týsdagur 28. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2004
27
Trý mál á muni
Tvøramenn liggja
best fyri, men tað skal
bara heilt lítið til, um
sandoyingar skulu
yvirhála á seinasta
leikdegi
2. DEILD
Jákup Mørk
Bert eitt umfar er eftir í
næstbestu mansdeildini í
fótbólti, og spenningurin
fær valla verið størri enn
tað sama í løtuni.
Undan hesum umfarinum
vóru TB og B71 á odda, og
tað eru tey framvegis.. TB
hevði á pappírinum sera
trupla uppgávu, tá teir
skuldu til Hvalbiar at takast
við grannarnar úr Royn.
Ein dystur, sum Royn helst
sær sum ein hin sørsti á ár-
inum, og tað eydnaðist eis-
ini at geva TB ein hvøkk, tá
Gisli Sveinbjørnsson legði
vertirnar á odda.
Ghanesiski
Emmanuel
Larby megnaði tó at javna
fyri TB, og so settu uppflyt-
ingarkandidatarnir seg á
dystin. Búi Mortensen og
Daniel Nyarko øktu hvør
sínu megin steðgin, og tó at
Rúni Thomsen fekk mink-
að um munin fyri TB, so
syrgdi Larby við enn einum
máli fyri, at TB framvegis
er á uppflytingarkós.
Hjá B71 ráddi fyrst og
fremst um at vinna dystin
móti KÍ, og harnæst helst at
vinna so greitt, sum tað
yvir høvur var gjørligt.
Partvíst eydnaðist hetta
eisini, tí við 4-0 sigrinum
var ongantíð nakar sum
helst ivi um, hvar stigini
skuldu enda.
Men tað kann væl vísa
seg, at sigurin hjá sandoy-
ingunum var í minna lagi, tí
hóast greiða sigurin, so er
støðan framvegis tann, at
TB eru trý mál betri enn
B71 á stigatalvuni.
Tað hevur annars onkra
tíð verið tosað um, at TB
kortini er betri enn B71, tí
meðan B71 vann heima-
dystin móti TB við 3-1,
vann TB ikki minni enn 6-2,
tá B71 vitjaði á Sevmýru.
Her eru reglurnar tó tær,
at málini í hesum dystunum
ikki hava tað heilt stóra at
siga. Tá innanhýsis upp-
gerðirnar verða gjørdar
upp, eru tað bara stigini,
sum telja, og her standa
liðini jøvn, so í verandi
støðu er tað samlaði mál-
munurin, sum ger av, hvat
liðið er betri.,
Og so kann tó kortini sig-
ast, at málini í innanhýsis
uppgerðunum
hava
sín
týdning. Í øllum førum
munnu tey í B71 iðra seg
um, at tapið á Sevmýru
skuldi
gerast
somikið
greitt. Var talan t.d. um eitt
4-2 tap, vildi B71 í dag
verið eitt mál betri, men tá
er so talan um hypotesur,
sum hvørki TB ella B71 fáa
gjørt nakað við. Her ræður
fyrst og fremst um at vinna
– og helst stórt – tá seinasta
umfarið er á skránni kom-
andi vikuskifti. Tá skal B71
vitja hjá B36, sum leygar-
dagin vissaði sær enn eitt ár
í næstbestu deildini, meðan
TB á heimavølli fær vitjan
av VB, sum longu er flutt
niður.
Bronsa á Argjum
Júst B36 og VB leiktu ann-
ars sínamillum leygardag-
in, og tá gjørdust omanfyri-
standandi
staðfestingar
veruleiki. VB var annars
liðið, sum byrjaði betri,
men B36 – og serliga
Tummas Hans Rubeksen –
endaðu tó omaná. Ungi
leikarin gjørdi ikki færri
enn fýra av málunum hja
árstalsfelagnum, sum við
sigrinum økti munin niður
til níggjunda plássið upp í
seks stig, samstundis sum
tað endaliga gjørdist greitt,
at næstbesta VB liðið í
komandi kappingarári skal
spæla fótbólt í triðju deild.
