hósdagur 29. desember 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 30. desember 2016
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Taptu í Sveis
Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir fjórða dystin í verandi
HM-undankapping. Dysturin er ímóti Sveis og verður spældur
frammanfyri 14.800 áskoðarum á Swissporarena í Luzern.
Føroyar eru rímiliga væl við, men heimaliðið vinnur dystin 2-0 við
málum frá Eren Derdiyok og Stephan Lichtsteiner.
ferðsluni. Teir høvdu hvørki verið
harðligir ella hóttandi, greiddu teir
frá, og teir fóru víðari, so skjótt ungi
maðurin hevði biðið um umbering.
Heldur áfram
við Drelnes
Søgan endar tó ikki her. Ungi mað
urin er so skelkaður av hendingini,
at hann ringir til løgregluna. Av
misgávum ringir hann 311448 og fær
tí einki samband. Hann ringir tí til
pápa sín og greiðir frá, hvat hent
er. Pápin biður hann ring ja 351448
og annars bíða eftir sær, hann skal
koma og koyra bilin til Hvalbiar, nú
bæði sonurin og gentan eru skelkaði.
Her koma so hinir feðgarnir inn í
myndina.
Pápin, eisini hann 52 ára gamal,
loypur í bilin og fer koyrandi av
Tvøroyri, norður til Hvalba. Nærindis
skúla num í Trongisvági møtir hann
teimum, sum sonurin segði høvdu
g jørt seg inn á seg. Hann kúvendir
og fer koyrandi aftan á, og fær hin
bilin at steðga í Líðini, nærindis har
Statoilstøðin hjá Poul Sigurð var.
Og hvat hendi síðani? Pápin av
Tvøroyri, sum eisini varð ákærdu
fyri harðskap, játtaði í rættinum, at
hann hevði sligið hin pápan á armin
við einum lítlum gassa. Í rættinum
greiddi hann tó frá, at hetta var mest
sum í sjálvverju, tí hann óttaðist fyri
lívinum. Sambært honum komu
feðgarnir báðir úr bilinum og hin
eldri royndi at hála seg út gjøgnum
vindeyga í bilinum. Tískil fekk hann
fatur í gassanum og sló á hondina,
sum helt í sær.
Um hurðin ikki var læst, sat eg
ikki her í dag, segði pápin av Tvøroyri.
Feðgarnir vóru púra ósamdir í
hesi frágreiðing. Í teirri frágreiðing
royndi pápin fyrst at koyra teir
niður, tá teir vóru komnir úr bilinum.
Síðani var hann á veg úr bil inum,
men settist aftur, tá hann sá, at
feðgarnir vóru tveir. Tá var tað, at
hann læsti seg inni í bilinum, men
rullaði vindeyga niður og byrjaði at
sláa mannin við gassanum. Sjálvir
vildu teir einans práta við mannin.
Vit vildu bara práta. Tá ein hevur
ein kristnan holdning er man vanur
við at vera diplomatiskur. Tað er ikki
vanligt at fara eftir fólki við vápni.
Hann var bara úti upp á eitt, at drepa
okkum, segði eldri hvalbingurin.
Málið bleiv ikki heilt liðugt við
gjørt í rættinum. Ákæruvaldið valdi
at sleppa ákæruni móti pápanum av
Tvøroyri. Hon metti ikki, eftir at hon
hevði hoyrt vitnini og partarnar í
málinum greiða frá, at hon kundi
prógvað, at maðurin hevði framt
ógrundaðan harðskap móti hinum
pápanum.
Hinir báðir feðgarnir mugu møta í
rættinum aftur seinni, tí ákæruvaldið
vil gjarna hoyra frágreiðingina frá
hinum soninum, sum var í bilinum í
tunnellini hetta kvøldið í desembur.
Torkil Veyhe ger eitt frambrot í
føroyskari súkkling, tá ið hann
sum fyrsti føroyski súkklari
fer at súkkla hálva tíð. Hendan
møguleika fær hann eftir eitt
ótrúliga gott kappingarár við
Team WeBike-CK Aarhus, har
hann eisini verður úttikin til
danska landsliðið at súkkla
PostNord
Danmark
Rundt.
Eftir
kappingarárið
skrivar
hann sáttmála við ColoQuick-
CULT, sum er eitt sokallað
kontinental-lið, ið hevur at
gongd til størri kappingar
uttanlands.
Sterkasti maður í Føroyum,
Bjarni Nielsen, gerst nummar
trý til altjóða sterkmanskapp
ingina, Toyota Battle, sum er í
høllini á Hálsi í Havn. Bjarni
liggur væl fyri tað mesta av
kappingini, men í seinastu
tveimum øvilsunum kiksar.
Sterkasti maður í Evropa,
Laurence Shahlaei úr Onglandi
vinnur greitt, meðan danski
Mikkel Leicht verður nummar
tvey. Á fjórða plássi er fleirfaldi
heimsins sterkasti maður, 41
ára gamli litaviski Zydrunas
Savickas.
Gilli Rólantsson, sum fyrr
í ár skifti úr danska AaB til
norska Brann, er við til at
tryggja nýggja felagnum hjá
sær silvur í norsku Tippuliguni.
Málið, sum er hansara fyrsta
fyri Brann, skjýtur hann til
2-0 tveir minuttir fyri hálvleik
í dystinum ímóti Sarpsborg,
sum verður vunnin 2-1. Brann
endar heili 15 stig aftanfyri
stórfelagið
Rosenborg
og
trý stig frammanfyri Odds
Ballklubb, sum vinnur bronsu.
Kristian í EHF-nevnd
Kristian Johansen, fyrrverandi
starvsnevndarformaður
í Hondbóltssambandi
Føroya, verður valdur til
varaforseta í EHF Court of
Handball hjá evropeisku
hondbóltssamgonguni. Valið fer
fram á kongress í St. Wolfgang
í Eysturríki, og hetta er
fyrstu ferð, at Føroyar fær
nevndarumboðan í EHF.
Steven Gerrard gevst
Fyrrverandi Liverpool-liðskiparin, Steven
Gerrard, velur at seta fótbóltsskógvarnar
á hillina. 36 ára gamli miðvallarin hevur
seinastu tvey árini spælt við amerikanska
felagnum LA Galaxy, hagar hann
skifti til eftir at hava spælt 504
dystir og skotið 120 mál fyri
barndómsfelagið Liverpool.
Hann náddi eisini at spæla
114 dystir fyri enska
landsliðið.
Føroyar fáa nú sín fyrsta føroyska súkklara, ið skal súkkla
hálva tíð. Gilli Rólantsson hevur funnið spæligleðina aftur í
Noregi, og Bjarni Nielsen dystast við nakrar av heimsins
sterkastu.
Torkil Veyhe
ger frambrot
- Ert tú samfelagsrevsandi, ert
tú eisini samfelagsrósandi.
Steintór Rasmussen
sum hevur skrivað krimi skaldsøgu.
Ítróttur