Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Todi, gott nýggjár. Nú eru nøkur ár síðani, at tú gavst at spæla fótbólt, men hvussu nógv gert tú við fótbólt í dag? Eg geri ikki so nógv. Eg royni at flyta meg meiri og meiri burtur frá fótbóltinum. Tú hevur verið persónligur venj­ari hjá fleiri yngri fótbólts­ leikarum. Er tað nakað, sum tú framvegis fæst við? Eg havi persónliga venjing fyri ung og elitiuleikarar og hetta geri eg fram­vegis. Tó er mín arb­eiðs­tíð av­ mark­að, tí eg havi eitt full­tíð­ar­starv á Dagbladet Børsen. Hevur tú ongantíð havt ambit­ iónir um at gerast venjari hjá onkrum felag í Danmark ella kanska Føroyum? Jú, ikki í Føroyum, bert í Danmark, men mítt familjulív passar ikki til et venjarastarv. Tú hevur framvegis tilknýti til FC Keypmannahavn, men hvør er tín leiklutur í felagnum? Eri heiðraður sum ein legenda sam­ an vid 10 øðrum fyrrverandi leik­ arum frá FCK, og í tí sambandi eru vit til ymisk tiltøk, sum FCK skipar fyri, og somuleiðis hava vit eisini møgu­leika fyri at síggja heima­dyst­ ir­nar hjá FCK. Fylgir tú framvegis við, hvussu tað gongur í før­ oysk­um fótbólti? Landsliðnum fylgi eg næstan einki við. Eg sá mín fyrsta landsdyst í skjótt 10 ár, tá ið Føroyar spældu á heima­vølli í maj mánað, minnist ikki móti hvørjum. Landskappingina uppsøki eg ikki, men tá ið eg havi rættuliga nógvar Facebook vinir úr Føroyum, kann tad næstan ikki sleppast undan at fáa tíðindi um føroyskan fótbólt. Vikan ið fór Steypakappingin í hondbólti hjá monnum og kvinnum skiftir komandi ár navn. Hon fer tá at eita Faxe Kondi kappingin. Tað gjørdist greitt herfyri, tá Hondbóltssambandið og PM Heilsøla skrivaðu gjørdu avtalu um steypakappingina galdandi fyri 2017 og 2018. Stuðuls­avtalan hevur við sær, at steypakappingin í 2017 og 2018, fer at eita Faxe Kondi steypakappingin. Bretskir miðlar skriva, at Kina ætlar at keypa Mark Clattenburg, sum til dagligt er dómari í ensku Premier League. Fleiri spælarar og venjarar eru endaði í kinesisku superliguni í seinastuni. Nú vil deildin eisini hava bestu dómararnar.   Róðrafelagið Knørrur hevur havt aðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Tríggjar útskiftingar eru gjørdar í nevndini hjá róðrafelagnum úr høvuðsstaðnum.  Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin og hevur valt at skipa seg við Bárði Skorheim Guttesen sum formanni. Teir 16 leikararnir, ið skulu manna U21-landsliðið í manshondbólti til HM- undankappingina komandi vikuskiftið í Føroyum, eru nú úttiknir. Best umboðaðu feløg eru Neistin og H71 við fýra leikarum hvør, meðan týska stórfelagið SG Flensburg Handewitt hevur tveir leikarar í føroyska hópinum. Tað var øgiliga tætt í oddinum, men tá avtornaði vann Sølvi Vatnhamar úr Víkingi heiðurin, at hava skorað ársins mál í EFFO-deildini 2016.  - Eg eri sjálvandi øgiliga glaður fyri hendan heiður, og sum heild hevur hetta árið hepnast væl, sigur Sølvi Vatnhamar, sum á ársins seinasta degi fekk handað heiðurin, at hava skorað ársins mál. Atkvøðu­ greiðslan varð skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heima­síðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ítrótt­ar­journalistunum og ”Ser­ frøð­ing­unum” á FSF.fo, taldu hina helvtina. 20 ára gamli Dan í Soylu AB út við EB/Streym. Dan í Soylu er ættaður av Sandi og uppvaksin í B71, men seinastu árini hevur hann spælt við AB. Dan í Soylu royndi seg á fyrsta sinni í vaksnamannafótbólti í 2012 í B71, har hann spældi til og við kappingarárið 2013. Síðani tá hevur miðvallarin verið at funnið í AB ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk... Navn: Todi Jónsson Aldur: 44 Starv: Dagbladet Børsen Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. Oliver Giroud, 2. Highbury, 3. The Gunners, 4. Tottenham, 5. Sadio Mane, 6. Georginio Wijnaldum, 7. Newcastle, 8. 0-0 ÍTRÓTTARMYNDIN 1 Hvussu eitur Arsenal-leikarin, sum í gjár skrivaði málið, ið longu nú verður rópt ársins mál 2017. 2 Arsenal hevur heimavøll á Emirates Stadium, men hvussu kallaðist gamli leikvøllurin hjá Arsenal? 3 Arsenal hevur eisini eitt ógvuliga kent eyknevni – hvat er tað? 4 Hvat felag er arvafíggindin hjá Arsenal? 5 Liverpool hevur staðið seg væl í Premier League í ár, men tað er ein smeitur fyri liðið, at ein tann týdningarmiklasti leikarin hjá liðnum í næstum fer at taka lut í African Cup of Nations – hvør er leikarin? 6 Liverpool vann nýggjársaftan 1-0 í oddadysti móti Manchester City – hvør skoraði málið hjá Liverpool? 7 Málskjúttin hjá Liverpool bleiv keyptur til felagið í summar frá einum øðrum enskum felag. Hvat felag var tað? 8 Mikukvøldið verður brak á White Hart Lane millum Tottenham og suverena oddaliðið Chelsea, sum kann seta met fyri flest vunnar dystir á rað í Premier League søguni. Men hvat endaði sami dystur millum hesi lið seinasta kappingarár? NORMAÐUR VANN SIÐBUNDNU NÝGGJÁRSKAPPINGINA 22 ára gamli normaðurin Daniel Andre Tande vann søguligu nýggjárskappingina í skíðhopp í Garmisch-Partenkirchen mynd: Polfoto