Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum Arc­ tic Viking, er ikki sørt for­ tørn­aður um umstøð­urnar í russiska partinum av Barents­havinum. – Hetta er “trakkið” hjá okk­um seinasta mánaðin. Vit hava verið fýra ferðir um russiska checkpunktið - eftir­ litsstøðina - og so norður aftur á rækjuleiðirnar (sí viðheft kort). Tað merkir, sigur skiparin, at Arctic Viking hevur siglt fýra ferðir 700 fjórðingar í staðin fyri beina kós upp á umleið 60 fjórðingar. –Soleiðis hava vit siglt 2800 fjórðingar í staðin fyri 240. Bjarni Petersen vísir á, at soleiðis verður føroyskt skip viðfarið av russisku myndug­ leikunum í Barentshavinum, meðan skipini hjá teimum sjálvum í føroyskum sjógvi gera júst, sum tey vilja. Hann vísir á, at í Føroyum er als einki checkpunkt, og hann hevur tískil hug at halda, at “tjóvur trýr, at hvør maður stjelur...”, sum hann tekur til. – Tað, sum er galið, er, at vit skriva glaðbeintir undir við russar, tí vit tora ikki at risikera, at eingin avtala fæst í lag - og tá verður heilt galið hjá føroysku toskatrolarunum í Barentshavinum. Totalt órímiligt Bjarni Petersen sigur, at tað stendur øllum, sum reka skipavinnu, greitt, at treyt­ irnar hjá russum eru totalt órímiligar, og tað er als eing­ in meining við teimum. – Høvdu vit sæð, at onkur meining var við hesum, kundu vit kanska skilt, at myndug­ leikarnir gera soleiðis. Skiparin sigur, at tað eru øki í russiska partinum av Barentshavinum, sum teir ikki sleppa inn á, tó at føroysk skip hava funnið hesi øki. –Nú sleppa bert russar har, leggur hann aftrat. Arctic Viking fór úr Før­ oyum 14. desember, og teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógv. – Men, her var steinoyði, og myndugleikarnir vildu ikki lova okkum at fiska har, sum rækjurnar eru, sigur skiparin á Arctic Viking, Bjarni Petersen. vilmund@sosialurin.fo ­ – Vit hava verið fýra ferðir um russisku eftirlitsstøðina – checkpunktið – seinastu tíðina, sigur skiparin á Arctic Viking, Bjarni Petersen Hetta er reint idioti! Í morgun klokkan 9 møtti Eyðdis Hartmann Niclasen til arbeiðis á býráðsskrivstovuni í Sandavági. Hon tekur við sum borgarstjóri í Vága kommunu eftir Rósu Samuelsen Vilmund Jacobsen Tað viðraði so nøkulunda nýggjársaftan, tó at onk­ ur bál vórðu avblást fyri veður Í staðin fyri hvít jól, fingu vit herviligar ódnir um jól­ ini, og nógvir skaðar vóru kring landið. Størsti skaði í pengum mundi ivaleyst vera skaðin, sum bygningurin hjá KJ á Kambsdali fekk. Ein stórur partur av hesum bygningi fór snøgt sagt í knús. Var veðrið ringt um jólini, vóru vit hepnari við veðrinum á nýggjárinum, tó at onkur bál vórðu av­ lýst, tí vindurin øtlaði út á kvøldið nýggjársaftan. Av bálum, sum vórðu avblást, vóru eitt nú bálini á Toftum og í Sørvági - og iva­leyst onkra aðrastaðni við. Nógvastaðni kring land­ið varð skipað fyri kyndla­gongu, sum siður er, og aðrastaðni gingu tey kyndlagongu fyri fyrstu ferð. Í Nólsoy skipaðu tey nýggjársaftan fyri fyrstu ferð fyri kyndlagongu. Byrjað varð á heimaru bryggju, har fólk fingu kyndl­ar, og síðan varð ging­ið við loðandi kyndl­ un­um gjøgnum syðra part av bygdini og út, har bálið skuldi kyndast. Sagt verður úr Nólsoy, at tiltakið við kyndlagongu og nýggjársbálinum eydn­ aðist sera væl. Í dag fer nýggja bussleiðin hjá Sunda kommunu at koyra, og fyribils er ætlanin at hava bussleið í eitt ár sum royndarár Avdúka tvey nøvn í Sørvági Sørvágs Country & Blues Festivalur 2017, sum verður í døgunum 8.-10. juni, hevur nú kunngjørt tvey tey fyrstu nøvnini. Føroyska navnið er ein tann best umtókti blusarin í Føroyum, Uni Debess, sum áður hevur spælt á festivalinum. Útlendska navnið er Music Road Pilots úr Hálandi. Teir spæla nútímans country rock/pop tónleik. Í Nashville í fjør vórðu teir nomnieraðir til at gerast besti bólkur í heiminum innan nútímans country vilmund@sosialurin.fo Viðraði so nøkulunda Hetta er “trakkið” hjá Arctic Viking seinastu tíðina. - Treytirnar hjá russum eru totalt órímiligar, og tað er als eingin meining við teimum, sigur Bjarni Petersen Kyndlarnir eru kastaðir, og eldur er komin í rúgvuna, sum skal brennast Mynd: Evy T. Nielsen