Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu hevur tú hátíðarhildið nýggjárið? Tað bleiv hildið saman við familju og kenningum Hvat fert tú persónligt at minnast 2016 fyri? Tann minniligasta løtan var, tá eg skrivaði undir sáttmála við rumenska Dinamo Bucharest fyrr í ár. Tað farið eg aldrin at gloyma. Hvat vilt tú persónligt helst gloyma frá 2016? Einki skal gloymast. Alt tað minni góða skal eg taka inn, og læra av. Hvussu gekk við at røkka málunum fyri 2016 – er árið góttikið? Tað gekk ikki sum eg hevði væntað og vónað við fótbóltinum. So árið er ikki góðtikið frá mínari síðu. Hvør hending stendur sterkast í minninum? Tað er tá Patrick Ekeng, sum eg spældi saman við í Dinamo Bukarest, doyði á vøllinum. Tað gloymi eg aldrin. Hvat er á skránni fyri teg í 2017? Nú verður tað IBV í Íslandi, sum eg havi gjørt sáttmála við fyri komandi tvey árini. Hvat er málið í 2017? At spæla so nógv sum møguligt, forbetra meg á og uttanfyri vøllin. Hevur tú nakað beinleiðis nýggjárslyfti fyri 2017? Nei, eg havi einki slíkt nýggjárslyfti. Hvussu hevur tú hátíðarhildið nýggjárið? Nýggjarsaftan byrjaði við eini morgun­ venj­ing. Aftaná spældu vit pakkaspæl. Um kvøldið ótu vit saman við familjuni og skutu fýrverk. Á midnátt fór eg vestur til bálið saman við nøkrum vinkonum. Nýggj­árið í Vági er altíð nakað serligt. Tú takk­ar fyri tað brátt farna árið, og ynskir tí nýggja vælkomnum. Hvat fert tú persónligt at minnast 2016 fyri? Eg fari heilt sikkurt at minnast 2016, sum árið, har eg menti meg nógv persónliga. Hvat vilt tú persónligt helst gloyma frá 2016? Sum ítróttarfólk vilt tú helst gloyma allar tær ringu løtur, og bert hugsa um tær positivu. Allar kappingar ganga ikki altíð eftir ætlan, men so er best at gloyma tað, og hugsa um tað næstu og kempa víðari. Hvussu gekk við at røkka málunum fyri 2016 – er árið góttikið? Ja, eg eri nøgd við árið. Eg eri mest nøgd við míni úrslit á langgeil, har eg havi sett nógv føroysk met og junior met. Á stuttgeil hevur ikki gingist líka væl, men eg eri øgiliga glað fyri, at eg kláraði at seta juniormet í 100 frí, tá eg var til HM í Kanada í desembur. Bert eitt sindur keðiligt at verða tveir hundraðpartar av einum sekundi frá føroyska metinum. So eg eri sum heild ógvuliga nøgd við 2016. Hvør hending stendur sterkast í minninum? Ein hending, sum stendur fast í minninum er, tá ið eg varð fyrsti svimjari, ið setti føroyskt met á langgeil í Føroyum. Eisini tá eg møtti míni fyrimynd, Katinku Hosszu til HM í Kanada, og fekk mynd við henni, Hvat er á skránni fyri teg í 2017? Tað verður eitt spennandi ár. Longu í januar skal eg til Reykjavík International Games. Tað gleði eg meg ógvuliga nógv til, tí har plagar at ganga bæði mær og mín­um liðfeløgum væl. Eg skal eisini til Danish Open og oyggjaleikir, og vónandi klári eg at vinna meg til onkra aðra kapp­ ing. 2017 verður eitt spennandi ár fyri mítt viðkomandi. Hvat er málið í 2017? Eg havi ikki nakað serligt mál fyri 2017. Eg vóni at eg klári at seta fleiri persónlig met. Hevur tú nakað beinleiðis nýggjárslyfti fyri 2017? Eg havi aldrin havt nakað serligt nýggjárslyfti, men eg vil gjarna blíva við at verða ein positivur persónur, hóast tað ikki gongur eftir ætlan. Hvussu hevur tú hátíðarhildið nýggjárið? Eg og daman hava verið í Aarhus hjá nøk­r­um vinfólkum. Vit byrjaðu kvøldið við lekkrum mati og góðum undirhaldi. Á midnátt fóru vit á takterrasuna og hugdi eftir fýrverkinum. Tey búgva í einum høg­húsi, so tað var sera gott síni yvir býin. Hareftir fóru vit inn aftur og hátíðarhildu restina av kvøldinum Hvat fert tú persónligt at minnast 2016 fyri? Post Nord Danmark runt luttøkan. Serliga triðja etapan, tá eg var í útbrot og fekk tilluta ”fighter” troyggjuna. 2016 var eisini árið, har eg bleiv liðugur við útbúgvingina sum sivilverkfrøðingur. Hvat vilt tú persónligt helst gloyma frá 2016? Havi ikki nakað, sum eg vil gloyma. Hvussu gekk við at røkka málunum fyri 2016 – er árið góttikið? Tað hevur gingið nógv betri enn væntað. Eg hevði eitt mál um at vinna eina A-kapp­ ing, og fáa UCI stig. Tað eydnaðist og um­framt tað, bleiv eg úttikin til Post Nord Danmark og endaði í topp tíggju til DM. Hvør hending stendur sterkast í minninum? Post Nord Danmark runt luttøkan Hvat er á skránni fyri teg í 2017? Komandi ár verður sera spennandi. Eg byrji januar við at fara á venjingarlegu í Spania, og aftur síðst í februar. Hareftir byrja kappingarnar hjá okkum fyrst í mars í Fraklandi. Tað verður ótrúliga spennandi at koyra nakrar størri kappingar komandi ár. Eftir DM koma oyggjaleikir, og eftir tað er kalendarin enn opin. Hvat er málið í 2017? Endurvinna gull á oyggjaleikunum, vinna eina UCI-kapping og koma upp á skammilin til DM. Hevur tú nakað beinleiðis nýggjárslyfti fyri 2017? Nei tad havi eg ikki. Kaj Leo í Bartalsstovu Yrkisfótbóltsspælari og landsliðsspælari Sára Nysted Svimjari Torkil Veyhe Yrkissúkklari á hálvari tíð í Danmark