Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 Vilmund Jacobsen Tá ódnin herjaði jóladag, stóð eisini nógv á í Koltri, og her vistu tey, at um eitt hvørt gjørdist áfatt í ódnini, kundu tey ikki fáa hjálp innan av landi. – Vit eru lukkulig at hava egið el-verk, skrivaði Bjørn Patursson á Facebook seint jóladag. Hann vísti á, at brim­ gangurin vestanífrá av Eið­ inum er ógvusligur, og skaðin á vegin millum býlingarnar í oynni tykist vera versnaður. – Men, sum er, er bøla­ myrkt og einki at gera uttan at vóna tað besta. Skaði umvældur Tveir dagar eftir ódnina skrivar Bjørn Patursson, at Koltur slapp rímiliga væl burtur úr hesi jólaódnini. – Men, útsynningshvirlur eru ógvusligar Heimi í Húsi. Hann vísir á, at ein hvirla, sum kom oman gjøg­num Geilina, ”… slegði rangt frá húsinum Uppi í Búð og sprongdi veingin í hvann­ garðinum út á gøtuna…” – Men, til alla lukku var eingin livandi skapningur fyri, tí grótið hevði verið tungt at fingið niður yvir seg. Aftur gangandi Bjørn Patursson hevur eis­ ini lagt myndir út, sum vísa, hvussu brotið í hvann­ garð­inum sær út - og síðan myndir, sum vísa, at garðurin er laðaður uppaftur. – Soleiðis, nú rokni eg við, at hetta stendur til næstu ódn, og nú er aftur gangandi inn hjá haldbóndanum Uppi í Búð, sum fyristøðumaðurin í Koltri tekur til. Vilmund Jacobsen Varðin Pelagic á Tvøroyri byrjaði sítt virksemi á sumri í 2012, og tað hevur gingið væl hjá felagnum síðan byrjan. Virkið er útbygt, og økt hevur verið um frystiorkuna við fleiri frystarum og størri frystihøll. Skrivstovufólkini hjá felagnum høvdu ikki felags skrivstovuumhvørvi frá byrjan, men hava sitið í ym­iskum bygningum á Tvør­oyri. Í 2015 varð byrjað at byggja nýggjan skriv­stovu­ bygning, og fyrstu arbeiðs­ fólkini fluttu inn seint í summar í ár. Men, tað var ikki fyrr enn beint fyri jól, at nýggi bygningurin alment varð tikin í nýtslu. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaløtu fyri starvsfólkum við familjum. Tað eru Selmar Niel­ sen Arkitektar, sum hava teknað skrivstovu­bygn­ ing­in, og tað er MTV á Tvør­ oyri, sum hava staðið fyri byggingini. Nú eru øll skrivstovufólkini hjá Varðanum Pelagic undir sama taki Nýggjársaftansmorgun klokkan 10.30 vóru hesar svimjidamurnar ein túr á Malarenda í Nólsoy, haðani tær vildu ynskja øllum ”eitt super kul nýggjár”, fv.: Bára Traustadóttir, Evy T. Nielsen, Jacoba Thomsen og Ann-Mari av Skarði Luktar av politikki í Skálavík Hin 27. desember skipaði bygdarráðið í Skálavík seg, og úrslitið gjørdist, at sitandi borgarstjóri, Linjohn Christiansen, heldur fram sum borgarstjóri. Varaborgarstjóri er Anita Joensen, og hon var eisini varaborgarstjóri í fráfarna bygdarráðnum. - Hetta er fyrstu ferð, síðan eg á fyrsta sinni varð valdur í bygdarráðið í Skálavíkar kommunu í 1984, at nakað mótvalevni hevur verið til borgarstjórasessin. Tað sigur Linjohn Christiansen, sum hevur verið fyrst valdur øll árini síðan 1984, og sum tók við borgarstjórastarvinum í kommununi hin 1. januar í 1989 og hevur verið borgarstjóri øll árini síðan. Á kommunuvalinum hin 8. november í ár vóru tveir listar, listi A, sum fekk eitt umboð valt - og listi B við borgarstjóranum og øðrum, sum fingu fýra umboð í bygdarráðið. Á fundinum 27. desember hendi tað, at umboðið á lista A møtti ikki, men í staðin møtti varaumboðið, sum skeyt upp at velja Elisabeth Myllhamar á listanum hjá Linjohn Christiansen til borgarstjóra. Elisabeth Myllhamar, sum í nógv ár hevur verið bygdarráðslimur og skrivari í Skálavíkar kommunu, tók av møguleikanum. Tá atkvøtt varð, fekk Elisabeth Myllhamar tvær atkvøður - og Linjohn Christiansen tríggjar. - Mín meting er, at nú er flokspolitikkur við at koma upp í bygdarráðsarbeiðið, og tað meti eg ógvuliga óheppið, sigur borgarstjórin, Linjohn Christiansen. vilmund@sosialur Nú undir einari lon Til alla lukku var eingin livandi skapningur fyri, tá partur av hvanngarðinum í Koltri rapaði Koltur slapp rímiliga væl í hesi jólaódnini Tíbetur er lítið frætt um skaðar av fýrverk á nýggjárinum, men úr Fugloynni varð ein maður fluttur á Landssjúkrahúsið av hesum ávum