týsdagur 3. januar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMGONGUSKJALIÐ
Nýggja samgongan:
STØRRI FÓLKARÆÐI
– GJØGNUMSKYGNI
OG OPINLEIKI
Samgonguskjal millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar býráð, býráðssamgongan 2017-2020
Eirikur Lindenskov
Á tíðindafundi í gjár kunngjørdi nýggja
samgongan í Tórshavnar býráð samgongu
skjalið, sum vit prenta her á síðunum. Eisini
greiddu tey frá, at tey ynskja sær, at Løgtingið
fer at broyta kommunulógina soleiðis, at eitt
sitandi býráð ikki kann taka stórar avgerðir
aftan á býráðsvalið – áðrenn nýggja býráðið
tekur við. Eisini vilja tey hava lógina broytta
soleiðis, at ein varaborgarstjóri kann setast
í starv.
Tey skriva soleiðis í samgonguskjalinum:
»Nýggja
býráðssamgongan
hevur
sett
sær fyri, at framtíðartryggja Tórshavnar
kommunu. Samgongan setir fólkið fremst og
tað er borgarin, ið skal vera í miðdeplinum.
Samgongan stendur saman um at mynda
býráðið og býráðsarbeiðið úteftir.
Tórshavnar kommuna skal vera fevnandi
og rúmlig og sum landsins tyngdarpunkt, skal
hon vera ein kraftdepil við atdráttarmegi, ið
røkkur út um kommunumark og landoddar.
Skynsaman fíggjarpolitikk
Tað eru borgarunum og vinnulívinum fyri
at takka, at tað gongur væl í Tórshavnar
kommunu. Hetta merkir, at vit eiga at taka
sum minst av tí, sum borgarans er. Tað er
umráðandi at kveikja hugin at virka og
arbeiða, soleiðis at kommunan alla tíðina
mennist og megnar at bjóða dagførdar tæn
astur. Somuleiðis er tað umráðandi, at tað er
greitt fyri øllum, hvar teirra skattakrónur
verða brúktar. Tí vilja samgonguflokkarnir:
Leggja langtíðar ætlanir
fyri løgur og rakstur
At laga íløgur og rakstur til sveiggj í búskap
inum.
At tryggja, at verkløgini, sum kommunan
stendur fyri, altíð eru væl fyrireikað og hava
dygdargott eftirlit.
At veita trygd fyri, at allar verkætlanir
ikki einans verða fíggjaðar ísv nýíløgur, men
eisini í framtíðarrakstri soleiðis, at okkara
eftirkomarar ikki yvirtaka ein arv við stórum
eftirsleipi.
At gera greiðar reglugerðir fyri allar
stuðulsjáttanir hjá kommununi.
At tryggja dygdargóða fyrisitingarliga
grannskoðan.
At virka fyri útveiting av tænastum, har
kommunan og borgarin kunnu fáa fyrimun.
Tað er umráðandi, at almenningurin
kann fylgja einum máli frá tí tað byrjar, til
tað endaliga er avgreitt. Somuleiðis hevur
tað týdning, at økja um tilvitanina hjá borg
arunum um teirra leiklut í kommununi.
Eldraøkið
Samgongan raðfestir eldraøkið høgt í kom
andi valskeiði. Fleiri átøk skulu tryggja góð
an aldurdóm við virðiligum loysnum. Vit
fara til verka í tveimum stigum:
Fyrst og fremst leggja vit orku í at nøkta
bráneyðuga tørvin á ymsu økjunum.
Í øðrum lagi skulu vit nýhugsa og leggja
upp fyri framtíðar demografiskum broyt
ingum, har tað verða færri á arbeiðsmark
naðinum í mun til eldri borgarar.
Hóast kanningar vísa, at eldri fólk í Tórs
havnar kommunu sum heild hava tað gott,
so eru viðurskifti, har vit ikki eru komin á
mál og ikki hava givið okkara eldru nøktandi
umstøður.
Vit skulu veita góða og tíðarhóskandi
tænastu, við høgari dygd og trygd, sum sam
pakkar við tað, ið okkara eldru ynskja.
Fyri at gera eldraøkið viðkomandi fyri
okkum øll sum borgarar og fyri at vekja
áhuga og ábyrgdarkenslu, skal dentur
leggjast á endurskoðan og nýhugsan í tøttum
samstarvi við Eldraráðið, nærumhvørvið,
avvarðandi, brúkarar, starvsfólk og fakfólk.
Ein størri partur eigur at snúgva seg um
tilboð um fyribyrging, soleiðis at okkara
eldru varðveita likamligar og sálarligar
førleikarnar sum longst og harvið fáa betri
lívsdygd.
Hetta kann gerast við at kommunan
stuðlar undir verandi virksemi, so sum
venjing, dagtilhald v.m. og samstarvar við og
eggjar privatum og sjálvbodnum at taka stig
til fleiri átøk fyri eldri.
Samgongan fer at veita Heilsu- og um
sorgar-tænastuni bestu umstøður at sam
skipa og skapa dygdargóðar og haldførar
tænastur, ið kunnu røkka ár fram í tíðina.
Vit skulu dagføra ellisheim, bústovnar og
sambýli og fáa til vega tørvandi búpláss og
fáa eina betri heimatænastu.
