hósdagur 29. desember 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
26
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Castro doyr
Fidel Castro, sum í hálva øld var leiðari á Kuba, doyr 90
ára gamal. Fidel Castro stóð á odda fyri kollveltingini
á Kuba seinast í 1950’unum, og hann sat við
valdið fram til 2008, tá ið hann lat valdið
víðari til beiggja sín, Raul. Fidel Castro var í
nógv ár ímyndin av uppreistrinum ímóti
heimsvaldinum hjá USA.
Føroyar talgildast fyri 150 milliónir
Stóra verkætlanin at talgilda Føroyar fer at kosta
umleið 150 milliónir krónur næstu fýra árini. Ein
kt-skipan skal savna øll grunddata um føroyska
samfelagið, so tey kunnu lesast talgilt á sama
staði. Hesir upplýsingar eru persónar, virki,
fyritøkur, lendi, adressur og annað.
Desember:
Navnið Hanus Samró festi seg í
tilvitskuna hjá Føroya fólki, tá
hann sum einans 23 ára gamal
tók sæti á Føroya løgtingi. Við 304
atkvøðum kom hann syngjandi á
ting, einans 78 atkvøður færri enn
formaður floksins Jørgen Niclasen.
Hanus Samró varð ikki aftur
valdur við síðsta val, tá Fólka
flokkurin gekk nógv aftur, men enn
hoyrist nógv til navnið.
Hann hevur givið seks bøkur út,
og var í síðsta mánaði aktuellur við
nýggja blaðnum Ó og DVDini hjá
Ævintýraferðini.
Fyrrverandi
løgtingsmaðurin
er nevniliga óvanliga virkin, men
handan nógva virksemið goymir
seg ein syrgilig lagna.
Álvarsom sjúka
Hanus Samró hevur nevniliga
álvarsomu sjúkuna Facio Scapulo
Humerale muskeldystrophy (FSH),
ið betri er kend undir heitinum
vøddasvinn.
– Hon rakar andlitið, armarnar
og niðasta partin av rygginum. Men
eg havi ringasta slagið, har beinini
eisini eru rakt, sigur Hanus Samró.
Sjúkan kann ikki lýsast sum
annað enn náðileys. Líðandi tærir
hon upp á likamið, og einasta vónin
er, at hon steðgar av sær sjálvari.
– Eingin kann siga, um sjúkan er
steðgað ella ikki, men um gongdin
verður tann sama, sum hon hevur
verið seinastu fýra til fimm árini,
eru útlit fyri, at eg endi í koyristóli.
Tað má tíðin vísa, sigur Hanus
Samró álvarsamur á máli og heldur
fram.
– Tíverri er tað okkurt, ið bendir
á, at sjúkan hevur rakt fingrarnar.
Eg klári ikki longur at boyggja
fremstafingur á høgru hond, og
okkurt er sum bendir á, at longu
tong á høgru hond eisini er ávirkað.
Ungi rithøvundurin, ið harvið
kann missa førleikarnar at skriva,
er tó bjartskygdur, tí hann hevur
sett sær fyri, at sjúkan ikki skal
steðga honum.
– Um eg so skal skriva við
høkuni, so geri eg tað. Tað er bara
ein nýggj avbjóðing, sum eg ætli
mær at liva við. Einki kann steðga
mær, sigur Hanus Samró avgjørdur.
Ein vilji av stáli
Hesin vilji at einki skal steðga
honum er tað, ið kanska best
eyðkennir Hanus Samró. Um hann
hevur sett sær nakað fyri, so ger
hann tað, óansæð umstøðurnar.
Sambært honum er tað týdning
armesti lærdómurin frá sjúkuni.
– Einki eitur forðing. Tú kanst
alt, sum tú setur tær fyri. Trúgv
upp á tað. Um onnur siga, at tað er
ómøguligt, nýt tað sum motivatión.
Um onnur halda tær aftur, gev
teimum fingurin og ger tað kortini.
Tú kanst alt, og tú kanst nógv meir,
tá tú hevur eitthvørt, sum heldur
tær aftur kropsliga, tí tað snýr seg
um at yvirliva, sigur Hanus Samró.
