týsdagur 3. januar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMGONGUSKJALIÐ
Tórshavnar kommuna hevur nógvan
landbúnað og tí skulu neyðug atlit takast
til landbúnað í allari menning og víðkan av
byggiøkjum. Eisini her skal kommunan verða
viðspælari í sambandi við viðgerð av loyvum
til virksemi og til útbyggingar.
Mentamál:
Dagstovnaøkið
Øll børn hava rætt til ein tryggan og menn
andi gerandisdag. Vit vilja gera íløgur í
børnini og geva dagstovnunum betri rúmd til
námsfrøðiligt innihald, trivnað og menning.
Vit seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini
hjá Mentamálaráðnum fyri allar dagstovnar
og vilja endurskoða normeringina. Dag
stovnar eru mentanarstovnar eins og fólka
skúlar, og her skulu okkara yngstu fáa gott
í beinið.
Tryggleiki er hornasteinur í familjulívi, og
vit vilja tryggja at familjuráðgeving verður
veitt, har tað er tørvur á tí.
Neyðugt er eisini at tryggja tíðarhóskandi
og sterka barnavernd í Tórshavnar komm
unu aftrat sterkum SSP-samstarvi.
Starvsfólk á dagstovnum skulu hava virði
ligar umstøður í einum mennandi starvsøki,
og skulu hava møguleika fyri at fáa fult starv.
Skúlaøkið
Børn og ung í fólkaskúlaaldri skulu hava
bestu kor. Stórar útbyggingar verða á skúla
økinum í næstum.
Gongd verður sett á, at byggja Skúlan á
Fløtum beinanvegin.
Musikkskúlin skal byggjast við Landa
vegin beinanvegin.
Kommunan skal verða virkin viðspælari
at stuðla undir nýhugsan á skúlaøkinum,
eitt nú so skúlarnir kunnu styrkja kreativu
lærugreinirnar.
Samgongan skal taka upp samráðingar
við Mentamálaráðið um tíðarhóskandi, før
oyskt frálærutilfar í fólkaskúlanum.
Skapandi list, mentan og
siðsøga í kommununi
Íløgur í mentan og list, eru íløgur í okkara
egna samleika. At kenna og vera partur av
søguni, er ein virðismikil førningur og tí eiga
søvn at verða sjónligir partar av høvuðs
staðnum.
Tórshavnar býarsavn skal koma í trygga
legu eins og fornminnisframsýningin hjá
Søvnum Landsins eigur at koma nærri
miðbýnum. Hetta hevði gjørt savnið mun
andi meira atkomuligt, bæði fyri føroyingar
og útlendsk ferðafólk.
Samgongan fer at arbeiða fyri, at Müllers
Pakkhús verður sjóvinnusavn, sum lýsir
sterka søguliga tilknýtið millum Havnina og
havið.
Klippfisk skal fáa góðar, fastar karmar at
virka undir og samgongan fer at vera virkin
viðleikari í at seta á stovn Filmshús í 2017.
Listahús eigur at útvegast, har listafólk í
kveikjandi umhvørvi kunnu fáa frið at skapa.
Virðismiklu fornminnini í Kirkjubø skulu
varðveitast, tí verður beinanvegin farið undir
samráðingar við landsmyndugleikarnar um
loysn við eini bakka- og brimverju.
Yviri við Strond er einasta fiskastykkið,
sum eftir er í Havn. Hetta eigur at verða
varveitt og atkomuligt fyri almenningin.
Framsøknan ítróttarpolitikk
Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri
trivnaðin í kommununi. Møguleikarnir fyri
ítrótti verða áhaldandi útbygdir bæði fyri
breiddina og úrvalsítrótt.
Tórshavnar kommuna skal kunna hýsa
enn fleiri altjóða kappingum í høvuðs
staðnum. Tí skulu umstøðurnar innan fleiri
ítróttargreinir betrast, eitt nú innan svimjing
og golf.
Langhylur í Gundadali skal á fíggjar
ætlanina og aðrar itróttargreinar eiga at
raðfestast á langtíðar løguætlanina.
Saman við Tórshavnar Golffelag verður
farið undir at gera eina heildarætlan fyri
golfvølli á Glyvursnesi.
Havnar Telvingarfelagi skal tryggjast góð
ar hølisumstøður.
Góðar umstøður til hægri lestur,
gransking, nýskapan og lesandi
Í tilgongdini at gera Tórshavn til lestrarbý, er
tað alneyðugt, at Fróðskaparsetur Føroya fær
karmar at mennast. Býráðið fer at taka upp
samráðingar við Setrið og Mentamálaráðið
um hvussu partarnir best kunnu fáa gongd
á at staðseta ein setursbý.
Ferð skal setast á at útvega bústaðir til
lesandi. Bráðneyðugur tørvur er á lestrar
bústøðum og neyðugt er eisini at finna
hóskandi fyribilsloysnir, til tørvurin á
lestrarbústøðum er nøktaður við varandi
loysnum.
Tórshavnar kommuna skal í størri mun
virka fyri, at samstarva við og hýsa gransk
ingarverkætlanum, soleiðis at nýggjasta
vitan innan kommunala fyrisiting kann
koma borgarum til gagns.
Ung fólk í Havn alt árið
Trivnaður millum ung og nøktandi ung
dómstilboð er neyðug fyritreyt, skal ung
dómurin støðast.
Ungdómurin eigur at fáa eitt savningar
miðstað í miðbýnum, har listaspírar og
íverksetarar kunnu blóma og mennast.
