Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 28. september 2004 25 VB-KÍ 2-0 (1-0): Bronsan hvarv í vindinum Vágbingar skoraðu bæði undan og móti nógva vindinum, og harvið punkteraðu teir dreymarnar hjá klaksvíkingum um at vinna heiðursmerkir VB-KÍ Jóannes Hansen Góða gongdin seinastu vik- urnar hevur hildið lív í dreyminum hjá klaksvík- ingum um, at tað — hóast tað leingi gekk av skriðuni — skuldi eydnast at fáa heiðursmerkir, nú teir júst eru farnir um tey hundrað. Sunnudagin hvarv vónin um, at dreymurin skal ger- ast til veruleika. KÍ var í Vági, og har eydnaðist tað heimaliðnum at vinna triðja heimasigurin síðani summ- arsteðgin og fjórða heima- sigurin í hesum kappingar- árinum. Illveðursdystur Líkindini vóru út av lagi vánalig at spæla fótbólt í. Vindurin var heilt nógvur, og Vágseiði lá undir í sjó- roki. Undan dystarbyrjan varð møguleikin at útseta nevndur og kanska at spæla mánakvøldið. Men serliga klaksvíkingar settu uppá, at dysturin skuldi avgreiðast. Undir sovornum líkind- um var tað eingin møgu- leiki at fáa rættuligt fót- bóltsspæl í lag. VB hevði nógva vindin undan í fyrra umfarinum. Tá fingu teir eitt mál, og teir høvdu góð- ar møguleikar at fáa fleiri. Mindaugas hevði tveir góðar møguleikar, tá ið hann varð einsamallur. Í øðrum førinum eydnaðist honum at senda framvið unga KÍ málverjanum, Mathiasi Samuelsen, men Niclas Niclassen fekk beint burtur á strikuni. Og í hin- um førinum fekk Minda- ugas gult kort burturúr, tá ið hann í leysari støðu fór framvið málverjanum og fór um koll. Í staðin fyri brotssparki bríkslaði Petur Reinert, sum eftir útbúgv- ing á flatlondum er komin aftur á klettarnar og aftur er farin at døma, fyri frísparki til KÍ. Einasta málið í 1. hálv- leiki skrásettidómarin sum sjálvmál. Úr eitt sindur til høgru og einar tjúgu metrar úr málinum sendi Milan Kulic flatt fríspark móti KÍ málinum. Dómarin hevði armin á lofti, tí talan var um óbeinleiðis fríspark, sum dómarin hevði dømt fyri vandamikið spæl. Um bólt- urin hevði farið í málið, utt- an at nakar hevði nortið við hann, so hevði dómarin havt dømt málspark. Men ungi KÍ málverjin mundi ikki hava fatað støðuna rætt. Hann tveitti seg eftir bóltinum og fekk fatur á honum, men hann var so óheppin at missa hann inn um strikuna, og so var mál. Tá ið seinna umfarið var bara fimm minuttir gamalt, misti VB ein mann. Minda- ugas gjørdist einsamallur, men KÍ málverjin bjargaði. Tá ið hann so misti bóltin aftur, royndi Mindaugas at fáa fatur á aftur, men hann rakti málverjan í armin. Dómarin bríkslaði fyri frí- sparki, og tá ið onkrir av klaksvíkingunum vóru í nánd av VB álopsmannin- um, skumpaði hann ein um koll, og so var einki annað hjá dómaranum at gera enn at fara í reyvalumman. Men tað bilti ikki hjá VB, at teir vóru undirmannaðir. Jón Pauli Olsen, sum var á sentrala miðvøllinum sam- an við Milan Kulic, gekk undan, og hóast tað ikki bar til at fáa stórvegis av skip- aðum spæli í lag, so var VB omaná. Teir dugdu ímóti vindinum at leggja bóltar framum um KÍ verjuna, og í einum sovornum snar- álopi fingu teir mál. Símun Samuelsen gjørdist leysur eitt sindur til vinstru, og hann setti framvið KÍ mál- verjanum. Tamir í saltinum Klaksvíkingar vóru rættu- liga tamir. Teir á heima- liðnum vóru ágrýtnari, teir vunnu flestu nærdystirnar, og teir vóru fyrri á flestu returbóltunum. Tað er ikki minst týdningarmikið, tá ið líkindini vóru, sum tey vóru hesa ferð. Klaksvíkingar høvdu kortini