Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 E g havi síðan 2013 havt eitt rættar­mál móti Føroya Fiski­mannafelag vegna mína eftirløn, sum varð tikin frá mær fyri »illoyalitet móti felagnum«. Mest avgerandi grundgevingin var, at eg í sambandi við rættarmál millum FF og reiðarafelagið hevði lýst eina aðra fatan av sáttmálanum hjá FF, enn teir høvdu. Tað er annars ein grundleggjandi partur av okkara rættarskipan at vitna í rættarmálum, og at hetta skal kunna gerast uttan tiltøk frá mótpartinum. Málið var fyri í Føroya Rætti í november 2014. Dómur fall í januar 2015, har eg fekk fult viðhald. Dómurin varð í stundini av FF skotin inn fyri landsrættin. Men nú eftir nærum tvey ár er FF samb. síni ársfrágreiðing fyri 2016 komið til ta niðurstøðu, »at løgfrøðingar eru sera ivasamir um útlitini, um vit gjørdu av at føra málið at enda í rættarskipanini. Váðin verður mett­ur at vera so mikið stórur, at skila­best er at gera eina semju« Hetta var eitt ógvuliga realist­ iskt sjónarmið. Tað, sum nú stendur eftir, er tískil dómurin í Føroya Rætti, sum FF nú kann sigast at hava viðurkent. Rættarsiðvenja skúgvað til viks Eg havi sambært vanligari siðvenju ikki kunnað sagt nakað alment um rættarmálið, so leingi tað ikki var endað. Men nú kann staðfestast, at hetta mál hevur givið nógvan lær­ dóm um rættarfatanina og fjøl­ miðla­etikkin í Føroyum, sum tey royn­ast í verki. Í einum rættarmáli er tað vanlig mannagongd hjá fjølmiðlum at møta til endaliga rættarfundin, har partarnir leggja síni sjónarmið fram. Tá er tað uppgávan hjá teim­ um uttan at taka dagar ímillum at greiða frá sjónarmiðunum hjá báð­ um pørtum. Síðan er siðvenja at »hava tøgn, meðan rætturin situr«, t.v.s. til dóm­ ur er fallin. Hetta er fyri, at einki trýst skal leggjast á rættin, meðan hann umhugsar sína niðurstøðu. Í hesum rættarmálinum var tað bert Sosialurin, sum møtti til enda­ liga rættarfundin, og sum lýsti málið hjá báðum pørtum. Men tann 6. desember 2014, 14 dagar eftir dómsviðgerðina og meira enn ein mánað áðrenn dómin, leggur Føroya Fiskimannafelag eitt »upprit« við tess sjónarmiðum í sakini á sína heimasíðu. Ein slík einsíðug framløga kann grundleggjandi ikki vera annað enn »hálvur sannleiki« og kann tí ikki annað enn hava ivasamt trúvirði. Í hesum uppriti var ein røð av ítøkiligum ákærum móti mær. Har­ afturat leggja teir í uppritinum – sum er hvaðna verri – eftir einum fyrrverandi skrivstovumanni. Tað er so at siga óhoyrt, at annar partur í einum sakarmáli so einvíst leggur síni sjónarmið fram alment aftaná, at málið er tikið upp til dóms, og áðrenn dómur er fallin. Allur pressuetikkur settur til viks Hetta upprit sendi FF eisini fjøl­ miðlunum. Tað gingu fáir tímar, til hesi sjónarmið komu á fyrsta portalin, og heilt skjótt lógu tey á í minsta lagi seks tíðindaportalum. Á einum teirra, Portal.fo, hevði útbúni blaðmaðurin, Jógvan Hugo Gardar, enntá skrivað ein inngang og lagt navn til hesi sjónarmið, sum hann tískil tók ábyrgdina av. Hann tók enntá støðu til sakina til fyrimuns fyri FF, áðrenn hon varð dømd, við yvirskriftini: Var illoyalur – tí steðgaði Fiski­ mannefelagið útgjalding­unum til Óla Jacobsen Tað var júst spurningurin, um eg hevði verið illoyalur, sum dómarin skuldi taka støðu til, og sum hann seinni avvísti. Portal.fo sigur seg vera ein tann størsti, mest mannaði og mest lisni portalur í landinum. Hetta skuldi givið eina serliga ábyrgd og eisini møguleika at liva upp til góðan fjøl­ miðlasið. Tað vóru