Samgongan hevur sett sær fyri, at
Tórshavnar Ungdómsráð verður styrkt til
at kunna taka sær av málum, sum viðkoma
ungdóminum.
Byggi- og
býarskipan og
tekniska økið:
Grøn orka, náttúra og umhvørvi
Samgongan arbeiðir fyri at tilmælini um
umhvørvispolitikk - Grøna leiðin - fyri Tórs
havnar kommunu verða fylgd.
At stimbra grønar orkuloysnir og verja
náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu,
skal verða aðalmálið í øllum kommunalum
virksemi.
Ein framtíðar orkuætlan og orkupoli
tikkur verður gjørdur fyri alla kommununa.
Allir nýbygningar og umvælingar av
almennum bygningum í Tórshavnar komm
unu skulu byggja á grønu hugsjónina um
varandi orkukeldur.
Fjarhitaskipanin eigur at knýtast upp í
skipanirnar við varandi orkukeldum sum eitt
nú jarðhita og sjóvarhita.
Kommunan fer beinan vegin undir neyva
stýring av innkeypi, soleiðis at hugsað verður
um grønar loysnir í øllum viðurskiftum.
Tórshavnar kommuna eigur at slóða fyri í
umhvørvismálum og eggja til, at fleiri fara at
nýta kommunalu Bussleiðina.
Tey grønu økini og frílendini í kommununi
verða varðveitt og náttúrufriðað. Tey skulu
verða meira atkomulig við høgligum lendis
gøtum. Kommunan eigur eisini, eftir mið
vísari ætlan, at planta fleiri trø og lýsa
skógfriðað øki.
Byggi- og býarskipan
Bústaðartørvurin skal nøktast. Vit taka um
endan og leiða arbeiði, at fáa alternativa,
fjøltáttaða bygging framda.
Allar byggisamtyktir verða beinanvegin
gjøgnumgingnar og dagførdar. Skipað verð
ur fyri, at lætt er at hava yvirlit yvir byggi
samtyktirnar og líknandi reglur – eisini
soleiðis, at borgarin hevur møguleika at skilja
tær.
Almennar hoyringar í samband við broytt
ar byggisamtyktir skulu uppraðfestast.
Langtíðarætlan skal gerast til viðlíkahald
av øllum kommunalum ognum; bygningum,
vegakervi, leiðingum o.ø.
Kommunuætlanin treingir til dagføring
og farið verður undir at fyrireika hetta.
Byggireglugerðin fær tillutað neyðugu
arbeiðsorkuna, soleiðis at øll framtíðar
bygging fær betri góðsku.
Gjørdar verða varðveitingar- og menning
arætlanir fyri bygdirnar í kommununi.
Frílendisætlanin
Boðanes,
Hoydalar,
Ternuryggur og Havnardalur verður sett á
dagsskrá.
Býarskipanin fyri miðbýin verður dagførd
og ein ætlan, við framtíðini í huga, verður
gjørd, ið tryggjar at bæði bústaðir, handils- og
vinnulív, almenn fyrisiting og mentartilboð
fáa innivist.
Tekniska nevnd
Vatnveiting og vatngóðska í allari komm
ununi skal dagførast og sama ger seg galdandi
við yvirflatuvatni og kloakskipanum
Endalig loysn skal finnast til vegainn
føringina frá Eysturoyartunlinum.
Langtíðarætlan verður gjørd fyri røkt og
haldi av øllum vegum og gongubreytum í
kommununi.
Ferð skal setast á at gera fleiri súkklu
breytir og skulu tær í størri mun gerast
burtur frá bilaferðsluni.
Alneyðugt er at útvega fleiri parkerings
pláss í býnum. Tí verður beinanvegin farið
undir at fyrireika og finna loysnir.
Farið verður undir at víðka tænastuna við
Bussleiðini, soleiðis at Bussleiðin verður eitt
veruligt alternativ til bilin.
Samgongan fer í framhaldi av nullhug
sjónini seta í verk ferðslutrygdarætlan fyri
kommununa eftir skipaðum leisti á lang
tíðarløguætlanini.
Oyggjar og bygdir
Bygdirnar eru týðandi partur av Tórshavnar
kommunu. Fólkið, ið her býr, eigur rætt til
somu kor og tænastur sum fólkið í býnum.
Valdar eru 6 staðbundnar nevndir um
boðandi Kaldbak, Kollafjørð, Nólsoy, Hest/
Koltur, Kirkjubø/Velbastað og Hvítanes.
Staðbundnu nevndirnar skulu hava størri
leiklut í kommunala arbeiðinum.
Umráðandi er at reka ein virknan politikk
í bygdunum og samstundis virða teirra ser
eyðkenni.
Vit fara at gera íløgur í bygdirnar soleiðis,
at tær byggitøkniliga verða dagførdar og
átøk skulu eisini gerast fyri trivnaðin.
Ein framtíðar menningar- og virksemis
politikkur verður gjørdur fyri oyggjar og
bygdir í kommununi.
Vetrarfriðing verður framd, har ynski er
um tað.
Umráðandi er, at fólk sleppa at seta búgv í
bygdunum. Møguleiki skal vera fyri at keypa
grundstykki fyri ein rímiligan prís eins og í
øðrum bygdum í landinum.
Tá nýggjur sáttmáli verður gjørdur um
Bussleiðina, skal hendan tænastan eisini
betrast fyri bygdirnar.
Í Havn 30. desember 2016
Annika Olsen
Gunvør Balle
Bergun Kass
Marin Katrina Frýdal
Jákup Dam
Turið Horn
Bogi Andreasen