Í Leirvík helt LÍF fram
við góðu úrtøkuni, eftir at
teir annars máttu steðga eitt
lítið sindur á, tá Tb fyri
stuttum fekk javnleik. Hesa-
ferð vitjaði FS Vágar, og tað
var heilt skjótt, at tað
gjørdist greitt, at LÍF veru-
liga er væl fri. Niels Paul
Justinussen, Sølvi Vatn-
hamar og Petur Sjúrðarberg
skutu eitt mál hvør fyri
steðgin, áðrenn Sølvi í
seinna hálvleiki kundi stað-
festa sigurin, sum lyfti
leirvíkingarnar upp á fjórða
plássið í deildini.
Seinasti dysturin var á
Argjum, har Sumba vitjaði.
Sumbingar komu á odda,
men AB vann dystin við
trimum málum móti ong-
um, men hóast bara trý stig
eru upp til tey ovastu, so
mugu tey í AB helst ásanna,
at tað so ikki verður í ár, at
tey fáa møguleikan at spæla
seg upp í bestu deildina.
Málmunrin hjá AB er nevn-
liga somikið nógv verri enn
hjá TB og B71, at tað skulu
onkur heilt óvanlig úrslit
til, um argjamenn skulu
vinna seg longur upp. So
kunnu teir iðra seg um, at
tað ikki eydnaðist at fáa
størri úrtøku burtur úr
heimadystunum móti eitt
nú Royn, LÍF og B36, sum
allir vórðu taptir. Tað fær
felagið so ikki gjørt nakað
við nú, men eitt bronsu-
pláss í deildini er tó besta
úrslitið í felagssøguni, so
heilt misnøgd munnu tey
kortini ikki vera, tá alt
kemur til alt.
LÍF-FS Vágar 4-0(3-0)
1-0 Niels Pauli Justinussen
2-0 Sølvi Vatnhamar
3-0 Petur Sjúrðaberg
4-0 Sølvi Vatnhamar
B71-KÍ 4-0(1-0)
1-0 Eli Hentze br.
2-0 Jónsvein Thomsen
3-0 Jónsvein Thomsen
4-0 Clayton Soares
Royn-TB 2-4(1-2)
1-0 Gisli Sveinbjørnsson
1-1 Emmanuel Larby
1-2 Búi Mortensen
1-3 Daniel Nyarko
2-3 Rúni Thomsen
2-4 Emmanuel Larby
VB-B36 2-5(2-1)
0-1: Tummas H. Rubeksen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Sigmund Mikkelsen
2-2: Tummas H.Rubeksen
2-3: Tummas H. Rubeksen
2-4: Áki Mørk
2-5: Tummas H. Rubeksen
AB-Sumba 3-1 (2-1)
0-1: Rene Thomsen
1-1: Eyðun Samuelsen
2-1: Eyðun Samuelsen
3-1: Nikolaj Erikasen
Landsliðsspæl-
ararnir fingu fult
Feløgini hjá Jón Róa
Jacobsen, Johan
Byrial Hansen og
teimum trimum á
Amager vunnu øll í
vikuskiftinum
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Vikuskiftið var gott hjá
feløgunum í næstbestu
donsku deildini, sum hava
føroyskar landsliðsspæl-
arar á liðnum. Fremad
Amager og Frem vunnu á
heimavølli, og Horsens
vann á útivølli.
Aftur hesa ferð var bara
ein av trimum landsliðs-
spælarum á liðnum hjá
Fremad Amager. Jann
Ingi Petersen og Hjalgrím
Elttør vóru als ikki út-
tiknir. Andrew av Fløtum
var á vølllinum allar 90
minuttirnar. 1.177 áskoð-
arar vóru í Sundby Idr-
ætspark, og tað er eitt
høgt tal, tá ið havt verður
í huga, at talan er um
næstbestu deildina. B93
helt tørn, inntil tað rest-
aðu átjan minuttir. Í síðsta
minutti staðfesti Thomas
Lundby 2-0 heimasigurin.
