mánadagur 2. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BORGARSTJÓRI
Hallur av Rana
Tá Annika Olsen 1. januar tók við
sum borgarstjóri í landsins størstu
kommunu, setti hon eitt punktum
fyri sekstan rokmiklar mánaðir, har
hon fleiri ferðir var í miðdeplinum í
politiskum ódnarveðri vegna held
ur ivasamar politiskar avgerðir.
Samstundis mótprógvaði hon eisini
fleiri av landsins fremstu politisku
viðmerkjarum, tá hon gjørdi teirra
døpru
politisku
spádómar
til
skammar.
Tí eftir at hava skift Fólka
flokkin út við Framsókn, fyri síðan
at rýma úr Framsókn aftur og
melda seg uppí aftur Fólkaflokkin,
alt innan fimm mánaðir, vóru
lýsingarorðini um ein av Føroya
fremstu kvinnuligu politikarum
alt annað enn føgur, og spátt varð,
at hennara politiska yrkisleið hevði
fingið eitt álvarsamt skot fyri bógv
in.
Torført var at ímynda sær tá,
at Annika Olsen nakrantíð fór
at sleppa framat aftur einum av
politisku oddasessunum hjá Fólka
flokkinum eftir hennara floks
skiftir, men tá hon í morgun hevði
sín fyrsta arbeiðsdag sum borgar
stjóri, er tað ein sannroynd, at
hvørki Jørgen Niclasen, formaður
í Fólkaflokkinum, ella nakar annar
politikari
hjá
Fólkaflokkinum,
lands- ella kommunualpolitikari,
hevur størri politisk vald enn
nývaldi borgarstjórin hjá Fólka
flokkinum.
Er aftur har tað byrjaði
Tað er kanska passandi, at stað
setingin fyri politisku endurnýggj
anina hjá Anniku Olsen er á Vagl
inum í Havn. Tað var hóast alt har,
at hon av fyrstan tíð gjørdi vart
við seg sum politikara, tá hon til
kommunuvalið 9. november 2004
varð vald í býráðið sum nummar
fýra á listanum hjá Fólkaflokkinum
við 244 atkvøðum.
Tíðin
í
kommunalpolitikki
gjørdist ikki drúgv, tí longu fýra ár
eftir vóru boð eftir Annika Olsen
aðrastaðnis. Við 520 atkvøðum
gjørdist hon nevniliga nummar
fýra á listanum hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 19. januar 2008, og
gjørdist harvið fyrsti kvinnuligi
tinglimurin í søguni hjá Fólkaflokk
inum.
32 ára gamla tingkvinnan hjá
Fólkaflokkinum gjørdi tó greitt, at
hon ongan áhuga hevði í at røkja
bæði býráðssessin og løgtings
sessin samstundis, og segði harvið
sessin í býráðnum frá sær.
Síðan hevur sjáldan verið friður
um politikaran Annika Olsen, ið
hevur røkt fleiri landsstýrissessir
og hevur enntá eina ferð roynt at
koppa Jørgen Niclasen sum for
mann í Fólkaflokkinum.
Ikki langtíðar mál
Men hóast talan er um eina kvinnu
við royndum frá stórum polit
iskum sessum, ið nú tekur við
sum borgarstjóri, so er tað við eyð
mjúkleika, at hon fer undir nýggju
avbjóðingina.
– Eg eri ómetalig spent. Tað er
við størsta eyðmjúkleika, at eg
taki við eini so stórari uppgávu, og
geri eg tað við virðing fyri tí, ið er
gjørt frammanundan. Eg fari við
góðum treysti undir at gera eitt
so gott arbeiði sum gjørligt fyri
borgararnar í kommununi, greiðir
Annika Olsen frá og leggur afturat.
– Vit hava eina samgongu, ið
hevur sett sær fyri, at í felag fremja
fleiri mál. Skráin verður ikki al
mannakunngjørd fyrr enn týs
dagin, men kann eg siga, at vit fara
at føra ein so góðan og skilagóðan
politikk sum til ber. Fremsta upp
gávan hjá okkum verður at tæna
borgarunum.
Sjálvt um borgarstjórasessurin
í Tórshavnar kommunu er tann
størsti sessurin í føroyskum bý
ráðspolitikki, so vil Annika Olsen
vera við, at hon ikki hugsaði so
nógv um sessin undir valstríðnum.
– Tað var ikki eitt langtíðar
mál at koppa Heðin ella gerast
borgarstjóri, tá eg stillaði upp. Eg
vænti ikki, at nakar droymdi um
hesa støðuna, tá eg boðaði frá, at
eg stillaði upp til býráðsvalið, sigur
nývaldi borgarstjórin.
