týsdagur 28. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2004
23
Nú eru kortini góð
líkindin fyri, at nóg
mikið av dómara-
pørum fara at vera
til hondbóltskapp-
ingina í vetur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan var annars um eina
heilt akutta kreppustøðu
fyri bara trimum vikum
síðani, tá dómarafelagið
eftir ætlan skuldi halda
skeið fyri dómarunum.
Eitt skeið, sum sam-
stundis varð sett sum
krav til teir dómarar, sum
ætla sær at døma í bestu
deildini í vetur.
Skeiðið varð í fyrsta
umfari avlýst, men fyri at
gera enn eina roynd á
økinum, valdi dómara-
felagið at royna enn
einaferð, og avtala varð
gjørd við Frank Smith,
skeiðshaldara, at nýtt
skeið skal haldast í døg-
unum beint undan kapp-
ingarbyrjan.
Og hetta – saman við
neyðarrópinum – hevur
eftir øllum at døma bøtt
um støðuna. Í øllum før-
um eru boðini nú, at ikki
færri enn áttta dómara-
pør hava boðað frá lut-
tøku á skeiðnum, og
teirra millum eru eisini
onkur pør, sum ikki hava
gjørt so nógv um seg
áður.
Eitt nú fer Eyðun Sam-
uelsen at døma saman
við Andreas F. Hansen,
eins og bæði Tjaldur og
H71 í vetur verða skrá-
sett við tveimum dóm-
arapørum í part.
Umframt sjálva døm-
ingina, sum ivaleyst er
mest
grundleggjandi
uppgávan hjá dómara-
felagnum, so verður eis-
ini í løtuni arbeitt við at
víðka um eygleiðara-
skipanina, eins og ætlan-
in er at røkka longur út
við boðskapinum um
døming. Viðvíkjandi hes-
um seinasta, so er tað nú
ætlanin, at skeið skulu
haldast hjá ymsu feløg-
unum, soleiðis at áhugin
fyri døming í størri mun
eisini kann kveikjast hjá
yngru leikarunum.
Átta dómarapør
teknað til
Meistarar úr Runavík
Eisini hjá teimum 14-17
ára gomlu gentunum er
føroyameistarakappingin
nú liðug. Her gjørdist
úrslitið, at NSÍ vann kapp-
ingina.
Og einki er at ivast í, at
tey í Runavík rokna nógv
av liðnum komandi árini.
Ikki minst tí tað eisini er so,
at allar hava aldur til at taka
lut í kappingini komandi
árið, og hóast unga aldurin,
so eru tvær teirra eisini at
síggja á U-19 landsliðnum,
sum í hesum døgum tekur
lut í kapping í Pólandi.
Føroyameistarar fyri gentur 14-17 ár. Standandi frá vinstru eru tað Unn Hansen, Jakoba Langaard (liðformaður), Lív E. Olsen,
Ljubinka, Hansa Hansen, Henny Joensen, Poula Lassen, Heidi á Lakjuni, Katrin D. Petersen og Herman Jacobsen (venjari).
Húkandi frá vinstru eru Eir Hansen, Heidi Sevdal, Ann Olsen, Birna Nielsen, Estrid Jensen og Elly L. Jóanessarson. Katrin H.
Petersen manglar á myndini.
23
22
Nr. 184 - 28. september 2004
HM-dysturin millum
heimsmeistaran
Vladimir Kramnik og
avbjóðaran Peter
Leko, fór av bakka-
stokki leygardagin.
Fjúrtan talv skulu
telvast
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tað ringasta sum kundi
henda fyri 25 ára gamla
Peter Leko (2741) úr Ung-
arn, hendi: hann tapti tað
fyrsta talvið, enntá við
hvíta fólkinum. Hin fýra
ára eldri Vladimir Kramnik
(2770) leikti eina sokallaða
nýggjheit í russisku byrjan-
ini, har hann lat frúnna fyri
rók og bisp. Við í offrinum
fekk hann eisini eina frí-
finnu, sum argaði Leko
nógv.
Kramnik telvaði sannfør-
andi. Feskt byrjanarspæl,
kalt miðspæl og millimetra-
presist endaspæl. Tó eigur
Leko eisini heiðurin fyri
talvið. Hann gjørdi bert 1-2
smáir feilir, men tað hevur
ein einfalt ikki ráð til ímóti
Kramnik.
