Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen T að gongur sum eftir ánni hjá Lon­don felagnum, Chel­sea, í ensku Premier League í løtuni. Eftir eina held­ur trilv­ andi byrj­an við ein­um venj­ ara­skifti og fleiri útskifting­ um í leikara­hópinum, hevur Chelsea seinastu mánaðirnar av álv­ara funnið stevið. Serliga væl er tað eydnast teimum at skifta spælistíl, tí síðani Chel­sea fór yvir at spæla við trimum í verjuni, hevur Chel­sea vunnið hvønn tann einasta dyst í Premier League. Nýggjársaftan vann Chel­sea sín trettanda sigur á rað, tá teir á heimavølli vunnu 4-2 móti Stoke. Chelsea er tí á gáttuni til at javna metið hjá Arsenal frá 2002 fyri flest vunnar dystir á rað í Premier League. Arsenal vann tá 14 dystir á rað, men merkisvert við tí var, at teir vunnu dystirnar yvir tvey kappingarár, har ein summarferia var ímillum allar teir nógvu sigrarnar. Hjá Chelsea hevur talan verið um allar sigr­ar­nar í ein­ um og sama kapp­ing­ar­árið. Tað er tó ikki víst at Chel­ sea fer at javna metið við Arsenal, tí tað bíðar Chel­ sea ein torfør uppgáva í kom­andi dystinum. Chelsea skal tá á White Hart Lane at spæla grannauppgerð móti Tott­en­ham, sum sein­astu dyst­irnar hevur koyrt væl. Nýggjársdag vann Tott­ en­ham ikki færri enn 4-1 á úti­vølli móti Wat­ford, og eru teir væl við í odda­stríð­ num, hóast teir hava eitt fitt petti upp til Chelsea á fyrsta pláss­inum. Liverpool kappast um gullið Tveir av hinum kappingar­ neytunum til fyrsta plássi eru eisini Liverpool og Man­ chester City. Nýggj­árs­aft­an møtt­ust júst tey bæði liðini í einum lykla dysti innan­ hýs­is. Endin á dystinum var, at Liverpool dró tað longra strá­ðið og vann dystin tep­urt 1-0. Einsamalla málið kom longu tíðliga í dystinum, tá hollendski Georginio Wijn­ aldum skoraði fyri Liverpool. Sigurin hjá Liverpool ber við sær, at teir í løtuni eru nær­ masti kappingarneyti hjá Chelsea um fyrsta plássi. Eft­ir sigurin hevur Liverpool seks stig upp á fyrsta plássi, og talan er um bjartskygni í Liverpool um, at felagið kann vinna Premier League fyri fyrstu ferð í ár í søgu fel­agsins. Liverpool hevur fleiri ferðir fyrr vunnið bestu ensku kappingina, men merk­isvert er, at felagið ong­ antíð hevur vunnið síðani at kapp­ingin fór at eita Premier League í 1992. Mourinho hevur fingið skil uppá United Eisini arvafíggindarnir hjá Liverpool úr Manchester Uni­ted hava seinastu vik­ ur­nar av álvara fingið glið á. Talan hevur leingi verið um eitt Manchester United lið í framgongd, tá hugsað verð­ur leikliga, men fyri góð­um mánaða síðani vóru marg­inal­arnir ikki á síðuni hjá Manchester United. Tað hava teir verið seinasta vik­ur­nar, tí Manchester Uni­ted hevur vunnið all­ar sín­ar dystir í tøttu jóla­leik­ skránni sum hevur verið nú. Nýggjársaftan sá tó einki út, tí hóast teir vóru greitt omaná leikliga móti Middles­borough á heima­ vølli, vóru tað gestirnir úr Middles­borough sum eitt gott korter fyri leiklok løgdu seg á odda. Fleiri fullu tá í fátt, og væntaðu at talan var um nýggjársfusara frá Man­ chester United, men seinastu løtuna minti Man­chest­er Uni­ted aftur um seg sjálvt í stórheitstíðini hjá felagnum. Við tveimum seinum málum í dystinum, eydnaðist tað teim­um at vinna dystin móti Middlesborough 2-1, og var tað fimti sigurin á rað hjá teimum seinastu vikurnar. Serliga leikliga hevur José Mourinho endurføtt Man­chester United, sum eft­ir nøkur ár við skuffandi úrslit­um og skuffandi fót­ bólts­spæli, nú av álvara sær út sum eitt oddalið aftur. Teir eru farnir at spæla ferð­ miklan offensivan fótbólt, og keypini hjá José Mourinho frá í summar, hava seinastu vikurnar sligið til, har ser­liga svenski Zlatan Ibrahimovic hevur verið gull verdur við nógvum avgerandi málum. Nýggj­ársaftan var tað tó eitt av hinum keypunum frá í summ­ar, nevniliga heimsins dýr­asti Paul Pogba, sum skor­aði avgerandi málið í dystinum. Hann hevur sein­ astu vikurnar eisini spælt fram­úr á Manchester Uni­ted mið­vøllinum, eins og arm­ enski Henrikh Mkhita­ry­an hev­ur tað. Felags fyri báð­ar var tó, at tað tók eitt sind­ur av tíð, áðrenn teir av álv­ara komu í gongd í nýggja fel­ag­ num. Lítið sannførandi Arsenal Við í oddastríðnum er eis­ini Arsenal, sum í løtuni ligg­ur á triðja plássi. Teir vunnu nýggjársdag 2-0 á heima­ vølli móti Crystal Pal­ace, men gongdin hjá teim­um seinastu dystirnar tyk­ist ikki líka ræðandi sum hjá fleiri av hinum odda­lið­ unum. Arsenal tapti nevni­ liga í jóla­leik­skránni tveir týd­ning­ar­mikl­ar dystir, tá teir taptu dystirnar móti Chelsea er í løtuni á gáttuni til at taka metið frá Arsenal fyri flest vunnar dystir á rað í Premier League. Teir kappast í løtuni mest við Liverpool um enska meistara­heitið, meðan José Mourinho tykist at hava fingið skil uppá Manchester United. Les her alt tað feskasta um jólaleiksskránna í Premier League PREMIER-LEAGUE NÚ KANN CHEL TAKA METIÐ