hósdagur 29. desember 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
28
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hvussu hevur 2016
verið fyri teg?
– Árið í ár hevur verið avbera
gott, tað hava tey flestu árini eg
havi livað. Eg fegnist um, at míni
nærmastu hava góða heilsu, og at
tað gongst teimum væl.
Hvør var besta
upplivingin í 2016?
– Ein ferð til Edinburgh á pásk
um við hornorkestrinum stend
ur frammarlaga yvir góðar upp
livingar, fótbóltsárið hjá KÍ, serliga
steypafinalan, dysturin og alt
hóvastákið bæði áðrenn og aftaná
dystin. Og so hevur bókaútgáva
verið á skránni.
Hvør var keðiligasta
uppliving í 2016?
– Nú eri eg soleiðis saman
skrúvaður, at eg samli ikki uppá
keðiligar upplivingar, eg gloymi
tær skjótt, Freddie Mercury syng
ur í einum sangi til John Lennon
um lívið “Sleeping is my leisure,
Waking up in a minefield, Dream
is just a pleasure dome, Love is
a roulette wheel - life is real”, og
endar við orðunum “Life is cruel,
life is a bitch, Life is real - so real”.
Lívið hevur nógvar avbjóðingar,
men tað er veruligt og skal livast
her og nú – soleiðis er tað eisini
hjá mær.
Hvat hevur tú sett
tær fyri 2017?
– Eg havi næstan altíð ætlanir
um broytingar, liva sunnari, eta
sunnari, flyta meg meira, siga
meira nei, men detti sum oftast
afturá gamlar vanar. Eg haldi, at
eg hevði broytt meg ov nógv, um
eg skifti lívsførslu, so tað ætli eg
mær ikki.
Soleiðis var
okkara 2016
Vit hava spurt nøkur fólk, hvussu tey upplivdu 2016,
og hvat tey hava sett sær fyri í nýggja árinum
Lívið skal livast her og nú
Andras Sólstein, savnsvørður og rithøvundur, Klaksvík
Hart at vitja afrikanskt fongsul
Livar Nysted, havrógvari, Hvannasund
Fótbóltsløta við soninum
var tann størsta
Lissi Mouritsen, lesandi, Keypmannahavn
Hvussu hevur 2016
verið fyri teg?
– 2016 hevur veri eitt spennandi og
hendingaríkt ár við bæði góðum
og minni góðum upplivingum.
Hvør var besta upplivingin?
– Besta upplivingin var at fara
við familjuni til Afrika og møta
okkara sponsorbørnum, Sammy
og Lucy.
Hvør var keðligasta
upplivingin?
– Keðiligasta upplivingin, ella eg
kundi sagt keðiligastu uppliving
arnar vóru eisini í Afrika. At
síggja alla neyðina var sera hart.
Svong gøtubørn í ongan góðan
hava, familjur við smáum børnum,
ið búgva á ruskplássinum, og
so fongslið, vit vitjaðu, vóru
nakrar av teimun minni góðu
upplivingum, eg havi haft í 2016.
Hvar hevur tú sett
tær fyri í 2017?
– Eg havi sum so ikki sett mær
nakað serligt fyri í 2017. Onkrar
róðrarplanir eru í stoypiskeiðini,
og hvør veit um 2017 ikki verður
starturin uppá nakað heilt serligt
innan havrógving? Livst so spyrst.
Annars taki eg ein dag í senn og
njóti lívið.
Hvussu var 2016 fyri teg?
– 2016 hevur verið eitt sera
minniligt og hendingaríkt ár við
bæði sól og regn í hjartanum. Stórar
avgerðir eru framdar – eg havi sagt
bei bei til Føroyar eina løtu og hej
hej, København. Eitt ár við sera
nógvum tonkum til tey menniskju,
sum standa mær nær hjartanum –
sum eg ikki komi at síggja hvønn
dag – familja vinir og B36. Altíð
havi eg elskað Føroyar, men tær
avgerðir, eg havi tikið í 2016, hava
veruliga fingið meg at hugsa enn
djúpari um, hvussu fantastiskt tað
heila er – alt tað, sum eg haldi er
ein sjálvfylgja, hugsi eg øðrvísi um
í dag. Føroyar eru unikar – eg elski
Føroyar.
Besta uppliving í 2016?
– Her hevði tað verið lættari at
skriva eina bók. Tað besta er sjálv
andi muss og klemm frá mínum
vaksnu dreingum og tí lítla og
so sjálvandi eisini míni betru
helvt. B36 er best innanhýsis í
høvuðsstaðnum. Europa League.
Hvítar og svartar gaggur hava
hvassar tenn. White Tigress fløg
an til okkara fantastiska felag.
Christian Mouritsen til B36. Men
um eg bert skal velja eina uppliving,
so er tað avgjørt tann løtan í
Guldadali, har okkara fantastiski
venjari tók støðu til, at Jóhan Eiler
Simonsen (sonur mín) tann 16. mai
kom á vøllin í dystinum millum
B36 og B68, og harvið spældi sín
fyrsta dyst fyri besta liðið hjá B36.
Oyjøsus, tað var rørandi. Tankarnir
vóru hesa løtu vóru nógvir - serliga
hjá abba mínum Ejvind Mouritsen
um, hvussi stoltur hann hevði verið.
Ein løta eg altíð fari at minnast!
Keðiligasta
uppliving 2016 !
– Mammasta eg havi tað gott, tí
her er ikki nógv at skriva heim um.
At trappan hjá Heðini alt ov ofta
var KÍ-blá, og at sangurin rungaði
orðarætt enntá niðan í stovuna
hjá mær her heima. Og at vakna
í Danmark á miðari nátt og fáa
at vita, at Heðin Mortensen var
ikki okkara borgarstjóri meira –
nadoy altso, eg havi akkurát fingið
svøvnin aftur!
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2017?
– At seta prís uppá tey smáu tingini
her í lívinum. Liv nú og njót tað! Og
so annars at verða eg.