Leko leikti seg í HM-fin-
aluna fyri tveimum árum
síðani, tá hann vann Dort-
mund 2002. At tað er ging-
in so rúm tíð áðrenn hann
endiliga
slapp
framat
Kramnik, hevur sínar talv-
politiskar og fíggjarligar
orsøkir. Fyri hálvum ári
síðani varð endiliga greitt,
at HM-dysturin fór at verða
telvaður í Brissago, Sveis, í
døgunum 25. septembur —
18. oktobur.
Vinnarin av hesum dysti
hittur vinnaran av Kasp-
arov-Kasimzhanov,
sum
helst verður leiktur eina-
ferð í fyrru helvt av 2005.
Tástani fáa vit ein heims-
meistara aftur, eftir at talv-
heimurin hevur verið í tvín-
ingi seinastu ellivu árini.
Tó eiga vit kortini at upp-
fata Kramnik-Leko dystin
sum ein veruligan heims-
meistaraskap.
Fyrrverandi heimsmeist-
arin,
Anatoly
Karpov
(2682), var heiðursgestur
hjá fyrireikarunum í hesum
fyrsta talvi. Karpov flutti
fyrsta leikin hjá Leko, 1.
e4, smeyg sær av talvpall-
inum og talvið kundi byrja.
Karpov telvar lítið fyri tíð-
ina, og tá hann tekur lut í
kappingum, gongur tað oft-
ani illa. Men 53 ár er eingin
aldur fyri ein telvara og
eiga vit tí ikki longu at
blaka legenduna í gloymi-
bókina. Hygg bert eftir
Viktor Korchnoi, 73 ár. Á
komandi altjóða ratinglista
hevur hann aftur bart seg
uppá 2600 í rating og
harvið topp 100! Seinasta
árið hevur Korchnoi nevn-
liga havt ca. 2570, men
orkufrekur sum hann er,
kann hann 1. oktobur aftur
kalla seg 2600-telvara.
Optimistiskur Leko
Hóast hann fekk keðiliga
byrjanarlagnu sást tað als
ikki á Leko, at hann nú hev-
ur illtungt arbeiði fyri
framman, um hann vil inn
aftur í dystin. Fyri fýra ár-
um síðani tapti Kramnik
nevnliga einki talv í HM-
dystinum ímóti Kasparov,
men vann hinvegin tvey og
leikti trettan javnleikir.
Leko má vinna dystin fyri
at kalla seg heimsmeistara,
tá javnleikur 7-7 er nóg
mikið hjá Kramnik at varð-
veita heitið.
Leko var smílandi eftir
fyrsta talvið, tá hann hitti
tíðindafólk. Tað var faktiskt
hann sum prátaði mest av
høvuðspersónunum báð-
um. Ein góður tapari.
Sunnudagin sást tað eisini
aftur á borðinum, tá Leko
við svarta fólkinum leikti
fløkt og optimistiskt. Hann
vildi testa Kramnik, men
russin var skjótur at bjóða
Leko javnt eftir einans átj-
an leikum. Kramnik treivst
helst ikki í opnu fløktu
støðuni. Javnleikur við
svørtum er altíð gott móti
Kramnik og Leko takkaði
fyri tilboði. Støðan er tí 1,5
— 0,5 til Kramnik. Tólv
talv resta í.
Kramnik vann fyrsta talvið
So varð valt
Flogbóltssambandið
endaði um vikuskiftið
aðalfundin, sum ann-
ars byrjaði tann 29.
mai
FLOGBÓLTUR
tíðindaskriv
Á framhaldandi aðalfundi
leygardagin var nevndar-
valið í Flogbóltssamband-
inum endaliga staðfest.
Aðalfundur
var
upp-
runaliga 29. mai, men tá tað
ikki eydnaðist at finna
nakran at átaka sær for-
manssessin eftir at Niclas
Joensen hevði boða frá, at
hann ikki tók við afturvali,
hevur verið arbeitt við at
finna nýggjan formann.
Fyri umleið 14 døgum
síðani játtaði Magnus Tau-
sen at taka við formans-
postinum, og var hann
endaliga valdur leygar-
dagin. Magnus sat longu
undan hesum í nevndini, og
tí var neyðugt at finna
nýggjan nevndarlim. Her
játtaði Kristianna Dam úr
Kollafirði at taka við vali.
Triði nevndarlimurin er
Trygvi H. Poulsen úr
Klaksvík.
Á aðalfundinum leygar-
dagin var annars tosan
nógv um at halda áfram við
ungdómsarbeiðinum, venj-
araútbúgvingini og um
dómaraskeið.
