Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 22 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Saknar vinnaramentalitet Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sigur í sam­røðu við Sosialin, at suðuroyingar mangla ein vinnara­menta­litet. – Hjá teimum, sum trúva uppá, at einki hendir, hendir einki, og hjá teimum, sum trúgva at onnur skulu loysa trupulleikarnar fyri ein, hendir heldur einki, sigur Jóannes Eidesgaard. – Suðuroyingar skulu ala fram eina trúgv í sær sjálvum uppá, at hetta klára vit sjálvi, sigur hann. Mangla samband millum hugskot og pengar Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur sett í verk eina ætlan um at fáa betri samband millum íverksetarar og íleggjarar. – Tað er nokk av pengum til, og nokk av íleggjar­ um í Føroyum, men trupulleikin er mangan, at fáa íverksetarar og íleggjarar at møtast og koma víðari við hugskotinum, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Oktober: Tað er ein frísk og løtt Sigrún Brend, sum trínur inn í Miðlahúsið hendan góðveðursdagin. Í dag eru fetini løtt og hugurin góður. Tí Sigrún hevur fingið at vita, at hon er lekt fyri krabbamein. Læknarnir fingu alt, og í dag eru einastu sjónligu arrini lítla reyða strikan, sum gongur frá høgru síðu av pannuni, oman undir eyga og framvið nøsini og endar niðarliga á høgra kjálka. Í dag er hon við gott mót. Orðini “tú hevur krabbamein” gera nakað við ein persón í bestu árum. Hóast tú veitst, at tú ikki fert at doyggja, so kanst tú lættliga fara har út sum krákurnar venda reint sálarliga. Vildi hava hvíta
fylgisveinin burtur
 Tað byrjaði alt við, at Sigrún Brend hevði ein hvítan blett á høgra kjálka. Brádliga byrjaði bletturin at vaksa í vavið, og Sigrún gjørdist meira og meira irriterað inn á hendan hvíta blettin. Hann gjørdist so stórur, at trupult var ikki at hugsa um hendan stóra hvíta fylgisvein. So í 2014 fór Sigrún til húðlækna umvegis ávísing frá kommunulækna. ­Eg fekk tíð hjá húðlækna á Lands­sjúkrahúsinum. Hann hug­di eftir merkinum, tók biopsi av húðini har og tók burtur tvey móðurmerki. Hann fekk tó svar um, at har var einki galið, sigur Sigrún Brend. Tað skuldi eitast bert at vera bruni í einum hársekki sum at kalla einki skuldi gerast við. Men tvey ár seinni var Sigrún tó avgjørd um, at nú skuldi hvíti fylgisveinurin kortini takast burtur. Í vár gekk leiðin til privatu klinikkina Art­ harmonia, eisini um­ vegis kom­ munulækna, og Eliesar Olsen, lækni, hugdi eftir blettinum. – Eg sá á honum beinan vegin, at honum dámdi ikki, hvussu bletturin sá út. Men hann segði einki, og eg segði einki. Hann skar tó tað hvíta av og sendi tað til Danmarkar til kanningar, sigur Sigrún Brend. Áleið 14 dagar seinni ringdi telefonin, meðan Sigrún Brend seldi atgongumerki í Høllini á Hálsi. Hon hevði bundi seg til at selja atgongumerki fyri Neistan, tí kvinnurnar spældu dyst tá. ­ So ringdi Eliesar og bað meg koma niðan, tí hann skuldi tosa við meg. Boðini vóru “tú hevur krabbamein”, sigur Sigrún Brend. Praktiska síðan av henni traðk­ aði inn, og hon setti seg í bilin og koyrdi oman aftur í Høllina á Hálsi at selja seinastu atgongumerkini. Trupult at siga tað
við børnini Við hesari lívsbroytandi kunningini fór Sigrún oman aftur at selja atgongumerkini og eftir tað fortaldi hon manninum um sína heilsu. So vóru tað bara vit bæði, sum vistu tað ordiliga leingi. Tað ringasta var, at siga tað við børnini, minnist Sigrún Brend afturá. Tá dreingirni høvdu frætt boðini vóru tað at kalla eingi onnur, sum fingu sannleikan at vita. Men tá Sigrún skuldi sjúkrameldast og legg jast undir skurð, varð hon noydd at greiða tíðindaleiðaranum í Kring­ varpinum frá støðuni. So smátt byrjaðu fólk at fáa frænir av álv­ar­ somu støðuni og lívið sum krabba­ meinssjúklingur var brád­liga meira veruligt enn nakrantíð áður. Tað ringasta var, tá fólk tóku synd í mær og byrjaðu at spyrja um, hvussu eg hevði tað. Tá kláraði eg ikki at halda mær, sigur Sigrún Brend. Var heilt har úti Innan ein mánað var Sigrún Brend frísk, sjúk við krabbamein, skurðviðgjørd tvær ferðir og síðani frísk aftur, men við púra broyttari útsjónd. Tá tosað verður - Eg visti væl, at eg ikki fór at doyggja av tí, men kortini var eg heilt har niðri, at eg hugsaði um jarðarferðina, hvør skuldi koma til hana, og hvørjir sangir skuldu syngjast, sigur sjónvarpskvinnan Sigrún Brend, ið var sjúk av krabbameini Legði mína jarðarferð til rættis OKT SAS kemur til Føroya Flogfelagið SAS kallar inn til tíðindafund í Føroyum og boðar – nakað óvæntað frá – at flogfelagið fer undir flúgving til Føroya. Síðani Maersk gavst at flúgva til Føroya í 2004, hevur Atlantic Airways verið einsamalt á farleiðini undantikið eitt stutt skifti, tá ið Faroe Jet eisini fleyg. SAS fer undir flúgvingina til Føroya í mars mánaði næsta ár, og ætlar at bjóða bíligastu ferðaseðlarnar fyri 649 krónur. Fólk ill um bøtur Meðan stórdysturin millum Føroyar og Portugal varð spældur á Tórsvølli, var løgreglan úti við blokkinum og skrivaði 57 parkeringsbøtur. Fólk finnast at bótunum og siga, at tey parkera á sama staði í sambandi við aðrar fótbóltsdystir í Gundadali. Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at bilar, sum vóru til stóran ampa ella vand, fingu bøtur. 762 fólk í nevndum Í almenna geiranum eru 148 nevndir, og tær kosta tí almenna 14 miljónir um árið. Tað vísir ein uppgerð, sum Sosialurin endurgevur. 762 fólk manna tær almennu nevndirnar. Vanligt er, at nevndarlimir fáa fasta samsýning ella fundarpening fyri arbeiðið. – Tað er sera torført at hava eina privata vinnu í Føroyum, serliga um hon er lítil. Marita Debes Magnussen sum hevur stovnað kanningarfyritøkuna Thetis – Eingin ivi er um, at stóra eldgosið í Íslandi fer at goysa aftur. Spurningurin er bara nær. Uni Árting jarðfrøðingur 2016