sínar møguleikar, men teir fingu einki burtur- úr. Besta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Atli Daniel- sen, tá ið hann eftir horna- spark royndi seg við stút- ara. Men Poul N. Poulsen bjargaði á málstrikuni. Í 2. hálvleiki var besti KÍ møguleikin, tá ið Arnhold Joensen sendi framvið Bjarna Johansen, men bólt- urin streyk framvið skeivu megin stólparótina. Á dómaraseðlinum er ikki viðmerkt, nær útskift- ingarnar vórðu framdar. Tað vóru ikki líkindi at skriva, skilja vit á lagnum! Veðrið var av tí allar ringasta í Vági, men tá klaksvíking- arnir nú vóru komnir suður, so vildu teir hava dystin avgreiddan Mynd: Áki Bertholdsen VB-KÍ 2-0 (1-0) 1-0: sjálvmál 13. 2-0: Símun Samuelsen 68. Dómari: Petur Reinert VB: Bjarni Johansen - Jákup Olsen, Anders Søren- sen, Eyðun Jacobsen, Kári í Lágabø - Dan Djurhuus (Eyðstein í Lágabø), Milan Kulic, Jón Pauli Olsen (Elian Hansen), Símun Samuelsen - Mindaugas, Poul N. Poulsen (Jón Poulsen) Gult kort: Mindaugas Reytt kort: Mindaugas 50. (tvey gul) KÍ: Mathias Samuelsen - Leon Bjartalíð (Tórður Lervig), Jan Andreasen, Niclas Niclassen, Símun Jo- ensen - Arnhold Joensen (Kristian á Lakjuni), Jan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein (Frank Joensen) - Erling Fles, Jacob Bymar Gult kort: Jan Andreasen, Eyðun Klakstein, Leon Bjartalíð FAKTA UM DYSTIN Royn hevur aftur í ár vunnið kappingina í fimtu deild FÓTBÓLTUR 5. DEILD sportal.fo Hvalbingar tryggjaðu sær leygardagin gullið í 5. deild í fótbólti. Finalan var á Svemýri á Tvøroyri ímóti VB. Líkindini at spæla vóru einki serlig, men tað tóktist ikki at nerva spælararnar, serliga ikki hvalbingar, ið vóru tað betra liðið, tá ið samanumkom. Men tað var VB, sum legði betri fyri, tá ið Arthur Tausen legði vágbingar á odda í einum jøvnum, men spennandi fyrra hálvleiki. Hanus Toftheyggj svaraði aftur fyri Royn, so hálv- leikstøðan var 1-1. Í seinna hálvleiki var Royn klárt betra liðið og gamli málrevurin, Vilmund Michelsen, legði tíðliga Royn framum 2-1. Samanspælið hjá Royn gekk nógv betri enn hjá VB og miðskeiðis í hálv- leikinum beindi Ingi Mort- ensen allan iva burtur, tá ið hann við einum hegnislig- um skotið lyfti bóltin upp um VB- málverjan og í málið og legði Royn á odda 3-1, sum eisini gjørdust endaliga úrslitið. Tað nærmasta, VB var við at koma aftur í dystin, var tá ið teir høvdu eitt dundurskot á yvirliggjaran í tí nógva undanvindinum. Eftir dystin handaði Óli Holm, FSF. forseti Royn- spælarunum gull-heiðurs- merkini og ferðasteypið, sum Royn eisini vann í fjør. Hvalbingar skúgvaðu alla mótstøðu til viks Royn varð samansett av eldri, royndum og garvaðum spælarum og yngri kvikum spælarum Tað var ein góð blanding, tí ta tryggjaði teimum gullmerkini í 5. deild Mynd: Áki Bertholdsen 25 24 Nr. 184 - 28. september 2004 Dagsins fuglfirðingur Lagið á toppskjútt- anum hjá ÍF var í topp, tá tað eftir dystin kundi stað- festast, at frísparks- málið hjá honum eftir øllum at døma hevur tryggjaði ÍF ein eyka møguleika í deildini FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Hann hevur gjørt tað oftani áður, men hóast hetta, so ásannaði Høgni Zachari- sen, at trýstið undan mál- gevandi sparkinum móti B36 var størri, enn tað so oftani áður hevur verið. – Sjálvandi hugsar tú um tað. Har stóð jú heilt nógv upp á spæl, og vit skuldu hava stig burtur úr dystinum. – Og so var tað eisini tað, at Magni (á Lakjuni, blðm.) og eg hava havt eina lítla innanhýsis