Vit fara at arbeiða miðvíst við at fáa til
vega hóskandi vælferðartøkni innan eldra
økið.
Vit eiga at leggja upp til og skapa karmar
fyri góðum starvsfólkaviðurskiftum, sum
draga til sín dugnalig starvsfólk.
Neyðugt er at útvega fleiri umlættingar
pláss til sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir
á sjúkrahúsi, eins og til at lætta um hjá av
varðandi at røktarkrevjandi eldri, ið búgva
heima.
Okkara eldru borgarar hava tørv á ymisk
um bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur
ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt
pláss á røktarheimi. Tí er eisini neyðugt
beinanvegin at kanna tørvin á íbúðum,
vardum bústøðum, umlættingarplássum og
røktarheimsplássum.
Saman
við
landsmyndugleikum
fer
samgongan undir tilgongdina at útvega
hóskandi høli til eitt hospice.
Eldraráðið skal hoyrast og takast við uppá
ráð í eldrapolitiskum málum.
Trivnaðarøkið
Bæði tann sálarliga og kropsliga fólkaheilsan
er avgerandi fyri trivnaðin hjá borgaranum.
Vit seta fólkaheilsu í brennidepilin við at
skipa fyri heilsufremjandi og sjúkufyribyrgj
andi tiltøkum.
Atkoma verður tryggjað øllum, úti sum
inni.
Væl skikkað starvsfólk geva borgarum,
ungum sum eldri, góða og skipaða vegleiðing
og upplæring, soleiðis at fólk sleppa at liva
eitt heilsugott lív sum longst.
Vit skapa karmar fyri og stuðla undir góð
um og mennandi frítíðarvirksemi fyri fólki í
øllum aldri.
Integratión
Samgongan arbeiðir fyri at tilmælini um
integratiónspolitikk fyri Tórshavnar komm
unu verða fylgd, og at tilboð fyri tilflytarar
í kommununi verða raðfest og løgd í fasta
legu.
Integrasjónssamskipari
verður
settur
at veita tænastur til tilflytarar, at savna og
menna tilboð hjá landi og kommunum.
Sum royndarætlan verður altjóða hús
skipað at leiðbeina tilflytarum. Virkast skal
fyri, at sjálvboðin, lesandi, eldri tilflytarar og
onnur, ið kunnu/vilja hjálpa, taka lut.
Virkað verður fyri at føroyskt undirvísing
til tilflytarar á kvøldskúlanum verður ment.
Kommunan skal ganga á odda við at bjóða
starvsvenjing til tilflytarar á kommunalum
arbeiðsplássum, sum lopfjøl til at hesi kunnu
nýta teirra egnu førleikar.
Bestu karmar til vinnulívið
Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru
góðir karmar og at vinnurekandi kunnu
menna og vaksa um sítt virksemi. Sam
gongan vil tryggja hesar karmar.
Ítøkiliga merkir tað góðar atkomu
møguleikar til handils- og vinnulív, hollar
og skjótar málsviðgerðir og at kommunan
er viðspælari at birta undir kreativar og
nýggjar vinnur.
Samgongan vil stimbra íverksetaraum
hvørvið, eitt nú við betri hølisviðurskiftum
og ráðgeving.
Samgongan vil dagføra upplatingartíðir
fyri veitingarstøð og matstovuvinnu soleiðis,
at hesar verða tíðarhóskandi.
Samgonguflokkarnir vilja tryggja fyri
tøkum lættari og betri atgongd til kommu
nalar arbeiðsuppgávur m.a. við brúki av út
bjóðingarportali.
Tað er umráðandi, at handils- og vinnulív
fær greiðar og gjøgnumskygdar reglur í
sambandi við útboð av verkætlanum.
Kommunan eigur ikki at reka vinnu og
vera kappingaravlagandi, men eigur hinvegin
at stimbra undir støðugan vøkstur og skapa
neyðugar karmar, so at tað gerst møguligt
hjá nýggjum vinnuspírum at fóta sær.
Rúmd verður givin fyri skapandi vinnum,
sum kunnu verða grundarlag fyri nýggjum
og spennandi átøkum. Hesi stimbra undir og
draga fleiri skapandi kreftir til landið.
Kommunan skal sum heild nýta føroyskar
loysnir og keypa føroyskt, har tað er møgu
ligt.
Samgongan vil styrkja og menna ferða
vinnuna og geva ferðafólki góðar upplivingar.
Vit vilja virka fyri góðum ferðasambandi
til bygdir og oyggjar í kommununi og saman
við bygdarfólkunum menna ætlanir um at
skapa og skipa t.d. ferðavinnutilboð.
Sjóvinna og vinnur, knýttar at sjónum,
skulu framhaldandi verða við til at menna
høvuðsstaðin.
Samgongan tekur undir við arbeiðinum
at skipa okkum sum tilfeingisdepil í Norður
høvum. Tí eru sjóvinnan og bryggju
kanturin tvær síður av somu søk og hesum
vinnumøguleikum sær samgongan vakstrar
møguleikar í.
Havnirnar í kommununi eiga áhaldandi
at útbyggjast og betrast. Hetta skal gerast
við varðsemi og við atliti til náttúrugivnu
fortreytirnar.