mánadagur 2. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MANSHONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Liðskipari á føroyska U21-lands
liðnum er 20 ára gamli striku
spælarin úr H71, Helgi Hildarson
Hoydal. Hoyvíkingurin hevur verið
fastur fúsur á ungdómslandslið
unum seinastu árini, og er hann ein
av teimum, sum spælir sínar
seinastu ungdómslandsdystir, um
Føroyar ikki spæla seg víðari úr
hesari undankappingini.
Síðani FTZ-deildin fór í vetrar
steðg
undan
jólunum
hevur
føroyska liðið fyrireikað seg til
undankappingina.
– Síðani vit byrjaðu at venja
hava vit vant miðvíst ímóti kapp
ingini. Vit hava havt venjingar, har
vit hava arbeitt við okkara sam
anspæli og tí hondbóltstekniska.
Samstundis venja vit kropsligt
burturav, tí tað er ein sannroynd, at
tað krevst nógv orka at spæla
tríggjar dagar á rað. Í venjingunum,
sum vit hava havt higartil, letur tað
til, at menn eru væl fyri kropsliga,
so eg vildi mett, at vit eru í betri
formi enn í apríl, tá ið vit seinast
spældu undankapping, sigur Helgi
Hoydal.
Gleðir seg til heimavøllin
Ungu føroyingarnar kenna vit øll
aftur frá FTZ-deildini, men í
landsliðsbúna eru teir ikki slopnir
at vísa seg fram fyri vanliga hond
bóltsáhugaða føroyinginum - fyrr
enn nú.
– Eg gleði meg nógv at spæla á
heimavølli, tí eg aldrin havi roynt
tað áður. Eg ivist ikki í, at vit á
liðnum fara at gera alt fyri at
prógva fyri teimum, ið leita sær
oman í høllina, at føroyskur hond
bóltur er í stórari menning. Hetta
hava vit sæð í øðrum kappingum,
bæði her heima, og í kappingum
uttanlands, sum landsliðini hava
verið til. Vònandi koma nógv fólk
at rópa á okkum, tí tað kann
veruliga lyfta okkum leikarar upp á
eitt hægri støði, sigur landsliðs
liðskiparin.
At enda sigur Helgi Hoydal, at
minsta málið er, at føroysku leik
ararnir avrika sítt allar besta.
– Tað er ringt at siga, hvat eitt
nøktandi úrslit er, tí vit vita ikki
heilt greitt, hvat hini liðini koma
við. Vit hava heldur ikki sett okkum
eitt ítøkiligt mál fyri kappingina.
Tó vil eg siga, at um vit allir spæla
upp til okkara besta og eru nøgdir
við innsatsin, kunnu vit síggja eitt
sindur burtur frá stigum og málum,
og harvið skapa eitt nøktandi úrslit
fyri okkum sjálvar, vóru seinastu
orðini frá Helga Hildarsyni Hoydal.
Liðskiparin á U21-landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, gleðir seg at spæla undankapping á heimavølli
SKULU PRÓGVA AT HOND
BÓLTURIN ER Í MENNING
Føroyski hópurin
Føroyski U21-landsliðshópurin telur 16 mans. Neistin og H71 eru best
umboðaðu feløgini við fýra leikarum hvør. Síðani hevur VÍF tvey umboð,
meðan KÍF og StÍF hava hvør sín leikara í hópinum. Fýra teir síðstu
leikararnir eru hondbóltsútisetar í Týsklandi og Danmark.
Málmenn:
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold (Danmark), 20 ár
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt (Týskland), 17 ár
Útileikarar:
Rói Berg Hansen, Neistin, 20 ár, Torkil Hentze, Neistin, 19 ár
Teis Horn Rasmussen, Neistin, 20 ár, Pætur Mikkjalsson, Neistin, 19 ár
Helgi Hildarson Hoydal, H71, 20 ár, Hilmar Leon Jakobsen, H71, 19 ár
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71, 20 ár, Pætur Thomsen, H71, 20 ár
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt (Týskland), 17 ár
Fríði Weyhe, KÍF, 20 ár, Pætur Johansen, StÍF, 20 ár
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne (Danmark), 20 ár
Áki Egilsnes, VÍF, 20 ár, Sjúrður Olsen, VÍF, 19 ár
Venjarar: Kári Nielsen, Ingi Olsen og Bogi Henriksen
Liðleiðari: Jákup Durhuus
Fysioterapeut: Beinta Bendix Laursen
LIÐSKIPARIN:
Føroyski landsliðsliðskiparin, Helgi Hoydal, gleðir seg at umboða tjóðina á heimavølli
Mynd: Álvur Haraldsen
14 av teimum 16 leikarunum, sum vóru við í undankappingini í Sveis í fjør, ganga aftur.
Mynd: HSF
Dystarskráin
Fríggjadagin 6. januar:
Kl. 18.00 Ísrael - Finnland
Kl. 20.00 Sveis - Føroyar
Leygardagin 8. januar:
Kl. 16.00 Finnland - Sveis
Kl. 18.00 Føroyar - Ísrael
Sunnudagin 9. januar:
Kl. 15.00 Sveis - Ísrael
Kl. 17.00 Føroyar - Finnland