Hann hevði eisini skorað
fyrra málið.
Lagið er gott í Valby.
Frem hevur vunnið tær
seinastu ferðirnar, og hesa
ferð vóru 1.488 eygna-
vitni, tá ið teir á heimavølli
vunnu 1-0 móti Sønde-
rjyskE, sum hevur stórar
ætlanir um aftur at flyta
upp í bestu deildina, og
sum hevur nýtt nógvar
pengar fyri at brynja seg
væl. Jón Rói Jacobsen var
enn eina ferð tryggur mið-
verji
hjá
Frem,
sum
skoraði einasta málið, tá ið
tað restaðu tjúgu minuttir.
Longu
leygardagin
vóru Horsens og Johan
Byrial Hansen á Fyn og
spældu móti botnliðnum,
Dalum. Horsens vann 3-2,
og harvið eru teir á triðja
plássinum. Frem er næst-
ovast, og HIK er framveg-
is fremst. Hesa ferð
megnaðu teir kortini ikki
meiri enn málleysan javn-
leik á heimavølli, tá ið
Fredericia vitjaði.
Vejle
er
framvegis
frammarlaga, men hesa
ferð taptu teir 3-1 á
heimavølli móti Køge.
Men tað var tó ikki nóg mik-
ið at vinna seg heilt fram, tí
við 4-2 sigri í Hvalba helt TB
fast um sína støðu, nú bert
eitt umfar er eftir at leika
Mynd: Áki Bertholdsen
Sandoyingar gjørdu sína
skyldu, tá teir vunnu greiðan
heimasigur á KÍ
mynd: Álvur Haraldsen
27
26
Nr. 184 - 28. september 2004
Janus
og HB
leingja
Janus M. Joensen, sum
síðani 1999 hevur verið
fastur fúsur á besta HB-
liðnum, hevur gjørt av
leingja sáttmálan við
felagið við tveimum ár-
um afturat
Janus er ein av leikar-
unum, sum er uppvaksin
í HB, og felagnum dylja
tey ikki fyri, at tey eru
fegin um, at sterki bakk-
urin eisini komandi ár-
ini verður at síggja á
besta liðnum.
-jm
Útiset-
arnir
byrja
aftur
Leygardagin
byrjaði
danska flogbóltslands-
kappingin aftur, og aftur
í ár eru fleiri føroyingar
millum teirar, sum taka
lut. Holte IF hevur
seinnu árini verið eitt av
føroysku útisetafeløgun-
um, og í so máta er árið
í ár einki undantak.
Soleiðis
vóru
bæði
Ragnar í Haraldsstovu
og Bárður B. Mikkelsen
á liðnum hjá Holte, nú
danska kappingin byrj-
aði, og hartil er vænt-
andi, at Steinar Eiriks-
toft eisini verður at
síggja í felagnum um
ikki alt ov langa tíð.
Talan er um eitt nýtt
lið, sum Holte í løtuni er
í ferð við at byggja upp,
og hetta kom eisini til
sjóndar, tá liðið í fyrsta
dystinum hitti SK År-
hus. Við settúrslitunum,
25-13, 25-16 og 25-19,
gjørdist talan um greið-
an sigur til heimaliðið,
men sambært heimasíðu
felagsins er hetta tó ikki
nakað, sum fær felagið
av valdu kósini.
Komandi dysturin hjá
Holte verður komandi
mikukvøld móti DHG
Odense. Tann dysturin
verður vístur á rásini,
DK4, sum í vetur fer at
senda beinleiðis flog-
bólt hvørja viku.
-jm
Dóm-
ararnir
gjørt
spon-
sor-
avtalu
Føroya Bjór og
LM-handilin fara í
vetur at stuðla
hondbóltsdómaru
num
HONDBÓLTUR
tíðindaskriv
Fríggjadagin skrivaðu
Dómarafelagið og Før-
oya Bjór undir sponsor-
sáttmála, sum er gald-
andi fyri komandi vetur.
