Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Ever­ton og Manchester City. Teir hava tí ikki koyrt eins væl og hini oddaliðini, sum sein­astu dystirnar av álvara tykj­ast at hava funnið stevið, har serliga Manchester Uni­ ted er farið at blanda seg uppí stríðið um tey fremstu pláss­ini. Allardyce skal bjarga Crystal Palace Í hinum endanum av kapp­ ingini er kappingin eisini hørð. Har hava tvey lið um jólini koyrt venjararnar til hús, orsakað av vantandi úrslitum. Um jóltíðir koyrdi Swansea amerikanska venj­ aran, Bob Bradley, til hús, sum bert helt 11 dystir sum venjari í walisiska felagnum. Hann megnaði ikki at venda skút­uni hjá Swansea, sum í løtuni líkist suverenum botn­proppi í Premier League. Swansea liggur í løt­ uni aft­ast í Premier League við 12 stigum fyri 19 dystir. Teir hava tí longst upp til røttu megin strikuna, har Cryst­al Palace liggur í løt­uni. Crystal Palace gjørdi sama nummarið sum Swan­sea um jóltíðir, tá felagið gav Alan Pardew sekkin. Alan Par­d­ ew hevur annars sein­astu tvey árini fingið góð úrslit við Crystal Palace, og hevur flutt felagið nógv tann rætta vegin. Men hetta kapp­ing­ ar­árið hevur hilnast illa fyri Cryst­al Palace, sum eis­ini end­aði við einari upp­søgn til venjaran. Beint áðrenn nýggj­ár gjørdist greitt hvør var nýggjur venjari í Crystal Palace. Tað bleiv fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Sam Allardyce, sum er ein roynd­ ur maður í støðuni. Hann hevur fleiri ferðir áður roynt seg sum bjargingarmann hjá liðum, sum eru í nið­ur­flyt­ ing­arvanda. Seinast royndi hann seg í Sunderland, sum hann eisini fekk bjargað. Hann steðgaði tó brádliga sum venjari hjá Sunderland, tí at hann fekk í boðið star­við sum enskur landsliðsvenj­ ari. Eitt starv sum hann tó ikki hevði serliga leingi, tí hann náddi bert ein dyst sum enskur landsliðsvenjari, inntil at hann mátti steðga av einari gølu. Botnstríðið tykist meira avgjørt Hini bæði liðini sum í løtuni stríðast í botninum, eru fyrr­verandi felagið hjá Sam All­ar­dyce, Sunderland, og so eisini Hull. Beint áðrenn nýggj­ár spældu tey eisini bæði, har Hull fekk eitt stig í heimadystinum móti Ever­ ton, meðan Sunderland fekk bank á útivølli móti Burnley, har teir taptu 4-1. Talan verð­ ur tí um serstakliga trupla upp­gávu hjá báðum liðunum við at yvirliva, tí tað er vænt­ andi at Crystal Palace fer at skava sær nógv fleiri stig nú, við Sam Allardyce sum venj­ ara. Stórur spenningur um Champions League plássini Kappingin líkist tí av álvara sær sjálvari nú hon er kom­ in í helvt, har 19 dystir eru spældir. Tað er lítið hugs­ andi at nakað lið fer at geva Chelsea stórvegis mót­støðu um fyrsta plássi, so­leið­is sum Chelsea hevur koyrt seinastu mánaðirnar. Held­ur tykist tann stóri spenn­ing­urin vera um, hvørji lið fara at koma í tað lovaða topp-fýra landi, sum viðførir Champ­ ions League luttøku kom­ andi ár. Har eru fleiri góð boð, har Liverpool, Arse­nal og Tottenham í løt­uni hava størsta fyri­mun­in á stiga­ talv­uni. Men tá kapp­ingin fer at enda, eru tað tó stór útlit fyri at bæði Manchester fel­øg­ini, Manchester City og Man­chest­er United, fara at geva teim­um øllum stóra kapp­ing um tey plássini. SEA