Ein av dreymunum hjá unga
hoyvíkingum, ið gjørdist veruleiki,
var tá hann í 2011 saman við
vinmanninum Rógva Mikkelsen
stovnaði fyritøkuna Ó.
– Nú havi eg eina lítla fyritøku,
eg lívi mítt egna lív eg geri tað,
sum eg havi hug til, og um nakar
fortelur mær, at tað ikki ber til, og
tað hendir lutfalsliga ofta, brúki eg
tað sum motivatión. Akkurát sum
við sjúkuni. Tað er eingin forðing.
Tað er mín styrki, greiðir Hanus
Samró frá.
At liva við sjúkuni
Fjúrtan ár eru liðin, síðan Hanus
Samró fekk staðfest sjúkuna, og
unga ítróttatalentið er nú vinnu
lívsmaður, politikari, lesandi og
rithøvundur og hevur lært at brúka
sjúkuna til okkurt gagnligt.
– Tað er ómøguligt at skilja meg
og sjúkuna frá hvørjum øðrum. Eg
livi við henni hvønn dag. Men sjálvt
um hon hindrar mær í nógvum, er
tað eisini hon, ið motiverar meg. Eg
brúki vónbrotini til okkurt jaligt,
sigur Hanus Samró, og leggur dent
á, at hann er so nógv meira enn
bara sjúkan.
– Sjúkan er ikki Hanus Samró.
Hanus Samró er Hanus Samró,
soleiðis sum hann altíð hevur verið.
Í dag kemur tað bara ikki til sjóndar
í ítrótti, men eg kann so nógv meir
nú, enn eg kundi fyri 10 árum síðan.
Fór fullkomiliga í svart
Samrøðan er um at enda, tá prátið
fellur inn á framtíðina og útlitini
fyri at enda í rullistóli. Hann er
opin og erligur um støðuna.
– Eg minnist einaferð, tá eg var
og vitjaði mammu, at eg var eitt
sindur ov seinur á flogvøllinum,
og flogfarið var langt burtur. So
tað mátti ganga skjótt fyri seg. Tá
nyttaði ikki at vera treiskur, greiðir
Hanus Samró frá.
- Einki eitur forðing. Tú kanst alt, sum tú setur tær fyri. Trúgv upp
á tað, sigur Hanus Samró, ið hevur álvarsomu sjúkuna vøddasvinn
Vil brúka beinini
sum longst
DES
Hallur á
toppinum
Countrysangarin Hallur Joensen, sum er
fluttur til Danmarkar at búgva, ger um
seg á Dansktoppen hjá Danmarks Radio,
har hann í nógvar vikur hevur havt plás
á listanum - nakrar vikur sum nummar
eitt.. Sangurin kallast SOS fra mig, og
teksturin er skrivaður av Jacob Haugaard.
Á jólum vinnur sangurin aftur ovasta
plássið á listanum.
Gongur
betur í PISA
Nýggj PISA-kanning vísir, at fram
gongd er í úrslitunum hjá føroysku
skúlabørnum. Síðani 2006 hevur gingið
støðugt rætta vegin, og úrslitið hesaferð
er tað besta nakrantíð. Føroysku
skúlabørnini fáa besta úrslitið innan
støddfrøði, meðan tað framvegis er í
náttúruvísind, at stóra takið skal takast
fyri at betra støðuna.
Gera nýtt
hotell
Sonevndu Kommandørhúsini yvir við
Strond í Havn verða seld frá tí almenna
til privatar eigarar. Jóhan og Lis í
Niðristovu hava saman við familju keypt
húsini, sum tey fara at umbyggja til
hotell, ið skal hýsa 28 gestum. Tey ætla,
at hotellið letur upp komandi summar.
– Hetta verður ein kampur um
lív ella deyð, men vit taka av
avbjóðingini.
Jóhanna á Bergi
stjóri í Atlantsflogi, um kappingina við SAS
– Tað besta hevði verið, um
tørvurin als ikki var til staðar,
at øll høvdu onkran at halda jól
saman við.
Nicolina í Lág Jøkladal
sum saman við manninum heldur jól saman við einligum
2016