Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Tað sæst á øllum brøgdum, at ferð er komin á spírandi landsliðsarbeiðið hjá hondbóltssambandinum. Fyri nøkrum árum síðani varð lítið og onki gjørt burturúr føroyskum landsliðshondbólti, men hendan gongdin er í dag broytt so dyggiliga. Í mars 2015 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri EM-undankapping hjá U17-landsliðnum hjá kvinnum í høllini á Hálsi, og í farna desember mánaði varð skipað fyri HM- undankapping í somu høll, tá ið A-landsliðið hjá kvinnum tók ímóti Makedonia, Íslandi og Eysturríki. Í hesum mánaðinum eru tað so menninir, sum nú fáa møguleikan at vísa seg fram fyri føroyska hond­bóltsheiminum. Seinni í mán­ aðinum spælir A-landsliðið HM- undankapping í høllini á Hálsi, men fyrst er tað U21-landsliðið, sum eigur tørn komandi vikuskiftið, tá ið Sveis, Ísrael og Finnland vitja í Føroyum. Hava spælt saman í fleiri ár Talan er um eitt U21-landslið, har nógvir av leikarunum hava spælt saman í fleiri ár. Greið tekin vóru um, at knotur var í hesum ungu monnum, tá ið fleiri av teimum, sum manna liðið í dag, vunnu IHF- Trophy í mai 2014. IHF-Trophy er ein kapping fyri smátjóðir, og átta av leikarunum, ið vóru við til at vinna hesa kappingina, ganga aftur í føroyska hópinum í dag. Eisini hava leikararnir royndir frá kappingum sum European Open og øðrum kappingum. Nógvar hava kappingarnar verið á útivølli, men ongantíð fyrr hevur hesin U21-árgangurin, sum spennir frá 1996-1999, spælt á heimavølli. – Vit hava verið til nógvar kappingar ígjøgnum árini, men ongantíð áður hava vit spælt á heimavølli. Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikararnir megna at gagnnýta heimavøllin, sigur Kári Nielsen, sum er venjari hjá bæði U21- og A-landsliðnum. So at siga allir teir úttiknu leik­ ararnir, sum spæla í Føroyum, hava týðandi leiklutir á sínum liði í FTZ- deildini. Kári Nielsen vísir á, at tað er ein stórur fyrimunur, at fleiri av leikarunum á liðnum eisini hava roynt seg uttanlands á yngri árum. – Nógvir av leikarunum hava eisini verið á hondbóltseftirskúla niðri, og tað hevur ment teir ómeta­ liga nógv. Til ber at siga, at upp á eitt ár mennast hesir leikarar fyri tvey ár, tí at teir spæla so nógvan hondbólt, sigur Kári Nielsen. Millum teir, sum hava spælt hondbólt niðri, eru Áki Egilsnes, Pætur Johansen, Jónas Djurhuus, Helgi Hoydal og Teis Horn Rasmussen. Harafturat skal ikki gloymast, at Niklas Simonsen og Kjartan Johansen báðir eru hondbóltsútisetar í Danmark í dag. Allir leikararnir í hópinum eru føddir í 1996 ella 1997, undantikið tveir, sum eru føddir í 1999. Teir eru blaðungu hoyvíkingarnir, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason, sum til dagliga spæla við týska stórfelagnum, Flensburg- Handewitt, á øðrum ári. - Brandur og Hørður eru farnir eitt stig víðari enn hinir, og spæla teir á einum enn hægri stigi, um hugsað verður um, hvørjum aldri teir eru í, sigur Kári Nielsen um yngstu menninar á U21- landsliðnum. Orkan er betrað Ein slík undankapping er sera krevjandi fyri leikararnar, tí at teir tríggir dystirnir allir skulu avgreiðast upp á tríggjar dagar. Seinasta kappingin, sum hetta U21-landsliðið spældi, var í apríl, tá ið ungu