Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 SØGA Barbara Holm Tað er vorðið siður, at Sosial­ urin og aðrir miðlar skriva um ársins fyrsta føroying. Og soleiðis er aftur í ár. Men av somu orsøk hevur Súsanna hoyrt nógv fyri, at hon ivaleyst fór at enda í bløðunum, tá ið hennara lítla barn varð komið til heimin. Tí hon var sett til 1. januar 2017 og hon átti júst hendan dagin. – Tey hava ávarað meg um, at eg fór sikkurt at enda í bløðunum, sigur Súsanna flennandi av føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Tað er nevniliga stuttligt at eiga ársins fyrsta føroying. Og hesin lítil sjeikurin er lítli­ beiggin í familjuni. – Stóribeiggin er fýra ár og hann er so errin av lítla dronginum, greiðir Súsanna frá. Tað var klokkan 7.30 1. januar, at Súsanna fekk verk­ir og so gekk skjótt fyri seg. Klokkan umleið 11.15-11.30 var hon á sjúkrahúsinum og longu klokkan 12.15 var lítli beiggin lagdur í hennara armar. – Tað gekk fantastiska skjótt og væl, sigur Súsanna. Lítla familjan fer aftur til Kaldbaks í morgin ella ovurmorgin, har tey hava bú­stað. Súsanna er sjálv úr Kald­bak, meðan maðurin Andrew er skoti. barbara@sosialurin.fo 1. januar klokkan 12.15 varð hesin lítli drongurin borin í heim. Foreldrini eru Súsanna Annfinnsdóttir Crooks og maður hennara Andrew Crooks úr Kaldbak Her er ársins fyrsti føroyingur Mynd: Álvur Haraldsen