Avtalan inniber, at før-
oyski hondbóltsdómar-
arnir í vetur allir fara at
døma í eins búnum, sum
Føroya Bjór hevur latið,
og sum sjálvandi koma
at bera væl kenda Jolly-
merkið á troyggjunum.
Eyðun Samuelsen, sum
vegna
dómarafelagið
hevur havt avtaluna um
hendi, fegnast um stuð-
ulin, sum felagið við
hesum
fingið.
Ikki
minst tí hetta lættir nak-
að um hjá dómarunum,
sum soleiðis ikki nýtast
at hugsa um búnarnar.
– Tað er sjálvandi eitt
pluss fyri okkum, at vit
á hendan hátt kunnu
lætta um hjá dómarun-
um, og tað gevur eisini
eitt positivt signal út-
eftir, at tað soleiðis eru
stuðlar, sum sýna døm-
ingini ans, sigur hann.
Umframt Føroya Bjór,
hevur
dómarafelagið
eisini gjørt avtalu við
LM-handilin,
sum
somuleiðis er partur av
avtaluni, og kemur LM-
logoið at vera sjónligt á
brókunum hjá hond-
bóltsdómarunum.
Eyðun Samuelsen vegna
dómarafelagið og Jákup á
Borg vegna Føroya Bjór
geva hørjum øðrum
hondina, nú nýggja spon-
soravtalan er veruleiki
Tað verður ikki
grundað á fótbólts-
spælið, at áskoðarar-
nir fara at minnast
dystin millum HB og
GÍ. Heldur verður tað
veðrið, og so nýggi
HB-málverjiin, sum
tosið fer at snúgva seg
um, tá fólk í framtíð-
ina lata tankarnar
leita til fortíðina
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Útvarpsmaðurin segði tað
so rámandi sunnukvøldið,
tá hann skuldi taka saman
um dystin í Gundadali
millum HB og GÍ. »Tað
besta við dystinum var, at
hann endaði«, og tað sigur
nokk tað allar mesta av tí,
sum var at siga um dystin.
Ikki tí. Bæði HB og GÍ
hava seinastu nógvu áriini
verið ímyndin av nakað av tí
besta, sum føroyskur fót-
bóltur hevur at bjóða, og tó
gøtumenn ikki eru so ovar-
ligir í ár, sum teir ofta hava
verið, so hevur liðið til tíðir
borið um, at teir framvegis
duga at spæla fótbólt.
Vindurin og HB trýstu
Men størsti trupulleikin
sunnudagin mundi vera, at
veðrið als ikki var til
fótbóltsspæl. Gjørt varð
kortini av, at dysturin
skuldi spælast, og so var
bara at fara ígongd.
Vindurin, sum sjáldan
hevur verið meira í Gunda-
dali, var fyri steðgin við HB,
og hetta førdi eisini eitt
støðugt trýst oman móti GÍ
málinum við sær. Fleiri
hornaspørk spurdust burt-
urúr, og við einum av hesum
eydnaðist Jákupi á Borg og
vindinum í felag at beina
bóltin beinleiðis í kassan.
Um miðjan hálvleikin
økti Hallur Danielsen til 2-
0, tá GÍ verjan ikki fekk
ruddað rættiliga burtur, og
so mundu tey flestu halda,
at meistararnir enn einaferð
vóru á sigurskós.
Reytt til málverjan
Men kósin varð skeiklað
nakað stutt fyri steðgin.
Bárður Johannesen í HB-
málinum misti snøgt sagt
høvdið, tá hann og Adam
Paluszek lupu eftir einum
høgum bólti. HB-málverjin
átti fríspark, men í hevni-
søku sparkaði hann eftir
GÍ-áleyparanum, og so var
tað march-ordri til HB-
málverjan.
Hetta gav HB liðnum
nakrar trupulleikar. Ikki
minst úti á beinkinum, har
gerast skuldi av, hvør nýggi
maðurin í málinum skuldi
vera. Pól N. Joensen var á
beinkinum, men hann var
ikki heilt væl fyri, og endin
av øllum bleiv, at Heine Fer-
nandez setti seg sjálvan í
málið. Hann hevði annars
undan vikuskiftinum boðað
frá, at hann ikki skuldi aftur
á vøllin hetta kappingarárið,
men sum kunnugt, so eru
støður til fyri at broytast, og
soleiðis varð eisini hesaferð.
