Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 24 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Trump vinnur valið Tað var tað, sum ikki kundi henda, men tað hendi kortini. Donald Trump vann amerikanska forsetavalið á Hilary Clinton, sum undir øllum valstríðnum var greiður favorittur og lá langt frammanfyri í veljarakanningunum. Men tá ið amerikumenn settu krossin á valinum, gjørdist Donald Trump vinnarin. Samkynd ikki giftast í kirkju Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin, vísir, at 66 prosent av føroyingum eru ímóti, at samkynd sleppa at giftast í kirkju. 27 prosent halda, at tað skulu tey sleppa, meðan 8 prosent siga seg ikki vita. November: Eit mál av teimum margháttligu var fyri í Føroya rætti. Ja, tað var næstan sum tikið úr norsku sjónvarpsrøðini Fleksnes. Hvørgin bilurin vildi bakka, tá teir møttust í Hvalbiartunlinum. Endin var, at tríggir mans máttu møta í Føroya rætti ákærdir fyri harðskap Undan jólum í fjør hittast tveir bilar í Hvalbiartunlinum. Tunnilin er elsti tunnilin í landinum og dagføringarnar hava verið fáar hesi árini. Hetta merkir, at tveir bilar ikki kunnu koyra framvið hvørjum øðrum í tunlinum. Lukkutíð eru fleiri víkipláss, so at ferðsla báðar vegir kann koyra so nøkunlunda. So var tó ikki hetta kvøldið. Teir møttust millum tvey víkipláss og hvørgin vildi bakka. Lógin er greið – bilarnir av Tvøroyri hava víkiskyldu, men unga kvinnan, sum koyrdi bilin hetta kvøldið, greiddi í rættinum frá, at hon var vís í, at hon fór at náa eitt víkipláss afturat, áðrenn hon møtti hinum bilinum. Og tað eydnaðist næstan, tí sambært henni manglaðu bara tveir metrar í. Hon royndi at geva tekn til hin bilføraran um at bakka eitt sindur, so hon kundi smoyggja seg inn um, men hann vildi ikki. Hon fór so undir at bakka, men av tí at hin bilurin var hægri, sá hon illa. Hon blunkaði tí við langljósunum fyri at fáa hin at seta støðuljósini frá, so at hon skuldi síggja betri. Tað gjørdi tó bara støðuna ilt verri. Í bilinum á veg suðureftir øtað­ ust tey inn á ferðina á bilinum, sum kom koyrandi móti teimum. Í evstu løtu bremsaði hann tó, men vildi ikki bakka, hóast hann hevði víkiskyldu. Tá ein løta var farin, tendraði hin bilurin eisini langljósini og setti seg at blunka í gronina á fólkunum á veg suðureftir. Hví bakkaðu tey ikki bara, um tað bara restaðu tveir metrar í? Frástøðan til nærmasta víkipláss mundi vera nærri 30 metrum, mettu faðir og sonur. Hetta er annað parið av feðgum í søguni. Hesir báðir vóru báðir skuldsettir fyri harðskap og son­ urin eisini fyri hóttanir. Langt um leingi byrjar unga kvinnan so at bakka, men sjeikurin, sum sat undir liðini á henni, var illa nøgdur. Hann rópti nøkur væl vald orð eftir hinum bilinum, meðan tey spakuliga bakkaðu í ringa sýninum í myrka tunlinum. Í tí at hin bilurin koyrir framvið rópar sjeikurin aftur eftir bilinum. Júst hvat var sagt, er ósemja um í rættinum. Unga gentan vildi vera við, at hann kallaði hin bilføraran fyri idiot eini tvær, kanska tríggjar ferðir, meðan tey í hinum bilinum siga, at ókvæmisorð sum bøssi og reyvpulari vóru havt á lofti. Harðskapur á Kolavegnum
 Undir øllum umstøðum gjørdust tey so ørg í bilinum, at tey vendu so skjótt tey kundu og fóru koyrandi norður eftir aftur, eftir hinum bilinum. Í rættinum greiddu feðg­ arnir frá, at teir vildu hava eina frágreiðing frá unga manninum, um hví hann uppførdi seg soleiðis. Á kolavegnum steðga báðir bilarnir og feðgarnir leypa úr bilinum. Teir lata hurðina upp á aftara bilinum og so er heldur ógreitt, júst hvat fer fram. Unga kvinnan í bilinum sigur, at feðgarnir báðir vóru sera hóttandi, at teir royndu at hála unga mannin úr bilinum, sum helt fast alt hann kundi í trygdarbeltinum. Sambært ungu kvinnuni slóu teir eisini sjeikin á vangan og í bringuna. Harumframt hótti sonurin við at hann skuldi drepa unga mannin, um hann segði eitt orð afturat. Feðgarnir greiða frá, at teir einans vildu tosa við mannin og hava eina frágreiðing frá honum, um hví hann var so ófólkaligur í Hvørgin bilurin vildi bakka, tá teir møttust í Hvalbiartunlinum. Endin var, at tríggir mans máttu møta í Føroya rætti ákærdir fyri harðskap Bardust um víkiskyldu NOV Heðin varð lumpaður Kommunvalið hevði við sær broyting í leiðsluni í landsins størstu kommunu. Valkvøldið tóktist avtala vera millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um samstav, har Heðin Mortensen skuldi halda fram sum borgarstjóri. Dagin eftir var alt broytt. Fólkaflokkurin hevði skift part og fekk borgarstjórasessin í samstarvi við Tjóðveldi og Framsókn. Annika Olsen verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. 20 hava skift flokk Seinastu 100 árini hava 20 fólk skift flokk, meðan tey hava sitið á løgtingið. Tað vísir uppgerð hjá Sosialinum. Tekin eru um, at tað er blivið meiri vanligt at skifta flokk, tí 12 teirra hava gjørt skiftið hesumegin aldarskiftið. Ferða­vinnan gevur pengar Ein kanning, sum Tjóðveldi á fólkatingi hevur gjørt, vísir, at ferðavinnan hevur vaksandi týdning fyri føroyska búskapin. Sambært kanningini starvast 465 fólk í ferðavinnuna, sum er 2,6% av BTÚ. Varðhaldið er einasta rúsfría umhvørvið, sum ungir rúsevnismisnýtarar kenna. Jógvan Páll Lassen advokatur Nógv verður tosað um rottu í Føroyum, men sum støðan er, arbeiða vit fullkomiliga í blindum. Sjúrður Hammer lívfrøðingur 2016