Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 BORGARSTJÓRI broytt. Borgarstjórin er avgjørd um, at býráðslimir ikki skulu røkja báðar sessir. – Tað hevur verið mín hugsan í fleiri ár, og havi eg fleiri ferðir gjørt vart við tað. So næstu ferð løgtingið savnast verður tað uttan Anniku Olsen. Eg sigi farvæl nú eg taki við sum borgarstjóri, sigur Annika Olsen. Tað er tó við einum sindur av sorgblídni, at borgarstjórin á hes­ um sinni takkar fyri seg í lands­ politikki. – Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð, tí eg havi verið ómetaliga glað fyri at sita á løgtingi. Men tað er týdningarmikið, at man er trúgvur móti tí, ið man hevur lovað borgarunum áðrenn valið. Tað inniber, at eg ikki kann røkja báðar sessirnar, sigur Annika Olsen. Kvinnurnar ráða Hóast Annika Olsen ikki er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórs­ havnar kommunu, Lisbeth L. Peter­ sen var borgarstjóri frá 1992 til 1996, so hevur tað aldrin áður verið so stórur meiriluti av kvinnum í býráðsmeirilutanum. Heili fimm av teimum sjey bý­ ráðslimunum í meirilutanum eru kvinnur, og tað setur nøkur krøv ásannar borgarstjórin. – Kvinnur fáa mangan skotið í skógvarnar, at tær ikki kunnu sam­ starva, og um tær eru ov nógvar, so endar tað bara í klandri. Vit fimm hava eina ábyrgd at prógva, at so­leiðis er tað ikki, sigur Annika Olsen. Higartil metir borgarstjórin eisini, at hon hevur alla orsøk at vera bjartskygd um samstarvið. – Samstarvið higartil ber boð um nýggjar tíðir fyri kvinnur í politikki. Talan er um eina góða samanseting av fimm kvinnum og tveimum monnum við ymiskum útbúgvingum og royndum. Polit­iska trýstið á okkum síðan november hevur longu prógvað, at vit megna at standa móti teimum størstu politisku stormunum, sigur Annika Olsen og sipar til vikurnar eftir, at flokkarnir gjørdu avtalu um samgongusamstarv. Má læra av feilum Samrøðan er um at koma at enda, tá samrøðan kemur inn á floks­ skiftini, formansstríðið í Fólka­ flokkinum, kvettið móti Heðin Mortensen og onnur mál, ið hava fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu árini, og hava verið við til at vent eitt negativt sjóneyka á nývalda borgarstjóran. Heldur enn at royna at skúgva søgurnar til viks og skifta evni, viðurkennir borgarstjórin, at hon ikki altíð hevur borið seg rætt at, men ivast kortini í, um hon hevði gjørt nakað øðrvísi, um hon fekk møguleikan at broyta tað. – Í politikki henda nógv ting, men tað týdningarmikla hjá politik­arum er at læra av bæði teim­um røttu og skeivu avgerðum. Eg veit ikki, um eg kundi ella hevði gjørt nakað øðrvísi. Men man má bara læra av fortíðini, sigur Annika Olsen. Júst nógva rokið um sín egna persón hevur lært hana nakað, ið hon hevur lagt sær í geyma, nú hon sessast í borgarstjórasessin. – Tað snýr seg ov mangan um persónar. Nógv hevur verið tosað um Heðin Mortensen og Anniku Olsen. Nú er tað týdningarmikið at skifta fokus, so vit hyggja eftir borgaranum og kommununi. Tíðin er komin at vera meira savnandi og fáa frið yvir høvuðsstaðin, með­ an vit lata tað persónliga liggja, sigur Annika Olsen, og brúkar jóla­ ódnirnar sum dømi. – Um jólini hava nógvar ódnir verið, og eftir hvørja ódn ræður um at bøta um skaðarnar og standa saman. Tað er tað, ið vit mugu gera nú. Latið okkum bøta skaðarnar av politiska ódnarveðrinum og taka eitt tak saman fyri okkara kommunu, sigur borgarstjórin. hallur@sosialurin.fo Eg var ikki har avgerðir vórðu tiknar, har mál vórðu viðgjørd, har partar vórðu hoyrdir o.s.fr. So hóast eg hevði umleið 1.000 atkvøður frá valinum, so føldi eg, at eg ikki kundi røkja mítt starv eins og hinir løgtingslimirnir Tíðin er komin at vera meira savnandi og fáa frið yvir høvuðsstaðin, meðan vit lata tað persónliga liggja, sigur Annika Olsen Myndir: Álvur Haraldsen