Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 30. desember 2016 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Eg fari at royna okkurt nýtt í 2017 Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, Tórshavn Nýtt arbeiði bíðar fyri framman Inna Tørnroos, journalistur og grafikari, Stockholm Hvussu var 2016 fyri teg? – Árið hevur verið myndað av bókaútgávu. Finn teg í organisa­ sjónini kom á marknaðin og er væl móttikin. Nøkur halda enntá, at hon er góð. Hvør var besta upplivingin í 2016? – Tað besta er at eg havi mína familju við inn í 2017. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016? – Eg havi einki nevnivert keði­ ligt upplivað í 2016. Men fyri 20 árum síðani doyðu pápi, mamma, mamma konu mína og tvill­ings­ beiggi innan fyri eitt 1/2 ár. Tað var hart. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017? – Eg havi sett mær fyri at gera okkurt, sum eg ongantíð havi roynt áður. Hvat tað verður veit eg ikki enn, men tað fer at vísa seg. Hvussu var 2016 fyri teg? – 2016 hevur verið eitt ár, har eg havi haft trý ymisk arbeiðspláss, so eg havi haft úr at gera, men fyri tað mesta havi eg havt tað stuttligt og lært eina rúgvu av nýggj­um fólki at kenna. 2015 var eitt øguligt ár, tá eg misti pápa, eina góða vinkonu og arbeiðið. 2016 verið meira »mainstream«, men hevur avgjørt eisini havt sín­ ar av­bjóðingar. Hvør var besta upplivingin í 2016? – Eg haldi at málferðin til Madrid í februar var ein tann besta upp­ livingin. Tað var ein avbjóðing at fara burtur frá familjuni í tvær vikur fyri at læra seg eitt nýtt mál saman við ókendum fólki. Men av tí at ferðin og skúlin vóru so vælskipað, gjørdist tað tvær sera læruríkar vikur. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016? – Takk og lov havi eg ikki havt nakra ordiliga keðiliga uppliving í 2016, men arbeiðið sum jour­nal­ istur og grafikari er ikki lætt, nú tá fleiri og fleiri bløð verða niður­ løgd, og so at siga allir starvs­fe­ lagir eru onkursvegna raktir av skerjingum ella arbeiðsloysi. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017? – Ganga meira og ferðast onku­ staðni langt burtur næstu jól. Nýtt arbeiði bíðar eftir nýggjár, so tað vóni eg sjálvandi verður gev­andi. Fari at fjakka í hálvt ár Sóley Danielsen, sjónleikari, Tórshavn Hvussu var 2016 fyri teg? – Tað, sum hevur fylt mest, er mítt yrki sum sjónleikari innan pall og filmslist. Eg spæli eina sera spennandi rollu í einari svenskari sjónvarps­ røð Gabriel Klint, ið er ein fjøl­ mentanarlig seria, sum partvís er upptikin í Føroyum og Svøríki. Sesong eitt av sjónvarpsrøðini hevur frumsýning í fyrru helvt av 2017, so tað verður spennandi at vita, hvussu hon verður móttikin. Mín góða vinkona Katrin Morten­ sen og eg hava formað eina feministiska skemtiduo, har vit skriva og framføra ymiskt um tað at vera kvinna í Føroyum. Vit hava m.a framført til tiltakið í samband við altjóða kvinnudagin og til Amnesty átakið um neyðtøku. Tað var avbjóðandi og mennandi at framføra leikin Shakespeare: Tey føroysku verkini saman við Gunnvá Zachariasen og Kristinu Sørensen Ougaard, har vit, við Hans Tórgarð sum leikstjóra, heiðraðu 400 ára deyðsdagin hjá Shakspeare við einari stuttligari og absurdari samanseting av øllum føroyskt-týddu leikunum. Eisini havi eg starvast sum dramalærari í Sjónleikarhúsinum og yrkislistafólk í Frískúlanum á Velbastað, har eg dagliga tilsamans havi samstarva við 80 barna- og ungdómssjónleikarum. Hvør var besta upplivingin í 2016? – Eg havi havt ótrúliga nógvar góðar upplivingar, bæði persónliga og í starvinum. Tá vit filmaðu svensku sjón­ varps­røðina slapp eg at upp­liva, hvussu eitt stórt filmslig arbeiðir og hvussu sera dugnalig tey øll eru. Eg lærdi nógv og gleði meg longu til vit fara undir at upptaka sesong tvey og trý. Eisini var tað sera stórt at upp­ liva Nordic Performing Arts Days í Føroyum fyri fyrstu ferð og fáa ein rúgva av sera góðum og spennandi norðurlendskum leikum sýndar í Føroyum. Fyrireikarnar hava uppi­ borið eitt stórt herða­klapp fyri tað megnararbeiði, teir gjørdu. Tað hevur eisini verði sera stutt­ ligt og rørandi at havt so nógvar dugnaligar barna- og ungdóms sjónleikarar undir hond. Eg vil avgjørt ráða øllum listafólkum og fólki sum heild at deila síni evnir við onnur og læra frá sær. Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016? – Tað er sera keðiligt, at vit enn í 2016 hava eitt samfelag, sum ikki loftar teimum, sum koma illa fyri. Eitt fíggjarliga skert heilsuverk, ivasom eldrarøkt, børn, sum liva í fátækadømi – eru hetta ting, sum vit eiga at góðtaka? Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017? – Í januar fari eg at fjakka við tveimum vinkonum í India og Asia í eitt hálvt ár. Vit fara simpelten bara at hava frí og hugna okkum. Men tey sum kenna meg, vita, at eg sjáldan bindi frið, so eg havi sjálvsagt ætlanir um at gera ymiskar øðrvísi filmsupptøkur, meðan vit eru burtur. Fyrsta heila árið við politikki Ruth Vang, løgtingskvinna, Tórshavn Hvussu var 2016 fyri teg? – Árið hevur verið serligt, tí hetta er fyrsta heila árið, eg havi verið í politikki. Av somu orsøk haldi eg, at árið hevur verið nógv merkt av tí. Tað hevur verið spennandi og læruríkt fyri fyrstu ferð at viðgera eitt nú fíggjarkarmar, ólav­ søkurøðu løgmanns, fiskidagar og nú fíggjarlógina fyri aðru ferð. Hvør var besta upplivingin í 2016? – Árið hevur verið gevandi og gott bæði persónliga og yrkisliga. Dugi illa at taka fram nakra serstaka hending. Ólavsøkugudstænastan var serlig fyri meg hesu ferð, tí eg luttók fyrstu ferð sum ting­fólk. Vitjanin á Gibraltar við fíggjar­ nevndini var áhugaverd. Og so gleðist eg um, at tað eydnaðist Fram­sókn at fáa kommunala um­ boðan í høvuðsstaðnum á valinum í november. Havi annars havt nógvar góðar upplivingar saman við familju og vinum í 2017; nógvar túrar í føroysku náttúruni umframt summarfrí í Italia. Hvør var keðiligasta upplivingin? – Persónliga eri eg spard fyri keðiligar hendingar í 2016, tó at eg kenni fleiri, sum hava mist og eru rakt á annan hátt. Tey eru í tonkunum nú um jólini. Nógvu yvirgangsatsóknirnar í Evropa í ár ávirka meg og eg eri meiri stúrin viðvíkjandi støðuni í heiminum í mun til undanfarin ár. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017? – Eg havi í fleiri ár ynskt at hildið summarfrí og ferðast runt í Føroyum. Kanska fer tað í ár at eydnast mær, í øllum førum í størri mun, at ferðast í egnum landi.