týsdagur 28. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2004
21
Leygardagin fekk
Piotr Krakowski
handað minnisplátu,
nú hann er kosin sum
besti leikarin í søguni
hjá B71
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hendan heiðurin hevur
Piotr fingið, eftir at lesarar
av heimasíðuni hjá B71,
www.b71-sandoy.com,
í
vár fingu høvi at siga sína
hugsan
um,
hvør
av
leikarunum hjá B71 hevur
staðið seg best.
Hetta varð mest sum
gjørt í kjalarvørrinum av
UEFA-atkvøðugreiðsl-
unum, har ymsu limalond-
ini gjørdi av, hvør hevði
verið teirra besti leikari tey
árini, sum europeiska fót-
bóltssamgongan
hevur
verið til.
B71 hevði um sama
mundið
fingið
nýggja
heimasíðu, og ein av fyrstu
tættunum
her
var,
at
lesararnir vórðu bidnir um
at geva sína hugsan til
kennar um besat B71’aran.
Eftir eina tíð savnaði web-
mastarin so tey tíggju sam-
an, sum vórðu oftast nevnd
av lesarunum, og so bleiv
ein quick-poll kanning
gjørd á netinum.
Her endaði stóri pólverj-
in ovastur, og síðani hevur
tað verið bíðað eftir einum
høvi, har hesin heiðurin
kundi latast Piotr.
Kollvelti fótbóltin
Tað eru annars eini 16 ár
síðani, at føroyingar fyri
fyrstu ferð lærdu navnið,
Piotr Krakowski, at kenna.
Hetta var, tá B71 júst var
komið upp í bestu føroysku
røðina. Felagið hevði í eitt
ár havt pólverska Jan
Kaczynski sum venjara, og
fyri at styrkja um hópin
hevði hesin biðið tveir av
landsmonnum sínum koma
til felagið. Umframt Piotr
var talan um Wiezlaw
Zkrewsky, sum var mál-
verji.
Og restina av søguni
munnu tey flestu kenna.
Snøgt sagt, so vóru teir
báðir ein revolutión í før-
oyskum fótbólti, sum nú av
álvara fekk at kenna,
hvussu stóran mun út-
lendskir leikarar í veru-
leikanum
kundu
gera.
Sjálvandi var tað ikki bara
takkað verið teimum báð-
um, men teir áttu so sanni-
liga sín part av æruni fyri,
at sandoyingar fóru ósigr-
aðir ígjøgnum kappingar-
árið og fyri fyrstu – og
higartil einastu – ferð
gjørdust føroyskir meistar-
ar í fótbólti.
Sjálvur helt Piotr á í B71
í fleiri ár. Bæði sum leikari
og sum venjari, og eftir
hetta hevur hann alla tíðina
verið partur av føroyskum
fótbólti. Sum venjari hevur
hann millum annað verið í
Vágum, í Fuglafirði og hjá
B36, áðrenn hann tey bæði
seinastu árini hevur verið á
Eiði.
Úrslitini hava fyri tað
nógva verið góð, og tó at
talan gjørdist um niður-
flyting við bæði FS Vágum
og ÍF, so var skoðsmálið
alla tíðina, at her var ein
maður, sum við hepnari
hond dugdi at fáa mest sum
optimalt burtur úr tilfarin-
um, og í B36 var hann
millum annað maðurin,
sum førdi felagði til higartil
einastu greipuna í felags-
søguni.
Samanumtikið er einki at
ivast í, at Piotr Krakowski
er ein av teimum heilt
stóru. Ikki bara hjá B71,
men so sanniliga eisini í
føroyskari fótbóltssøgu, og
tað man frá teimum allar
flestu vera sera væl unt, at
hann nú kann seta minnis-
plátuna frá B71 millum hitt
skreytið á hill sína.
Føroyski landsliðs-
maðurin er upp á
tal sum avloysari
hjá felagnum, sum
vil heilt fram í
danska hondbólts-
oddin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu tíðliga í vár
skrivaðu vit á hesm síð-
um, at væl lýddi danski
hondbóltsvenjarin, Ulrik
Wilbek,
hevði
sýnt
stóran áhuga fyri Sveini
Justinussen og hond-
bóltsevnum
hansara.
Ikki minst eftir at Svein-
ur í útidystinum móti
Noreg hevði havt eitt
skoringsprosent upp á
100.
Talan gjørdist tó ikki
um nakað ítøkiligt ta
ferðina, og sjálvur helt
Sveinur eisini alla tíðina
fast um, at hann fyrst
vildi gera seg lidnan á
miðnámsskúlanum
á
Kambsdali.
Tann útbúgvingin er
nú liðug, og síðani er
áhugin fyri føroyska
leikaranum bara øktur.