tó miðlar, sum ikki tóku hetta upp. Teir týdningarmestu av hesum vóru in.fo og KVF. Longu yvirskriftin í uppritinum vísti, at her var talan um eitt per­ sóns­mál og bert fáar reglur niðri í tekstinum sást, at ein sakini óvið­ komandi skrivstovumaður varð drigin inn í málið. At leggja eftir fólki undir grøn­ ari torvu man vera ein rættilig »nýhugsan« hjá fjølmiðlum í einum sokallaðum rættarsamfelagi. Men tað nervaði heldur ikki hesar ella annars nakran annan fjølmiðil. Ákærurnar móti honum vórðu eisini settar fram, meðan hann enn var á lívi. Tá varð greitt víst á alment, at her var talan um heila­ spuna, sum einki grundarlag var fyri. Tað er einki fjølmiðlafólk, sum ikki minnist, hvat ið hendi í hesum máli í 2010. Hetta skuldi givið alla orsøk til at vera varin við ókritiskt at bera slíkan boðskapin víðari. Fjølmiðla meginreglur settar úr gildi Ein av fremsti grundreglunum í fjøl­miðlaetikki er, at skal persónur ákærast í einum fjølmiðli, so skal við­komandi samstundis hava møgu­leika at svara aftur. Men av hesum portalum var ikki ein teirra, sum spurdi meg um hesar ákærur. Umrøddi starvs­mað­ urin kundi av givnum orsøkum ikki svara fyri seg. Tann 23. januar 2015 fellur dóm­ur. Hann ger til einkis øll tey »prógv«, sum vórðu førd fram í hes­ um »tíðindum« hjá FF í umrøddu miðl­um. Dómarin samanfataði grund­ gevingar og skuldsetingar hjá FF í 14 punktir, og í ongum av hesum punktum gav hann felagnum við­ hald. Ein slíkur dómur skuldi havt almennan áhuga, tí hann snúði seg í veruleikanum um rættin til talufrælsi og um rættartrygd. Eisini um tað skal fáa avleiðingar at vera atfinningarsamur ella at geva eina frágreiðing, sum ikki hóvaði hinum partinum í einum rættarmáli! Men nú var áhugin ikki so stór­ ur hjá hesum miðlum at lýsa greiðu niðurstøðuna hjá rættinum. Bert ein av hesum miðlum, Norð­lýsið, bað meg um viðmerking og endurgav dómin í síni heild. Tað skal so sigast teimum til rós. Men til dømis Jógvan Hugo Gardar á Portal.fo hevði nú ongan áhuga fyri málinum. Ikki eitt orð frá honum um, at hansara »tíðindi« og niðurstøða vóru tileinkisgjørd av rættinum. Hansara niðrandi umrøða av livandi og deyðum er framvegis tøk á netinum. Og nú málið er end­að, og hansara kelda, Føroya Fiski­mannnafelag, hevur ásannað niðurstøðuna hjá Føroya Rætti, hevur tað ongan áhuga hvørki hjá Gardar ella hinum miðlunum, sum so glaðbeintir hýstu hesum »tíðindum«. Jógvan Hugo Gardar hevur ann­ars í mong ár verið eyka­nevnd­ ar­limur í felagnum Føroysk Fjøl­ miðlafólk. Hann er fleiri ferðir aft­ur­valdur, eisini síðan henda hans­ara »tíðindaflutning«. Skrivarin, sum skuldi verið trygd fyri etikki Tað kann eisini staðfestast, at Før­ oya Fiskimannafelag ikki nevndi dóm­in á síni heimasíðu. Men tær umrøddu av rættinum avvístu ákærur vórðu heldur ikki tiknar aftur. Tær standa enn í dag, 3.1. 2017, á heimasíðuni hjá felagnum, sum um einki var hent. Hesar rongu ákærur hava tískil staðið á hesi heimasíðu í meira enn tvey ár, og meira enn seks ár eftir at úthongdi, men próvfast óseki, skrivstovumaðurin, andaðist! FF hevur heldur ikki tíðindini um semjuna á heimasíðuni. Men tað er nú í samsvar við umrødda »etik«! Ingolf S. Olsen er útbúgvin jour­ nalistur og hevur í dag part­tíðar­ starv sum slíkur. Hann er nú umframt at vera skrivari eisini miðlamaður hjá FF. Hann hevur sostatt ábyrgd av tíð­ indunum á heimasíðuni hjá felag­ num. Inn til fyri kortum hevur hann í fleiri ár verið í fremstu røð í nevndini hjá felagnum Føroysk