hósdagur 29. desember 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 30. desember 2016
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Mennarar settir í starv
Fótbóltssamband Føroya roynir nýggjar og slóðbrótandi leiðir, tá ið
fýra fótbóltsmennarar verða settir í starv at taka sær av
leikaramenningini í feløgunum kring
landið. Teir, ið verða útnevndir til
uppgávuna, eru Jógvan Martin Olsen,
Øssur Hansen, Eli Hentze og danski
Thomas Thinggaard.
um kensluligar rutsjibanar, so er
neyvan nógvir, sum eru ógvusligari
enn hesin hjá krabbasjúklingum. Og
tað merktist.
Eg var heilt har niðri, har man
hugsar um jarðarferðina. Eg hugsað
um hvør skuldi vera har, og at eg
vildi hava sangin “hjørtur hyggja
tráandi”. Slíkt mól í heysinum. Tað
var býtt, men soleiðis hevði eg tað,
sigur Sigrún Brend.
Nakrir dagar vóru tungir, tað við
gongur Sigrún Brend í dag.
Serstakliga tá ið fólk spurdu inn
til sjúkuna, var tað tungt at bera.
Kenda andlitið í føroyska miðla
heiminum fær, sum vera man, nógv
ar fyrispurningar og prát um veður
og vind. Og í byrjanini elvdi almenni
áhugin til, at Sigrún ikki vildi út.
Eg hevði nakrar dagar, har eg
bara hevði hug at liggja í songini. Og
eg vildi so illa út við stóra skurðinum,
tí so fóru fólk at spyrja, og eg visti
ikki, hvat eg skuldi siga, sigur Sigrún
Brend.
– Eg fann út av, at eg kundi ikki
brúka tað til nakað, at taka synd í
mær sjálvari. Eg havi fýra stór børn,
og eg kundi ikki lata sjúkuna hjá
mær ganga út yvir nakran annan. Tí
tók eg meg saman og valdi at njóta
lívið meira. Eisini um nú var, at tað
var mín síðsta stund, sigur Sigrún
Brend, sum eisini er sera takksom
fyri stóra stuðulin frá manninum,
børnunum og vinum.
Óvist hvat hendir
við Degi&Viku
Í mong ár hevur Sigrún Brend
verið andlitið í føroysku sjónvarps
tíðindunum. Í dag er hon tó ikki at
síggja á skíggjanum, og ivasamt er
hvussu verður við tí framyvir, tí
andlitið er framvegis eitt vet viðtikið
av sjúkuni.
– Eg havi roynt okkurt smyrsl,
sum kann fjala tað reyða, men eg veit
ikki, um skuggarnir av skurðinum
kunnu fáast heilt burtur, sigur
Sigrún Brend.
Hon hevur tó fingið at vita frá
einum plastikkskurðlækna á Lands
sjúkrahúsinum, at arrið verður mun
andi penari við tíðini.
– Eg trívist væl við tíðindunum í
útvarpinum, men mær dámdi eisini
ótrúliga væl sjónvarpstíðindini. Nú
fáa vit at síggja, sigur Sigrún Brend
um arbeiðslívið framyvir.
Í dag er Sigrún frísk og við gott
mót. Tað eru nú fimm mánaðir síðani
seinastu skurðviðgerðina og hon
hevur lært seg at njóta lívið meira,
og at liva í nú’inum. Nak- að, sum tú
kanska ikki kann fáa tamarhald á,
uttan so, at ein lívskreppa av onkrum
slag kemur á teg. Í november
skal Sigrún aftur til kontrol. Hon
kennir á sær, at hon er frísk fyri
krabbamein. Og hon stúrir ikki fyri,
hvat læknarnir fara at siga.
– Um okkurt er galið aftur, so
taka vit tað bara harfrá, sigur Sigrún
Brend.
Fyri fyrstu ferð í 15 ár vinnur
føroyska
A-landsliðið
hjá
monnum ein HM-undandyst á
útivølli. Bragdið verður framt
ímóti Lettlandi í Riga, har
Føroyar vinnur ein trivaligan
2-0-sigur. Sonni Ragnar Natte
stad leggur Føroyar á odda í 19.
minutti, og eftir at lítið lettiskt
trýst var hæsað av, slær Jóan
Símuni Edmundssyni ein søtan
2-0-sigur fastan í 70. minutti.
Einans tríggjar dagar seinni
er fín vitjan á Tórsvølli, tá ið
eitt føroyskt landslið við stór
um sjálvsáliti tekur ímóti evro
pameistarunum úr Portugal
við Cristiano Ronaldo á odda.
Føroyar tapa greitt 6-0 og
Cristiano Ronaldo skjýtur tað
eina av málunum. Dysturin
verður eisini mintur fyri ein
drong, sum rann inn á vøllin í
hálvleikssteðginum at taka
eina selfie við Cristiano Ron
aldo. Tað var Ernesto Ferrari
Henriquez, sum rann inn á
vøllin, og hann segði við Sosi
alin dagin eftir, at hetta var
størsta gerðin í lívinum, og at
hann einki angrar. FSF fekk
seinni átalu frá FIFA fyri
hendingina.
Tað er stórur fagnaður á
Argjum, har Víkingur tryggjar
sær fyrsta FM-heiti í søgu
felagsins síðani GÍ og LÍF
løgdu saman í 2008. Tað er
umvegis ein 3-1-sigur ímóti AB,
at Víkingur fær FM-steypið á
seinasta leikdegi. - Hetta er fyri
pápa mín. Hendan fer á grøvina
hjá honum í kvøld, segði Jákup
V. Olsen, sum í summar misti
pápa sín, næstformannin í
Víkingi, Ólav Olsen, í syrgiligari
vanlukku.
Ársins spælarar
Miðlahúsið og Fótbóltssamband
Føroya útnevna ársins leikarar,
venjarar og dómarar á ársins-
tiltakinum á Hotel Føroyum.
Sølvi Vatnhamar er bestur hjá
monnunum, meðan Rannvá B.
Andreassen er best hjá kvinnunum.
Ársins dómari í Effodeildini
er fimta árið á rað Lars
Müller.
U17-landsliðið skrivar søgu
Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum
skrivar søgu, tá ið tað sum fyrsta
føroyska landslið nakrantíð spælir
seg víðari úr einari EM-undankapping.
Føroyar vinnur 2-0 ímóti Kekkia í fyrsta
dystinum, og hóast 3-0-tap ímóti Sveis
í øðrum dystinum, so fær Føroyar javnt
2-2 ímóti Luksemburg og spælir
seg víðari.
Trý stig til landsliðið í Riga, Cristiano Ronaldo vitjar
á Tórsvølli og Víkingur vinnur sítt fyrsta FM-heiti.
Bragd í Riga og
FM til Víking
- Eg fann út av, at eg kundi ikki
brúka tað til nakað, at taka synd í
mær sjálvari, sigur Sigrún Brend
– Skalt tú hava gott kjøt, mást
tú eisini verða sinnaður at taka
ein vága.
Jan Thomsen á Eiði
sum vinnur kapping um besta skerpikjøt
Ítróttur