Ikki minst nú Viborg
eisini hevur mist ein av
bakspælarum sínum, tí
hesin skal skurðvið-
gerast.
Í løtuni er Svenur so-
leiðis til royndarvenj-
ingar í felagnum, og av
h e i m a s í ð u n i ,
www.vhk.dk, framgong-
ur, at venjarin sær stórar
møguleikar í føroyska
leikaranum.
– Hann er eitt stór-
talent. Hann hevur tó
ongantíð leikt uttan fyri
Føroyar, so hann hevur
ikki verið veruliga undir
trýsti, so tað kann taka
nakað av tíð. Men hann
er avgjørt ein áhuga-
verdur leikari, sigur
Ulrik Wilbek.
Og so kann leggjast
afturat, at eydnast tað
Sveini at fáa sáttmála í
Viborg, so hevur skála-
maðurin tikið eitt risa fet
á hondbóltsleiðini. Hig-
artil er tað annars eina-
mest fyri kvinnuhond-
bóltin, at felagið hevur
gjørt vart við seg, men
seinnu árini hevur eitt
stórt
arbeiðið
verið
gjørt, fyri at toga menn-
inar eins høgt upp.
Millum annað er hetta
gjørt, við at sera Wilbek
sum venjara, og eftir at
felagið í fjør flutti upp í
bestu donsku deildina,
eru teir í løtuni á triðja
plássi í hesari, tó at tað
enn bert eru leikt tvey
umfør av kappingini.
Sveinur er
í Viborg
Piotr Krakowski fekk leygardagin handað sjónliga prógvið um, at hann er besti B71’arin í søguni hjá felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Besti B71’arin
Sveinur Justinussen roynir
í løtuni at fáa sáttmála
við Viborg í bestu donsku
hondbóltsdeildini
21
Landsliðs-
leikarar í
donskum
felag
Næstved/Herlufsho
lm hevur gjørt
sáttmála við Heina
Hanusarson og
Gurið Mortensen í
royndnum at
stremba móti odd-
inum í Danmark
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er Lars Nedergaard,
sum nú er venjari í fel-
agnum, sum hevur gjørt
av, at fáa Heina til fel-
agið. Sagt verður, at
hóast felagið undan
hesum hevur ikki færri
enn fimm lámar á liðn-
um, so verður roknað
við, at Heini uttan iva
verður ein styrkur hjá
liðnum, og at fyrrver-
andi avrik hansara í
TMS Ringsted og Ejby
geva greðar ábendingar
um kvalitet.
Mansliðið hjá Næst-
ved/Hørsholm hevur í
vetur ætlanir um at flyta
upp í 1. deild í Dan-
mark, og venjari hjá
liðnum er Lars Neder-
gaard, sum fram til fyri
stuttm var venjari hj
føroyska
manslands-
liðnum.
Eisini Gurið Morten-
sen fer komandi árið at
spæla í felagnum, har
besta kvinnuliðið spælir
í triðju deild. Sagt verð-
ur, at Gurið heilt greitt
verður ein styrkur hjá
felagnum, sum satsar
upp á eina topp-plas-
ering í deildini.
Nr. 184 • týsdagur • 28. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Bronsa til fegna Heidi
Støðið í ár er nakað
væl hægri enn fyri
fýra árum síðani, og tí
var Heidi framúr væl
nøgd, hóast úrtøkan í
Athen gjørdist lakari,
enn hon var í Sydney
SVIMJING
Jákup Mørk
Seinastu kappingarnar hjá
Heidi Andreasen vórðu á
skránni fríggja- og sunnu-
dagin, og her eydnaðist eið-
isgentuni at vinna sær eitt
bronsumerki.
Hetta kom til høldar
fríggjakvøldið, tá hon gjørd-
ist nummar trý í kappingini,
400 metra frá. Undan fin-
aluni hevði Heidi næst bestu
tíðina av finaluluttakarun-
um, men sæð burtur frá
Jessica Long úr USA, sum
var langt fremst, so var talan
um sera tættar tíðir hjá
hinum luttakarnum.
Og hesaferð eydnaðist so
Heidi at halda seg innan
heiðursmerkjarøðini. Heidi
hevði tíðina 5.26,29, sum
var væl betri enn fjórða
plássið. Jessica Long hevði
tíðina 5.07.88.
Seinasta kappingin hjá
Heidi var so fríggjadagin,
tá hon gjørdist nummar
fýra í 50 metra firvalds-
svimjing.
Hóast úrtøkan í heiðurs-
merkjum sostatt ikki stóð
mát við alt skreytið, sum
hon fyri fýra árum síðani
hevði við sær, so er einki at
ivast í, at Heidi sjálv er
framúr væl nøgd um avrikið.