kapp- ing um fríspørk. Hann hevði jú skotið eitt fyri steðgin, so hesaferð var tað mítt tørn, og tað spældi so tíbetur væl av. Eisini hóast fleiri eftir dystin hildu fast um, at nógvi vindurin gjørdi sítt, men tað passar ikki. Stormurin byrjaði ikki av álvara fyrr enn allar seinastu løtuna av dystinum, og tá hevði eg longu skorað! Í tí kappingini tykist tað annars mest sum avgjørt, at Høgni verður tann ovari av teimum. Í øllum før- um, um tað er Høgni sjálvur, sum stendur fyri roknskaparhaldinum. – Magni pástendur, at hann hevur skotið tvey beinleiðis fríspark í mál, men eg haldi hann lýgur. Mær vitandi er tað bara eitt, og hetta var mítt triðja, so tað er nokk lítil ivi um, at tað eri eg, sum eigi at skjóta, tá vit næstu ferð fáa møguleikan, held- ur hann. Einki er avgjørt Í skrivandi løtu sigur stigatalvan, at ÍF nú er fýra stig undan B68, so tað kann meira enn so hugsast, at júst hetta sein- asta frísparksmálið frá Høgna var tað, sum bjarg- aði árinum í Fuglafirði. Men sjálvur vil topp- skjútti hjá ÍF so ikki taka nakað fyri givið. – Teir hava so framveg- is seks stig eftir at spæla um, og fáa teir fýra av hesum, so eru teir ájavnir okkum í stigum. Og inn- anhýsis eru teir eisini betri, so vit taka einki fyri givið, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat, at fuglfirðingar sjálvandi eisini sjálvir hava møgu- leikan at vinna í Klaksvík á seinasta degi, og harvið avgera alt. – Men tá tað er sagt, so sær tað sjálvandi eisini hampuliga gott út hjá okkum nú. Vit hava í øllum førum lagt trýst á B68 undan teirra dysti mánakvøldið, og hartil skal B36 nú helst vinna á B68 í seinasta umfarinum fyri at ogna sær silvurið, so jú. Tað sær betri út. Máttu stríðast Fuglfirðingarnir mundu annars ikki halda sjálvir, at tað stóð nakað serligt til, eftir at teir fyri viku síðani taptu á Svangaskarði. Síðani tá hevur nógv orka verið løgd í sálarligu løðingina til dystin móti B36, og tað skuldi eisini vísa seg, at tørvur var á hesum. Ikki minst, tí B36 eftir bara átta minuttum snaraði 1-0 til 1-2. – Vit tosaðu um tað í steðginum, og niðurstøðan var greið. Har var einki annað hjá okkum at gera, enn at stríðast av allari megi. Vit máttu og skuldu hava stig burturúr dystin- um, og tað fingu vit so tí- betur eisini, staðfesti dags- ins maður í fuglafirði at enda. – Hetta var mítt triðja, so tað er nokk lítil ivi um, at tað eri eg, sum eigi at skjóta, tá vit næstu ferð fáa møguleikan, heldur Høgni Zachariasen Mynd: Álvur Haraldsen Við einum dreyma- máli upp á beinleiðis fríspark sendi Høgni Zachariassen ÍF eitt sera langt fet móti framhaldandi tilveru í bestu deildini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Enn eru ikki allar súður syftar, men tað er nógv, sum bendir á, at Høgni Zachariasen tryggjaði ÍF framhaldandi lív í bestu deildini. Sparkiteknikkurin er longu vælkendur, og tað er so langt ífrá fyrstu ferð í ár, at hann hevur sent fríspark beinleiðis í kassan. Men trýstið hesaferð mundi tó kennast nakað væl størri, enn tað annars hevur gjørt. Men hetta nervaði ikki fuglfirðingin. Hart – men tó berherskað - sendi hann upp um múrin og dygst úti við stólpan, uttan at B36- málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri, og so stóð 2-2 á talvuni. ÍF lá til at fáa stig, og so bendir alt á, at bjargingin er vís. Øgilig byrjan Tað var annars fyrstu fáu minuttirnar, at tað nógva av undirhaldinum gekk fyri seg í Fuglafirði sunnudagin. Dysturin var ikki meira enn