Roknað verður við, at tað
komandi ár verða 2 ung-
dómlandslið, men arbeitt
verður fram ímóti at fáa 4
ungdómslandslið í aldurs-
bólkunum U 17 og U 19 hjá
bæði kvinnum og monnum.
Eisini skal miðjast ímóti
av skipa fyri felagsvenjing
fyri U-15 aldusbólkunum,
men hetta skuldi ikki verða
beinleiðis landslið, men
heldur liknandi flogbólts-
skúlum, sum ávíst tal av
íðkandi kunnu luttaka í.
Komandi Oyggjaleikir á
Hetlandi fingu eisini um-
røðu, og formaðurin Magn-
us Tausen greiddi frá um
leikirnar. Magnus var sera
keddur um kostnaðarstøð-
ið, sum eftir øllum at døma
verður til hesar leikir. Dýra
uppihaldið fer nevnliga
helst at hava við sær, at tal-
an verður um dýrastu leik-
irnar higartil.
Landskappingin í flog-
bóltinum byrjar 16. okto-
ber, men longu 10 oktober
verður fyrsta stóra steypa-
kappingin í Havn - FK-
kappingin. Vinnararnir av
hesi kapping vinna sær rætt
at leika í steypafinaluni,
sum verður 12. februar
2005 í Høllini á Hálsi.
Talvið hesa vikuna
Leko,
P.
(2741)
-
Kramnik, V. (2770)
World
Championship
Brissago (1), 25.09.2004
1.e4 e5 2.Rif3 Rif6
3.Rixe5 (Russiska byrjan-
in) 3...d6 4.Rif3 Rixe4
5.d4 d5 6.Bd3 Ric6 7.0—
0 Be7 8.c4 Rib4 9.Be2
0—0 10.Ric3 Bf5 11.a3
Rixc3
12.bxc3
Ric6
13.Re1 Re8 14.cxd5 Fxd5
15.Bf4 Rac8 (Langur
vælkendur teorivariantur)
16.h3 Be4 (Vanliga verð-
ur Bf6 leikt. Kramnik
roynir seg á egnum leið-
um) 17.Be3 Ria5 18.c4
Rixc4
19.Bxc4
Fxc4
20.Rid2 (Idé´in við 18.c4.
Men kramnik hevur eisini
sæð
langt)
20...Fd5
21.Rixe4 Fxe4 22.Bg5
Fxe1+
23.Fxe1
Bxg5
24.Fa5 Bf6 25.Fxa7 c5!
26.Fxb7 Bxd4 (Ótrúliga
torført hjá hvítum at
vinna talvið, um ikki
ógjørligt)
27.Ra2
c4
28.Re2 Red8 29.a4 c3
30.Fe4
Bb6
31.Fc2
(Hvítur stendur passivt,
men hinvegin, hvat kann
hann
gera?)
31...g6
32.Fb3 Rd6 33.Rc2 Ba5
34.g4 Rd2 35.Kg2 Rcd8
36.Rxc3! (Rætti leikur. C-
finnan má burturbeinast,
annars er støðan tapt)
36...Bxc3 37.Fxc3 R2d5
38.Fc6 Ra5 39.Kg3 Rda8
40.h4 R5a6 41.Fc1 Ra5
42.Fh6 Rxa4 43.h5 R4a5
44.Ff4? (Faktiskt einasti
feilurin í talvinum. Neyð-
ugt var at býta h-finnuna
av. Kramnik vísir okkum
hví
næstu
leikirnar)
44...g5! 45.Ff6
Støðumynd eftir 45.Ff6
45...h6! 46.f3 (Hvítur
missur frúnna eftir Fxh6?
R8a6!) 46...R5a6 47.Fc3
Ra4 48.Fc6 R8a6 49.Fe8+
Kg7 50.Fb5 R4a5 51.Fb4
Rd5 52.Fb3 Rad6 53.Fc4
Rd3 54.Kf2 Ra3 55.Fc5
Ra2+ 56.Kg3 Rf6 (So-
leiðis. Rókarnir skulu
standa á f6 og f4, og
svartur vinnur f-finnuna
og talvið) 57.Fb4 Raa6
58.Kg2
Rf4
59.Fb2+
Raf6 60.Fe5 Rxf3 61.Fa1
Rf1
62.Fc3
R1f2+
63.Kg3 R2f3+ 64.Fxf3
Rxf3+ 65.Kxf3 Kf6 0—1
Nevndin í Flogbóltssambandi
Føroya, Kristianna Dam,
nevndarlimur, Magnus
Tausen, formaður og Trygvi
H. Poulsen, nevndarlimur og
kappingarstjóri
C
M
Y
K
22