Støðið í ymsu kappingar-
greinunum er hækkað sera
nógv hesi seinastu fýra ár-
ini, og bara tað, at hon
framhaldandi megnar at
vera
við
millum
tær
fremstu, er ein stórur sigur
fyri Heidi.
Hetta kom eisini greitt til
sjóndar, tá hon fríggja-
kvøldið var at hoyra í
Útvarpinum.
– Eg eri heilt ótrúliga
vælnøgd, tí eg hevði ikki
væntað mær nakað. Vit
síggja, hvussu støðið er
blivið ótrúliga høgt. Her
eru so ótrúliga nógvar gent-
ur, ið svimja bara so skjótt,
segði føroysku bronsu-
vinnarin.
HB, sum leingi var á
uppflytingarkós, hev-
ur í fýra teimum sein-
astu umførunum ikki
megnað at fingið fult
3. DEILD
Jóannes Hansen
Inntil fyrst í hesum mán-
aðinum var tað einki, sum
bendi á, at HB ikki heilt
sannførandi skuldi vinna 3.
deild og harvið flyta upp í
næstbestu deildina. Hetta
var síðsta av málunum hjá
meistaraliðnum,
sum
skuldu røkkast í ár. Hini
málini eru longu rokkin, og
í summar bendi alt á, at
hetta málið eisini skuldi
røkkast.
Enn er møguleiki hjá HB
at flyta upp. Men nú er
sannlíkið fyri, at hetta skal
gerast
uttan
endaspæl,
rættuliga lítið. Sunnudagin
var toppdystur í Gundadali.
GÍ vann 1-0 á HB, og
harvið eru gøtumenn undan
síðsta umfarinum fremstir
og besta evnið til uppflyt-
ing. Einasta málið skoraði
Sámal Joensen, sum eftir at
hava verið sjómaður eina
tíð, nú er uppilagstur aftur.
Í síðsta umfarinum skal GÍ
spæla á heimavølli móti
TB, sum longu er flutt
niður í 4. deild. HB skal
spæla í Runavík.
Gøtumenn hava bara tapt
ein dyst. Tað var á heima-
vølli móti SÍ, sum vann 2-
1. Fimm ferðir hava teir
spælt javnt, og so hava teir
vunnið hinar ellivu ferð-
irnar.
Í september mánað hevur
HB spælt fýra dystir, uttan
at tað hevur eydnast teim-
um at vinna. HB heimasíð-
an staðfestir eftir hesi av-
rikini, at næstbesta HB
liðið er í kreppu.
Eftir 1-1 í Gundadali
móti Skála og Fram taptu
teir 5-1 í Sørvági, og nú
taptu teir so móti GÍ.
Rættuliga sannlíkt er tað
altso, at GÍ fer at flyta upp,
og at HB skal í endaspæl
um eitt pláss í næstbestu
deildini. Tað er greitt, at KÍ
verður næstaftast í 2. deild.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at klaksvíkingar og
havnarmenn enn eina ferð
skulu takast. Hesa ferð fer
tað at snúgva seg um, hvør
teirra skal vera í 2. deild, og
hvør teirra skal vera í 3.
deild í 2005.
Eftir brotssparkskapping
vann HB leygardagin final-
una í 4. deild móti GÍ. Tað
vil siga, at HB hevur
tryggjað sær luttøku í 3.
deild næsta ár. Um HB
liðið í 3. deild ikki flytir
upp í 2. deild, so verður tað
GÍ, sum bæði fer at flyta
upp í 2. og í 3. deild.
Allir fótbóltsspælarar og
øll lið spæla fyri at vinna
— hvørja ferð. Teir í 4.
deild fegnast um at vinna,
men teir eru neyvan sinn-
aðir at spæla í 3. deild.
Hvørki teir í HB ella teir í
GÍ. Talan er fyri stóran part
um spælarar, sum hava tænt
fyri seg, og sum nú ikki
venja nakað serligt, men
leygardagar hugna sær við
at spæla fótbólt og kappast.
Dystirnir í endaspælinum
plaga at vera beinanvegin,
tá ið landskappingin er
liðug.
GÍ er á veg upp
Fríggjadagin megnaði Heidi
Andreasen enn einaferð at
vinna heiðursmerki til
Føroyar, tá hon kom á mál
sum nummar trý í kapp-
ingini, 400 metra frísvimjing
Í Næstved verður roknað
við, at Gurið verður ein
greiður styrkur hjá liðn-
um, sum nú ætlar at
vinna seg enn eitt fet móti
donsku hondbóltst-
indunum
C
M
Y
K
20