Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 varp­inum, har ljós ser­liga var varpað á fiski­vinn­una, vísti tað seg, at lands­stýris­ maðurin stóð rættu­liga einsamallur yvir­fyri um­ boð­unum fyri Sambands­ flokkin og Fólkaflokkin. Høgni Hoydal, lands­stýris­ mað­ur, fekk klárt og greitt krakk frá Bjørn Kalsø, Sam­ bandsflokkurin, og Ja­cob Vestergaard, Fólka­flokk­urin. Báðir tveir vóru ógvu­ liga avvísandi móti lands­ stýrismanninum og hildu fast við, at lítið og onki er hent politiskt í sam­ráð­ing­ unum fiskivinn­una. Høgni Hoydal, lands­ stýris­maður, helt fast við, at hann hevur havt sam­ ráðingar við andstøðu­flokk­ arnar saman og hvør sær og at tað eru á fleiri økjum semja kann fáast um. Tað er eisini rætt. Ongin er ímóti at vit veiða burðardygt og fáa sum mest fyri okkara tilfeingi, men á øðrum økjum standa flokk­ arnir púra ósamdir. Uppboðssølan er eitt mál, sum alla tíðina verður tikið fram, sum stóra trøllið. Hvørki Bjørn Kalsø ella Jacob Vestergaard vildu hava nak­ að við eina uppboðssølu av rættindu at gera. Ein onnur álvarslig forð­ ing er spurningurin um um­ setiligheit av rættindum – altso um vinnan skal kunna selja rættindi sínamillum. Serliga Fólkaflokkurin heldur fast við, at hetta skal bera til, tí tað ger at vinnan tillagar seg viðurskiftunum, sum til eina og hvørja tíð eru og hetta skapar eisini dyna­ mikk í vinnuni. Lnadsstýrismaðurin og samgongan siga hinvegin, at hetta ikki eigur at kunna lata seg gera. Vinnan sleppur ongantíð at eiga rættindin i, men leigar tey fra almennu Føroyum. Skal onkur annar fáa hesi rættindi, so skulu tey latast almennu Føroyum aftur og so kann landið bjóða rætt­ indini útaftur til onnur. Samgongan heldur fast við, at umsetiligheitin ella sølan av veiðurættindum er alment og skal geva pengar í landskassan heldur enn til vinnuna. Verður tað vinnan sum selir hesi rættindi, so tekur hon bara pening úr skipanini og ger fiskivinnuna dýrari at reka. FISKIVINNUSKIPAN LONGUR NN FYRR Árni Gregersen Bæði løgmaður og lands­stýrismaðurin við fiski­vinnumálum hava sagt, at eitt uppskot um nýggja lóg um vinnuligan fiski­skap verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni. Tað vil siga, skulu regl­urnar haldast, at upp­skotið skal vera ting­ inum í hendi umleið 1. mars. Útlitini fyri einari breiðari semju eru ikki góð. Útmelding­ ar­nar serliga frá teim­ um báðum stóru and­ støðuflokkunum benda á, at teir ikki verða part­ ar av semjuni. Men tað vil krotini ikki siga, at hetta ikki verður so, tí flest øllum kunnugt, so er nýskipan av fiskivinnuni eitt mál, sum skilir sundur innanfloks í stóru flokk­ unum. Tingfólk eru nógv litað av hvar tey eru vald og politiskari hugsan annars um, hvussu vit skipa fiskivinnuna. Í báðum teimum størru samgonguflokkunum eru tað fleiri tingfólk, sum ikki eru sannførd um, at uppboðssøla er rætti vegurin at ganga. Umsetiligheitin set­ ir eisini kílar ímill­um tingfólk eins og spurn­ ingurin um fiskidagar ella kvotur hevur greiða semjur. Men er ósemja um hesi mál í samgongu­flokk­ unum, so ger tað sama seg galdandi í and­støðu­ flokkunum. Júst nú standa teir stóru andstøðu­flokk­ar­ nir saman móti lands­ stýrismanninum við fiski­vinnnumálum, men í flokkunum eru tað fleiri, sum ivast í ávísum spurningum um hvussu alt skal skipast. Tí er ilt at meta um, hvønn veg alt fer at venda, tá ið eitt upp­ skot verður lagt fyri ting­ið, men í løtuni bend­ir onki á, at stóru andstøðuflokkarnir verða partur av ný­skip­ anar­upp­skotinum. Politisk ósemja um nýskipan – eisini innan­floks Arbeiðið at gera eina fiski­ vinnunýskipan skal vera liðugt um góðar tveir mánaðir