tríggjar minuttir gamal, tá Sylla sýndi heimaáskoð- arunum, at tað kanska ikki fór at gerast heilt ógjørligt at bjarga tilveruni í deild- ini. Staddur nakað til vinstru fekk hann bæði pláss og tíð at reka inn í B36-brotsteigin, og við einum bleytum skoti sendi hann ÍF á odda. B36 ætlaði tó ikki at leggja seg niður fyri tað. Teir vóru komnir eftir silv- urmerkjunum, og eftir bara átta minuttum gjørdu teir sær tvær ferðir dælt av, at ÍF verjan ikki var nóg av- gjørd. Fyrst slapp ein bóltur at detta niður í tómrúmin- um millum verju og mál- verja, og tá eingin vildi gera nakað við henda, tók Egil á Bø av. Og lítla løtu seinni kundi hálvi fugfirðingurin, John Petersen, senda B36 á sigurskós, tá hann fekk góðar stundir at temja inn- legg úr høgru, áðrenn hann sendi bóltin í netið. Hugflogsleyst Soleiðis kom dysturin fyri tað nógva at líkjast fleiri øðrum dystum, sum ÍF hevur leikt í ár. Teir vórðu noyddir at satsa niðaneftir, og so kundi mótstøðan spæla upp á kontra. Tað tóktist heldur ikki, sum var nakað serligt bit í álopsspælinum hjá ÍF. Ser- stakliga tí teir í ovurstóran mun royndu at satsa upp á gjøgnumbrotsstyrkina hjá Sylla, men eisini hann mátti ásanna, at tá tað ræður um mann-móti- manni støður, eru fáir verjuleikarar í landinum, sum eru stinnari enn Pól Thorsteinsson. Hinvegin var B36 heldur ikki so øgiliga vandamikið í kontraspælinum. Alt ov sjáldan varð spælt nóg bein- leiðis í rúmið, sum álops- leikararnir fingu, men held- ur beint niðan í høvdið á nýklækta pápanum í ÍF- verjuni, Bartal Eliasen. Og tá miðvøllinum so av og á kom til hugsa at spæla djúpt, gjørdist talan aloftast um ov djúpar sendingar, sum sluppu at ferðast heilt oman til Karstin í ÍF-málinum. Næst við vóru teir um miðjan seinna hálvleik, tá John Petersen endaði álop við at skjóta á stólpan. Men fuglfirðingarnir góv- ust ikki. Ivaleyst mundu teir fullvæl vita, at vónin um bjarging stóð og fall við, hvørt teir fingu nakað burturúr hesum dystinum, og eitt korter fyri leiklok kom so úrslitið. Fríspark úr 20 metrum og bang. Javn- leikurin hekk í loftinum, og um nakað, so mundu fugl- firðingarnir vera nærri við at vissa sær øll stigini enn B36, men meira enn tað sama gjørdist ikki. Bjargingin nærum víst Og so kundu tey í fuglafirði leggja vertin á regnið, sum fyri tað mesta hevði oyst niður, og á vindin, sum seinastu løtuna gjørdu eina og hvørja roynd at spæla skipaðan fótbólt vónleysa. Teir eru nú fýra stig undan B68, og sum um tað ikki var nóg mikið, so syrgdu fuglfirðingarnir eisini fyri, at B36 helst skal vinna seinasta dystin móti B68, um teir skulu vissa sær silvurið. ÍF-B36 2-2 (1-2): Høgni bjargaði ÍF Fyri tað nógva var álopsspælið hjá ÍF hugflogsfátækt, og hóast Sylla royndi, so hevði hann fyri tað mesta trong kor í B36-verjuni Mynd: Álvur Haraldsen ÍF-B36 2-2 (1-2) 1-0: Ahmed D. Sylla, 3 1-1: Egil á Bø, 4 1-2: John Petersen,11 2-2: Høgni Zachariasen, 77 ÍF: Karstin Joensen – Áki R. Petersen, Bartal Elia- sen, Viggo Johannesen, Rúni Elttør – Eyðolvur R. Petersen, Høgni Zachariasen, Høgni Madsen, Gunn- ar G. Nielsen – Ahmed D. Sylla, Magni á Lakjuni B36: Magnus E. Poulsen – Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre – Alex dos Santos, Jens Kritsian Hansen, Klæmint Matras, Bergur Midjord Dómari: Páll Augustinussen: Tóktist í fleiri førum beinleiðis ivasamur. Ikki minst, tí ófantaligar tack- lingar í fleiri førum sluppu at fara framvið púrasta óátalaðar. FAKTA UM DYSTIN C M Y K 24