mánadagur 2. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Í yvirlitinum yvir tær greinarnar,
sum eru mest lisnar í 2016, trý
ting, ið skilja seg út. Kaj Leo í
Bartalsstovu, Cristiano Ronaldo
og landskappingin í bestu fótbólts
deildini
hjá
monnum.
Serliga
Cristiano Ronaldo er afturgangandi
og tað eigur 17 ára gamli Ernesto
Ferrari Henriquez sín part í. Tað var
hann, sum rann inn á vøllin at taka
selfie við heimsstjørnuni.
Fótbóltur er greiði toppskorarin.
Vit skulu heilt niður á 15. pláss, fyri
at finna grein úr aðari ítróttargrein.
Tað er um Pál Joensen, sum er
skelkaður, eftir at hann kom á mál
heldur seinni enn hann ætlaði í
1.500 metrinum til OL í Rio.
Kaj Leo er ótrúgvur
Mest lisna ítróttargreinin í 2016
snýr seg um Kaj Leo í Bartalsstovu.
Gøtumaðurin skifti í feburar púra
óvæntað til rumenska stórfelagið
Dinamo Bukarest.
Í Rumenia eru onkrir av miðl
unum meiri ágangandi enn vit
kenna tað her í Føroyum. Tað var
dagur í viku á redaktiónin hjá
cancan.ro, tá tað eydnaðist mynda
manni at fangað føroyska lands
liðsspælaran í at ganga ótrúgvur.
Søgan
varð
undirbygt
av
tveimum myndum. Einari við Kaj
Leo í Bartalsstovu og ljóshærdu
damuni Martu Hansen, og einari
við gøtumanninum og eini myrk
hærdari elskarindu.
Stóri trupulleikin við søguni er,
at talan er um Martu Hansen á
báðum myndunum. Hon hevur
bara lita sær!
Kaj Leo í Bartalsstovu er eisini
partur av søguni á tíggjunda plássi.
Tað er søgan um liðfelagin, 26 ára
gamla Patrick Ekeng, sum brádliga
í dysti fyri Dinamo Bukarest small
um og doyði á vøllinum.
Ronaldo og meira Ronaldo
Størsta ítróttarhendingin í Før
oyum í 2016 var óiva, tá Cristiano
Ronaldo kom til landið saman við
evropameistarunum úr Portugal.
Tað eru fleiri vinklar upp á søguna
um Cristiano Ronaldo.
Tað var óvanliga stórur spenn
ingur, tá hann lendi í Vágum. Á
Hotel Føroyum máttu tey steingja
hurðina, tí fólk ikki kláraðu at
halda sær í skinninum. Heldur ikki
á Tórsvølli megnaðu øll at fylgja
reglunum. 17 ára gamli Ernesto
Ferrari Henriquez úr eysturoynni
rann inn á vøllin, fyri at fáa eina
selfie við Cristiano Ronaldo. Hóast
FSF talar harðliga at, so ávirkar tað
einki unga mannin, sum fegin
Tað er eitt greitt rák á mest lisið listanum fyri 2016 á In.fo, sum er tíðindaheimasíðan hjá
Miðlahúsinum. Toppskorari gjørdist ein skemtilig søga um Kaj Leo í Bartalsstovu í tíðini, tá hann
spældi við Dinamo Bukarest. Annars lesa føroyingar um Ronaldo og føroyskan fótbólt
KAJ LEO – RONALDO & F
ÁRIÐ IÐ FÓR