulu tó vera verandi í Havn inntil uppruna termindagin hjá Rebekku, tí diddan er borin í heim tríggjar vikur ov tíðliga. – Tað má finnast ein tryggari skipan fyri barnakonur í Suðuroynni, sigur Rebekka Mørk. Hon vísir á, at fleiri kvinnur í Suðuroynni eru settar at eiga fram til ársskiftið, og tí má skil fáast á skipanina beinan vegin. – Tað hastar at fáa tryggari karmar til okkum, sum liva og virka í Suðuroynni, staðfestir Rebekka Mørk. Stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi sigur, at mannagongdin við barna­ konum í Suðuroy skulu broytast, so hetta ikki hendir aftur. Helgi Dam Ziska gerst fyrsti føroyski stórameistarin í talvi. Hetta heitið tryggjar hann sær í næstseinasta umfari á talv- olympiaduni í Baku, Aser­ba­ djan, har hann við svarta fólki­ num megnar at vinna ímóti sterkasta telvaranum úr Bo­ livia, Jose Daniel Gemy. Helgi var tryggur og miðvísur. Hann vann finnu frá mótstøðu­mann­ inum, ið sum fráleið hevði dagsskránna at varðveita javn­ leikin. Men Helgi kroysti stútt og støðugt mótstøðumannin, sum legði kongin, tá ið Helgi bæði hótti við máti og at vinna nýggja frúgv. Føroyska A-landsliðið hjá monnum fer í holt við nýggju EM-undankappingina. Fyrsti dysturin er heima á Tórsvølli ímóti Ungarn. Dysturin endar við málleysum javnleiki, men tað var Føroyar, sum var tættari við at fáa øll trý stigini. Føroyar høvdu eitt nú eina skotroynd á stongina. – Føroyingar høvdu møgu­ leikarnar at vinna hendan dystin. Tit royna at spæla góð­ an fótbólt og skora mál. Eg eri vísur í, at onnur lond eisini fara at missa stig á hesum leik­ vøllinum, segði ungarski lands­ liðsvenjarin, Bernd Storck, á tíðindafundinum eftir dystin. U21-landsliðið er um at vera liðugt við sína EM-undan­kapp­ ing, og í næstseinasta um­fari­ num, sum er á útivølli ímóti Aserbadjan, eydnast tað Før­ oyum at vinna sær fyrsta og einasta stigið umvegis 1-1-­ javnleik. Føroyskur málskjútti er Ári Mohr Jónsson. Neistin tapti tepurt Kvinnurnar hjá Neistanum spæla undanumfar í EHF Cup ímóti rumenska liðnum CSM Ploiesti, sum vegna fíggjarligar trupulleikar einans hevur átta spælarar við til Føroya, her tær vinna tepurt 26-24 í fyrra dystinum. Marjun Danberg skeyt heili 12 mál. Seinna dystin tapti Neistin 31-20 og harvið samanlagt 57-44. Gúppi-gate á Skála Sokallaða gúppi-gate, har næstbestu liðini hjá Skála og ÍF máttu spæla umdyst eftir at ÍF-málverjin gúppaði bóltar av vøllinum vegna ónøgd um ringt veður, verður avgreidd á Skála. Teir átta minuttirnir, sum vóru eftir av dystinum, verða spældir í enn verri veðri. Einki mál kom afturat hesa løtuna og Skála vinnur harvið 2-0. Septembur-mánaði var merktur av, at Føroyar fingu sín fyrsta stórmeistara í talvi. Tað var eisini í hesum mánaðinum, at føroyska A-landsliðið í fótbólti fór í holt við nýggju EM-undankappingina. Helgi Dam Ziska gerst stórmeistari Rebekka Mørk varð send umborð á Smyril, hóast hon var komin at eiga – Vit skulu sjálvandi leggja dent á at byggja lestraríbúðir og vardar íbúðir, men vit mugu heldur ikki gloyma tey, sum hava tørv á einari púra vanligari íbúð. Andras Róin stjóri í Bústøðum, sum byggir íbúðir Ítróttur