føroyingarnir tóku lut í EM-undankapping í Sveis. Tá fekk U21-landsliðið eitt stig burturúr sínum trimum dystum. Eftir hesa undankappingina segði Kári Nielsen, at føroyska liðið ikki orkaði nóg væl í mun til hini. Hendan støðan skuldi tó verið betrað í dag. – Vit vóru saman í tríggjar dagar áðrenn jól, har orkan hjá monnunum skuldi standa sína roynd. Tað var ikki gjørt serliga nógv burturúr hondbólti hesar dagarnar, men heldur var rennivenjing á skránni. Tað skal tó nevnast, at í Sveis vóru tað fleiri av leikarunum, ið høvdu skaðar at dragast við. Eg haldi, at støðan er betri nú, tó kundi hon kanska verið enn betri. Men flestu av leikarunum eru longu í góðari venjing frammanundan, tí at nógv verður lagt fyri í feløgunum, sigur Kári Nielsen. Mótstøðuliðini Mótstøðuliðini eru øll lond, sum U21-landsliðið kennir okkurt til. Sterkasta mótstøðan fer ivaleyst at koma frá stóru sveisarunum í fyrsta dystinum fríggjakvøldið. Føroyar spældu eisini ímóti Sveis í farnu EM-undankappingini. Tá taptu føroyingarnir 23-12 ímóti sveisarum, sum teljast ímillum teir heilt góðu. – Teir hava eitt sterkt landslið. Sveisarar gjørdu fyri nøkrum árum síðani eitt úrval av stórum spælarum á ungum aldri, og hesir leikarar hava síðani spælt saman. Teirra leikarar eru úttiknir upp á hædd og tyngd. Høvdu vit spælt fleiri dystir ímóti Sveis, so høvdu sveisarar helst vunnið nógv teir flestu. Men vit hava heimavøll og trúgva upp á, at vit kunnu kløkka teir. Á einum góðum degi við nógvum áskoðarum í rygginum ber tað til, sigur Kári Nielsen um mótstøðuna, ið væntandi verður tann harðasta. Hini londini skuldu í størri mun verið til at tosa við. – Vit eru rættiliga javnir við Ísrael og Finnland, og vit kenna eitt sindur til bæði liðini. Fyri tveimum árum síðani spældu vit ímóti Ísrael við næstan sama liðnum sum í dag, men taptu tepurt. – Finnlandi hava vit eisini spælt ímóti. Vit vita, at finnar ikki eru teir stinnastu í hondbólti og ikki á sama støði sum aðrar norðurlendskar tjóðir, sigur Kári Nielsen. Onki ítøkiligt mál Spælt verður um eitt pláss til HM í Algeria, sum verður spælt í summar. Hóast landsliðsvenjarin vónar at skaka Sveis, so er onki ítøkiligt mál sett um, hvørji úrslit U21-landsliðið skal fáa burturúr hesari undankappingini. - Við ungdómshondbólti snýr tað seg altíð fyrst og fremst um menning. Vit vilja skapa nakrar A-landsliðsleikarar, og vónandi fer tað at síggjast aftur, at leikararnir í elsta árganginum helst spæla sína seinastu kapping sum ungdómslandsliðsleikarar. Hugsa vit skynsamt, so vinnur Sveis plássið til HM, men vit trúgva uppá, at vit kunnu taka sveisarar á bóli í fyrsta dystinum. Vit vilja gera alt, sum vit eru mentir, sigur Kári Nielsen at enda. Nú er venjing á skránni restina av vikuni, áðrenn føroysku U21- landsliðsleikararnir renna inn á vøllin til sín fyrsta heimadyst í landsliðshondbólti fríggjakvøldið klokkan 20 ímóti Sveis. Flestu av leikarunum, sum manna føroyska U21-landsliðið í manshondbólti, hava spælt fleiri kappingar á útivølli, men ongantíð eru teir slopnir at vísa seg fram fyri heimaáskoðarunum. Venjarin hevur góðar vónir, hóast onki ítøkiligt mál er sett NÚ SLEPPA TEIR AT VÍSA SEG Á HEIMAVØLLI MANSHONDBÓLTUR U21-LANDSLIÐIÐ Mynd: HSF