Fjøl­miðlafólk sum næstformaður og virk­andi formaður. Hann umboðar eisini Føroysk Fjølmiðlafólk í Fjølmiðlanevndini, sum skal vera verjan hjá borgar­ un­um móti fjølmiðlunum. Hetta man vera fremsta álitisstarv, sum eitt føroyskt fjølmiðlafólk kann hava. Seinasta mál, hann var við til at viðgera, var kæran hjá Eik um skattamálið. Umframt hetta hevur hann stóran part av av hes­um valskeiði eisini verið ting­ mað­ur og avgerandi atkvøðan hjá samgonguni. Ingolf S. Olsen kann tí ikki sigast annað enn at varða av umrødda fjølmiðlaetikkinum ella »etikki«. Etikkur skal valdast Hetta mál lýsir serstakliga væl støðið hjá føroyskum fjølmiðlum. Í hesum máli eru framd øll hugsandi brot á bæði skrivaðar og óskrivaðar rættar- og fjølmiðlareglur, uttan at nakar í almenna rúminum, har­ undir í fjølmiðlaheiminum, letst um vón, meðan »vanlig fólk« hava øtast. Tað tykist at kom ann uppá, hvørjum »tíðindini« koma frá. Tá ið talan var um Jørgen Nicla­ sen og Eik, fyri at nevna nøkur aktuell dømi, er fjølmiðlaheimurin við at spreingjast av rættvísis­ kenslu, har allur sannleiki skuldi fram. Tað er grundleggjandi eisini í lagi. Men í øðrum førum verður alt »slúkt og endurgivið rátt«. Nú er einki, sum eitur kritiskur spurn­ ingur ella kritisk viðgerð, sjálvt um øll møgulig orsøk er fyri tí. Rættartrygdin her í landinum er sjálvandi hareftir. Hon valdast, hvør tú ert! Í Danmark fara fjøl­ miðlafólk í geglið Tað kann staðfestast, at tað finst einki mark fyri, hvat føroyskir fjøl­ miðlar kunnu loyva sær móti teim­ um, sum ikki eru í teirra krithúsi. Meðan eingin rættir hond frá síðu í Føroyum á hesum øki, verður í hvussu er gjørt nakað í Danmark. Fyri kortum eru kendir journalistar hjá Se&Hør dømdir inn at sita fyri at hava gjørt seg inn á ósek fólk. Eisini er tað áhugavert, at nýggja danska stjórnin hevur í sín­ um stjórnargrundarlagi m.a. ásett: Hårdere kurs over for krænkende medier Regeringen vil foreslå en markant hårdere kurs over for medier, der krænker privatlivets fred eller bringer æreskrænkende beskyldninger mv. Í Føroyum skulu slíkir miðlar eft­ ir uppskoti frá landsstýrinum fáa almennan stuðul úr lands­kass­an­ um uttan nøkur sum helst krøv til journalistikkin! Hvat kann gerast í Føroyum? At stórur partur av føroysku tíð­ indafólkunum – tó ikki øll – ikki megna at liva upp til góðan fjøl­ miðla­sið og ikki gera nakað so grundleggjandi sum at hoyra báðar partar í einum máli, er órógvandi og vandamikið í einum fólkaræði. At slíkt, sum tað, ið er lýst í hesi grein, letur seg gera, skuldi sagt, at einki rættarsamfelag kann liva við einum slíkum »etikki«. Fyri 10 árum síðani fingu vit eina fjølmiðlanevnd. Hildið varð tá, at ein slík nevnd fór at hækka støðið á fjølmiðlunum. Men tað er lætt at staðfesta, at støðan hevur ongantíð verið so vánalig sum nú! So her má okkurt annað gerast og tað skjótt. Fjølmiðlaetikkur skal valdast! Tað er øll møgulig grund til at ivast í etikkinum hjá føroyskum fjølmiðlum. Tað er greitt, at okkurt má gerast TÍÐARGREIN Óli Jacobsen Tær týdningarmestu brotnu fjølmiðlareglurnar Í leiðreglum fyri góðan fjølmiðlasið stendur m.a: – 1.2 Fjølmiðlar hava serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst. – 4.5 Í rættarfrásagnum eiga fjølmiðlafólk at virða báðar partar. Fyri 10 árum síðani fingu vit eina fjølmiðlanevnd. Hildið varð tá, at ein slík nevnd fór at hækka støðið á fjølmiðlunum. Men tað er lætt at staðfesta, at støðan hevur ongantíð verið so vánalig sum nú! Óli Jacobsen