Og so lá betri fyri hjá GÍ.
Við nýggja »málverjanum«
í huga fekk GÍ betri hug at
royna seg frameftir, og stutt
fyri steðgin eydnaðist Hans
Paula Petersen at minka um
munin, tá Heine ikki fekk
vart fyri einum skoti frá
gøtumanninum.
GÍ fekk stig
Eftir steðgin ressaðist HB tó
nakað. Eina løtu var vind-
urin ikki heilt so nógvur, og
hóast HB var í numeriskum
undirluta, so vóru teir leik-
liga við yvirlutan, og tað
eydnaðist teimum eisini at
økja til 3-1, tá Heðin av
Lakjuni slapp at gera sær
dælt av misskiljing í GÍ-
verjuni.
Móti endanum fekk GÍ tó
aftur fatur um rætta endan,
og við tveimum málum
megnaðu teir at fáa stig
burturúr. Ein skuldi annars
hildið, at ein av dygdunum
hjá HB-málverjanum var at
sparka bóltin, men ta einu
ferðina eydnaðist honum tó
ikki at fáa útspark nóg langt
niðan, og so kundi Poul
Arni Jacobsen smekka til.
Og lítla løtu seinni gjørdist
3-3, tá Adam Paluszek
dygst undir málinum kundi
stúta GÍ upp á javnt.
Hampuligt hjá báðum
Soleiðis fingu báðir partar
eitt sindur úr dystinum.
Fyri GÍ mundi tað hóast
eisini kennast hampuliga
gott, at teir á útivølli megn-
aðu at fáa stig móti meistar-
unum. Nakað sum annars
bert KÍ hevur megnað í ár.
Og hóast heimaárið so-
leiðis ikki endaði við sigri,
so er ein javnleikur betri
enn tap. Og serliga við 10
monnum mundi tey í HB tí
kenna, sum var dagurin
ikki heilt spiltur.
Nú kann HB so gera seg
til seinastu ferðina á árin-
um. Hon gongur til Runa-
víkar, og í viðførinum fara
HB’arnir tá at hava FM-
steypið. Hetta verður tó
seinastu ferð, at steypið
verður tikið úr húsinum, tí
eftir handanina hesaferð
eigur HB nevnliga steypið
til ognar, og so noyðast tey
hjá Føroya Bjór helst enn
einaferð at bíleggja nýggjar
silvurlutir.
HB-GÍ 3-3 (2-1)
Høpisleyst í storminum
Hóast teir í knappan tíma vóru 11 móti 10, so eydnaðist ikki gøtumonnum at vinna HB
savnsmynd
HB-GÍ 3-3 (2-1)
1-0: Jákup á Borg, 7.
2-0: Hallur Danielsen, 26.
2-1: Hans Pauli Petersen, 44.
3-1: Heðin á Lakjuni, 65.
3-2: Poul Arni Jacobsen, 82.
3-3: Adam Paluszek, 87.
HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jan
Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Jákup á
Borg (Rókur Jespersen, 30.), Kári Nielsen, Rúni
Nolsøe, Rasmus Nolsøe (Heine Fernandez, 35.) –
Rógvi Jacobsen (Hendrik Rubeksen, 88.), Heðin á
Lakjuni
RK: Bárður Johannesen, 35.
GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð,
Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Jónreid Dalheim
(Poul Andrias Jacobsen, 60.), Símun Louis Jacobsen,
Áslakur Reinert Petersen (Poul Arni Jacobsen, 46.),
Hans Pauli Petersen – Súni Olsen, Adam Paluszek.
GK: Áslakur Reinert Petersen, 31., Atli Gregersen,
41., Hanus Jacobsen, 73., Kaj Ennigarð, 89., Poul
Ennigarð, 90.
Dómari: Suni Johansen
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
26