Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR 07 Vestur hevur sett Alb­ ert Ellefsen sum hjálp­ar­ venj­ara hjá nýggja høv­ uðs­venjaranum, Trygva Mort­en­sen. Tað boðar fel­ ag­ið frá á heimasíðu sín­ ari. Albert Ellefsen er 57 ára gamal og hevur hollar roynd­ir sum venjari hjá FS Vág­um, HB og ÍF. Í fjør var hann hjálparvenjari hjá Jan Dam í HB. Mark Clattenburg, ársins dóm­ari í Premier League, sigur í samrøðu við The Guardian, at hann fer at umhugsa eitt møguligt til­boð úr kinesisku Super League, sum søgur hava gingið um. Í 2016 dømdi 41 ára gamli Clattenburg finalurnar í FA Cup, Champions League og EM, og tað sigst vera við til, at hann nú umhugsar at royna nýggjar leiðir. Kina rind­ar sera góðar lønir og hev­ur nýliga fingið spælarar sum Oscar og Carlos Tevez til landið. Fiorentina-áleyparin, Nik­ola Kalinic, hevur sagt nei takk til eitt tilboð frá kin­esiska felagnum Tianjin Quan­jian, har honum ann­ ars stóð í boði at tjena 70 mill­iónir krónur um árið, um­framt at Fiorentina hev­ ði fingið áleið 400 milliónir krón­ur fyri keypið. Tað skriv­ ar italska blaðið La Gazzetta dello Sport. 28 ára gamli kro­ atin hevur í ár skotið 12 mál í 24 dystum í Seriu A, og hann sigur, at hann hevur meiri at bjóða í Seriu A enn í Kina. Enski landsliðsmálverjin, Joe Hart, sum í løtuni er út­ leigaður frá Manchester City til italska felagið Torino, held­ur neyvan fram í Torino eftir at leigusáttmálin gong­ ur út í summar. Urbano Cairo, forseti í felagnum, sig­ur við blaðið La Stampa, at felagið ongan møguleika hev­ur at rinda honum ta løn­ ina, ið krevst at rinda honum eftir eitt møguligt keyp. Mest sannlíkt fer hann aftur til Onglands, har hann eitt nú verður settur í samband við Liverpool. Í Liverpool hevur Joe Hart nevniliga ein møguleika at sleppa framat sum fyrsti málverji, nú felagið hevur havt eitt sindur av roki á pláss­inum, har nýkeypti Loris Karius hevur spælt so­ mik­ið ivasamt, at tann ann­ ars útskeldaði Simon Migno­ let er sloppin framat aftur. Simon Mignolet sigur í sam­ røðu við Times of India, at hann ikki ætlar sær at halda fram í felagnum, um hann gerst annaðval. - Eg eri 28 ár, og eg má spæla hvørja viku, sigur hann. Kuwait verður fram­hald­ andi útilokað frá øllum fót­ bólts­kappingum undir FIFA og frælsum ítrótti undir IOC. Landið varð útilokað orsaka av at landsins stjórn bland­ aði seg ov nógv í ítróttirnar, og hóast Kuwait kærdi bann­ ið beint áðrenn jól, so hava teir fingið tað víst aftur og bann­ið stendur við. IOC og FIFA meta, at støðan í Kuwait als ikki er batnað, men heldur versnað. FLOGBÓLTUR Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen, lands­ liðs­venjarar, hava nú úttikið fyrsta hópin av kvinnum, sum skulu spæla EM fyri smá­tjóðir í Luksemburg seinni í ár. Føroyar hava spælt seg til kappingina um­ vegis eitt 2. pláss í EM/HM- kapp­ingini í Føroyum í mei í fjør. Tær úttiknu eru: Anna Sunadóttir (Dráttur), Petra Suna­dóttir (Dráttur), Barbara Her­dalur Poulsen (Dráttur), Betti­eyð Ellingsgaard (Drátt­ ur), Sharon Thora (TB), Helga Guttesen (TB), Sára Maria Johansen (TB), Inga Maria (TB), Anja S. Dan­iel­ sen (Fleyr), Magnhild Jac­ob­ sen (Fleyr), Jórun Elis­dótt­ir Wang (Fleyr), Anna Sára L. Skaalum (Fleyr), Tóra Olsen (Fleyr), Kristina Knud­sen (Fleyr), Esther Ras­mus­ sen (Fleyr), Sofía Purk­hús (Amager VK), Eyð G. Mag­ nus­sen (Ikast KFUM), Urd T. Traðará, (Ikast KFUM), Eva W. Nagata (Ikast KFUM), Sús­anna S. Lud­vig (Ikast KFUM), Sóley Mørch (KÍF), Guð­run Simona Lind­enskov (KÍF), Eyðrið E. Hansen (KÍF), Rannvá Dam (KÍF), Maria Hammer Mat­ras (KÍF), Elisabeth Olsen (KÍF), Elsa Sandberg Nielsen (Amager), Annika Á Stongum (Mjølnir), Ása Klein Olsen (Mjølnir), Sirið Anthoniusen (Mjølnir), Sissal Ellefsdóttir (SÍ), Annika Niclasen (SÍ), Her­ vør Hansen (SÍ), Bára Bryn­ leifs­dóttir (Ternan) og Tór­ hild Kvilt Olsen (Ternan). Eisini manslandsliðið er farið í holt við fyrireik­ ing­arnar til altjóða upp­ gáv­urnar í nýggja árinum, nærri nágreiniliga til oyggja­leik­ir­nar í Gotlandi, har liðið ætlar sær gull eftir at hava vunnið silvur seinast. Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Har­ aldsstovu eru venjarar, og teir hava kallað 22 leik­arar saman til venjingar. Flog­ bólts­sambandið skrivar, at leik­ararnir eru teir, sum mann­aðu A-landsliðið á oyggja­leik­unum seinast, um­framt leik­arar, ið hava verið á U19-lands­liðnum seinasta árið. HONDBÓLTUR Føroyska U21-landsliðið hjá monnum skulu komandi viku­skifti spæla HM-und­ an­kapp­ingar­dyst­ir í høll­ini á Hálsi í Havn, har mót­støðu­ londini eru Finnland, Sveis og Ísrael. Kári Nielsen, Ingi Ol­sen og Bogi Henriksen, venj­arar, hava úttikið hesar 16 leik­arar: Niklas Simonsen (Skjern Håndbold), Hørður Trygva­son (SG Flensburg- Hande­witt), Rói Berg Han­ sen (Neistin), Torkil Hentze (Neistin), Helgi Hild­ar­son Hoy­dal (H71), Hilm­ar Leon Jak­ob­sen (H71), Jónas Gunn­ ar­son Djur­huus (H71), Pætur Thom­sen (H71), Brandur Halg­irs­son (SG Flensburg- Hande­witt), Fríði Weyhe (KÍF), Pæt­ur Johan­sen (StÍF), Kjartan Johansen (Team Syd­havs­øerne), Áki Egils­ nes (TMS Ringsted), Sjúrð­ur Olsen (VÍF), Teis Horn Ras­ mus­sen (Neistin) og Pætur Mikk­jals­son (Neistin). Helle Thomsen, venjari hjá hollendska landsliðnum, sum vann EM-silvur í des­ em­bur, heldur møguliga fram sum landsliðsvenjari, hóast sáttmálin hjá henni gekk út ein dag eftir EM og alt bendi á, at hon fór at leita sær eftir øðrum starvi. Formaðurin í hollendska hond­bóltssambandinum, Sjors Röttger, sigur við blaðið NOS, at tey eru áhuga í at leingja samstarvið, og at tað er Helle Thomsen eisini. SÚKKLING Fyrrverandi Tour de France- vinnarin, sveisiski Ferdi­nand 'Ferdy' Kübler, er deyð­ur. Hann gjørdist 97 ára gamal og var elsti núlivandi vinn­ arin av Tour de France. Hann vann kappingina í 1950, tá ið kappingarneytin Fausto Coppi ikki var við orsakað av ógvusligum falli í Giro d'Italia stutt frammanundan. Ferdy Kübler náddi at halda jól heima við hús saman við konuni og familjuni, men hann andaðist fríggjadagin eftir at hava verið innlagdur við krími. LANDSL­IÐINI NÝGGJA BYRJAN Vit eru farin um gáttina inn í nýggja árið, og tað merkir, at nógv landslið - bæði í flogbólti og hondbólti - eru úttikin at fyrireika seg til komandi altjóða uppgávur