mánadagur 2. januar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
So er eitt eitt hendingarrík ár farið afturvið í
føroyskum ítrótti. Fleiri eru bragdini og nógv
eru tey, sum hava brúkt nógv tíð upp á at
vinna seg fram í bæði føroyskari og altjóða
kapping. Tað er vónleyst at røra við øll, sum
hava verið partur av ítróttarárinum 2017.
Tað eru altíð nøkur, sum fylla meiri enn
onnur, men tá vit hyggja á internetinum, har
vit neyvt kunnu meta lesaratølini, so er tað
ein maður, ið brýtur frá.
Talan er um heimsins besta fótbóltsspælara,
Cristiano Ronaldo. Tað vakti stóran ans, at
hann og Portugal komu hendanvegin, eftir
at hava vunnið EM í summar. Eina løtu var
ivasamt, um hann fór at blíva klárur eftir
knæskaða í EM finaluni.
Tað er heldur sjáldsamt, at vit føroyingar
blíva púra frá okkum sjálvi, tá ein kendur
ella týdningarmikil persónur kemur til
landið. Ella tað halda vit sjálvi. Tá Cristiano
Ronaldo lendi bleiv nærmast ruðuleiki bæði
á flogvøllinum og á Hotel Føroyum.
Nakað betri var tað, tá dysturin var, men
eisini her var onkur, sum ikki kláraði at
fylgja reglunum. Tað endaði við at blíva ein
tann mesta umtalaða søgan á In.fo. Tað er
einki at siga siga til, at fyritøkur gjalda so
nógv fyri at fáa Cristiano Ronaldo at lýsa við
sínum vørum.
Afturgangandi fyri 2016 er, at fleiri av
okkara bestu luttóku í altjóða kapping.
Nú í januar verður bæði U21 og A-landslið
undankapping á Hálsi. Tað er av stórum
týdningi, at føroyskur hondbóltur fær fótin
fyri seg í altjóða kapping. Ella enda vit við at
missa tann næsta Jóhan á Plógv Hansen til
danska landsliðið.
Vit á ÍtróttarSosialinum ynskja øllum
okkara lesarum eitt gott nýggjár!
Gott nýggjár
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Terji Nielsen
Í dag kemur svenski fótbólts
venjarin, Roger Franzen, til
Føroya at hyggja eftir um
støðunum í Suðuroy, har tey
í samanlagda felagnum TB/
FC Suðuroy/Royn vóna, at
hann í morgin fer at skriva
undir sáttmála, sum hevur
við sær, at hann verður høv
uðsvenjari hjá nýggja lið
num komandi kappingarár.
Roger Franzen er sum
áðurnevnt 52 ára gamal.
Hann hevur drúgvar venj
araroyndir sum venjari hjá
eitt nú Sundsvall í bestu
svensku kappingini, eins og
hann hevur verið venjari hjá
Hammarby IF og Huddinge.
Hava leitað leingi
Formaðurin í TB, Poul Erik
Smedemark, váttar, at Roger
Franzen kemur til Føroya í
dag, og hann síðani heldur
leiðina fram til Suðuroyar í
morgin, har hann vónandi
skrivar undir seinni í morgin.
Vit eru sjálvandi bangin
um, at hann kanska heldur
umstøðurnar vera ov smáar
ella okkurt annað, men vón
andi hevur umboðsmaðurin
verið greiður um hetta í sam
ráðingunum, sum hava verið,
sigur Poul Erik Smedemark.
Hann greiðir frá, at teir
hava verið í sambandi við
eina rúgvu av venjarum, og
at tað hevur verið eitt sera
krevjandi arbeiði at finna ein
venjara til nýggja liðið.
Men nú vóna vit, at tað
verður avgreitt í morgin, tí
hetta tykist vera ein sera væl
kvalifiseraður venjari, sigur
Poul Erik Smedemark.
Gongur rættan veg
við hópinum
Sum tað eisini bleiv meldað
út í sambandi við, at feløgini
í Suðuroynni tóku avgerð
um at hava eitt felags Effo-
lið, so er ætlanin, at nýggja
liðið fyrst og fremst skal
vera mannað við lokalum
leikarum. Og arbeiðið við
at fáa hópin upp á pláss til
komandi kappingarár gong
ur rætta vegin sambært for
manninum í TB.
Vit hava fingið teir
flestu uppá pláss.
Teir týdningarmestu
leikararnir, ið sjálv
andi eru teir lokalu, eru
næstan allir komnir so at
siga uppá pláss, hóast allir
ikki hava skrivað undir. Men
eg vænti, at tað fer at henda
næstu dagarnar, sigur Poul
Erik Smedemark.
Gongur alt eftir ætlan, so skrivar 52 ára gamli sviin
Roger Franzen undir sáttmála við nýggja Effoliðið, TB/
FC Suðuroy/Royn, um at gerast høvuðsvenjari
SVENSKUR VENJARI Á
VEG TIL SUÐUROYAR
52 ára gamli sviin, Roger Franzen, verður eftir øllum at døma kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn í
morgin
Mynd: Sydsvenskan