Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 Vit fara her at líta aftur á 2016, og hyggja fram til 2017 saman við nøkrum av okkara remstu ítróttarfólkum. Hvat var gott, og hvat var minni gott í 2016. Hvat er á skránni í 2017 og hvussu hava tey hildið nýggjár. Tað spyrja vit fimm føroysk ítróttarfólk: Hallur Hansson, Sára Nysted, Torkil Veyhe, Eyðvør Klakstein og Kaj Leo í Bartalsstovu hava á ymiskan hátt havt eitt hendingarrík ár í 2016. Tey hava eisini nógv á skránni í komandi ári FRÁ 2016 TIL 2017 SAMAN VIÐ ÍTRÓTTARFÓLKUNUM Hvussu hevur tú hátíðarhildið nýggjárið? Siðvenjan er, at vit bjóða nærmastu fam­ ilj­uni heim til ræst kjøt. Tá fýrverkið var skotið, hugnaðu vit okkum saman við ná­ búgv­unum og bjóðaðu nýggja árinum væl­ komnum við holkøkum og øðrum góðum. Hvat fert tú persónligt at minnast 2016 fyri? Serliga fyri tvey ting. Tað fyrra, at taka av møguleikunum, sum tær stendur í boði, og heldur angra aftaná enn umvent og at hart arbeiði loysir seg. Uttan iva lærupengar, sum eg fari at taka við inn í nýggja árið. Hvat vilt tú persónligt helst gloyma frá 2016? Alt tað eg ikki fekk tíð til. Viðhvørt fært tú ringa samvitsku av, at tímarnir í degnum ikki røkka til alt tað tú ynskir. Viðhvørt kundi eg ynskt at eg raðfest øðrvísi. Hvussu gekk við at røkka málunum fyri 2016 – er árið góttikið? Tað hevur gingið sera væl. 2016 er heilt víst góðtikið. Eg eri komin væl longri á fleiri økjum, enn eg droymdi um tíðliga á árinum. Hvør hending stendur sterkast í minninum? Tað er nokk 28. feburar, tá eg skoraði tvey mál í sigrinum á Añorga, sum hevði við sær, at eg gjørdist ”pitxitxi” - topskjútti á mínum spanska liði. Tá rakk eg einum serliga óvæntað máli, sum eg avgjørt ikki hevði væntað. Hvat er á skránni fyri teg í 2017? Tað fyrsta, sum er á skránni, er at fyri­reika seg best møguligt til undan und­an­kapp­ ingina hjá kvinnulandsliðnum í apríl. Ein kapping, sum vit sjálvandi ynskja at vinna okkum víðari frá, og sleppa við, har tað er stuttligt. Annars verður tað at menna meg sum fótbóltleikara, og so bara taka árið, sum tað kemur og koma best burturúr øllum forðingunum, sum einaferð kunnu koma. Hvat er málið í 2017? Mítt allarstørsta mál er nokk, at kunna standa við kensluni 31. desembur 2017, at eg havi fingið mest burturúr árinum, sum eg nú einaferð kundi. Hevur tú nakað beinleiðis nýggjárslyfti fyri 2017? Nei. Eg havi altíð hildið at nýggjárslyftir eru ein kliché, sum øll gera, men ofta virka at vera órealistisk at halda í 365 dagar. Mær dámar ikki altíð at vera sum øll hini, so eg havi ongantíð gjørt mær nýggjárslyftir. Eg seti mær heldur mál, sum kunnu broytast gjøgnum árið, alt eftir hvussu gongur at røkka teimum. Hvussu hevur tú hátíðarhildið nýggjárið? Nýggjárið var fyrst hátíðarhildið saman við familjuni, har vit byrja at skjóta fýrverk um 18 tíðina, so er døgurði og síðan gekk leiðin til damuna og hennara familju. Har vit tóku ímóti nýggja árinum við manér og enn meira fýrverki. Hvat fert tú persónligt at minnast 2016 fyri? 2016 hevur verið eitt super ár. Einki serligt er hent, men heilsan er góð og lagið er gott, so alt í alt eitt fínt ár. Hvat vilt tú persónligt helst gloyma frá 2016? 6-0 tapi á Portugal hoyrir sjálvandi við, og so allar tær ferðirnar eg keypti blandað bomm, tá eg ikki burdi. Hvussu gekk við at røkka málunum fyri 2016 – er árið góttikið? Eg havi eingin mál. Eg royni bert at njóta hvørja góða løtu eg fái, óansæð um tað so er á vøllinum ella uttanfyri við familju og damuni. Eg eri sera takksamur og absolut væl nøgdur við árið í fór. Hvør hending stendur sterkast í minninum? Eitt, sum setti seg fast hjá mær er "hype'ið" og spenningurin undan dystinum móti Portugal, og so hvussu stórsligin og fram­ úr­skarandi flottur Tórsvøllur sá út upp til dystarbyrjan. Alt Føroya fólk samla við einum kempi flaggi eftir lang síðuni. Keðiligt at úrslitið ikki kláraði at liva upp til tað. Hvat er á skránni fyri teg í 2017 Um Guð vil, og lív og heilsa verður, so vóni eg bert at fáa nakrar góðar løtur saman við teimum nærmastu. Hvat er málið í 2017? Eg vil gerast stóri profilurin hjá AC Hors­ ens við hørðum arbeiði og eyð­mjúk­leika. Og so havi eg lovað damuni at læra meg at dansa! Hevur tú nakað beinleiðis nýggjárslyfti fyri 2017? Einki nýggjárslyfti herfrá, men sum eg so vanliga geri hvørt ár, so ynski eg bert at øll hava eitt frálíkt ár. Eyðvør Klakstein Fótbóltsspælari, sum hevur spælt í Spania og við KÍ Hallur Hansson Yrkisspælari í AC Horsens og landsliðsspælari