Tendraði ein loga
Tað er eingin loyna, at tað er ein ser
stakliga væl dámdur borgarstjóri,
Heðin Mortensen, ið Annika Olsen
avloysir á Vaglinum. Hann hevur
verið toppskorari trý tey síðstu
valini, og umframt at hava sitið
seinastu tólv árini sum borgarstjóri,
er við sínum 44 árum í býráðnum
longst
sitandi
býráðslimur
nakrantíð í Tórshavnar kommunu.
Annika Olsen dylur heldur ikki
fyri, at hon hevur stóra virðing fyri
undanfarna borgarstjóranum.
– Heðin hevur verið ein ótrúliga
góður borgarstjóri, ið hevur verið
ímyndin av Tórshavnar Kommunu
síðstu tólv árini. Tað kann eingin
taka frá honum. Hann megnaði
at birta ein loga í hjørtunum hjá
nógvum havnarfólkum, ið aldrin
fer at sløkna, sigur Annika Olsen.
Sjálv er hon tó talskvinna fyri, at
eingin skal røkja tveir fólkavaldar
sessir samstundis, og tí mælir hon
fráfarna borgarstjóranum til at
miðsavna seg um landspolitikkin
komandi árini.
– Hann trívist væl í løgtinginum
og ger tað væl har. Men tað er týdn
ingarmikið, at man hevur fokus á
einum staði og ikki tveimum. Tað
var meinbogin hjá honum til hetta
valið, og hevði støðan nokk verið
øðrvísi í dag, um hann helt seg til
býráðið, sigur Annika Olsen og
leggur afturat.
– Nú hevur hann møguleikan
at savna seg um tað landspolitiska
og gera tað burturav. Eg meti hann
hevur fleiri góð ár eftir í politikki og
tykist at vera í góðum politiskum
formi, sigur nýggi borgarstjórin.
Tilvildin ráddi
Sjálv vísir Annika Olsen á, at tað
var ein avgerð hjá samgonguni í
løgtinginum, ið førdi til, at hon
valdi at stilla upp til býráðið.
– Tá Fólkaflokkurin ikki fekk
loyvi at gera eina innanhýsis um
skipan av nevndarsessinum í utt
anlandsnevndini, mátti eg um
hugsa mína støðu. Eg sat nevniliga
uttan nakra veruliga ávirkan á
parlamentariska arbeiðið, fyriuttan
orðaskiftið og atkvøðugreiðsluna í
tingsalinum, greiðir Annika Olsen
og heldur fram.
– Eg var ikki har avgerðir vórðu
tiknar, har mál vórðu viðgjørd, har
partar vórðu hoyrdir o.s.fr. So hóast
eg hevði umleið 1.000 atkvøður
frá valinum, so føldi eg, at eg ikki
kundi røkja mítt starv eins og hinir
løgtingslimirnir.
Um sama mundi arbeiddu flestu
politisku flokkarnir við uppstill
ingin til býráðsvalið, og javnan varð
kunngjørt í fjølmiðlunum, at ymisk
tingfólk stillaðu upp.
– Sum forkvinna í Havnar
Framburðsfelag varnaðist eg, at
hinir flokkarnir løgdu nógv fyri at
vinna valið, og førdi tað við sær, at
umleið ellivu tingfólk stillaðu upp
til býráðsvalið. Tað fekk meg at
hugsa, um tað ikki var best, um eg
hjálpti flokkinum við sjálv at stilla
upp, sigur borgarstjórin.
At enda var tað samantvinningin
av, at Annika Olsen ongan nevndar
sess fekk í løgtinginum og sterku
listarnir hjá hinum flokkunum, ið
var avgerandi fyri, at Annika Olsen
stillaði upp.
Spurd um tað sostatt ikki kann
hugsast, at Javnaðarflokkurin á
løgtingi sostatt var viðvirkandi til
at koppa Heðin Mortensen sum
borgarstjóra, tá tey noktaðu um
skipanina
hjá
Fólkaflokkinum,
hevur Annika Olsen bestan hug at
bera seg undan, men svarar at enda.
– Jú, tað er væl hugsandi, at støð
an hevði verið heilt øðrvísi, um eg
fekk sessin í uttanlandsnevndini,
sigur borgarstjórin.
Farvæl til løgtingið
Hóast tað eru níggju ár síðan, at
Annika Olsen seinast fekk valið
at røkja bæði ein løgtings- og bý
ráðssess samstundis, so er einki
– Tað var ikki eitt langtíðar mál at koppa Heðin ella gerast borgarstjóri, tá eg stillaði upp.
Eg vænti ikki, at nakar droymdi um hesa støðuna, tá eg boðaði frá, at eg stillaði upp til
býráðsvalið. Tað sigur Annika Olsen, nývaldi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu
ANNIKA RÆÐUR
NÚ YVIR HAVNINI
Nýggi borgarstjórin etur morgunmat við starvsfólkunum í býráðshúsinum