Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 6. januar 2017 Tað hevði valla kosta landskass­a­ num eina krónur at latið føroyingar fyri bíligari bilar – í bíliga endanum Mangan hava fólk gramt seg um, at bíl­ig­aru bil­ar­nir í Føroyum er ov dýrir, og at dýr­aru bil­ar­nir eru heldur bíligari. Tá tað verður sagt, so verður sjálvandi bor­ið saman við bilprísir í Danmark, so sum vit eru so von við. Bilhandlarar hava eisini sagt, at orsøkin til, at teir ikki kunnu selja lítlar bilar fyri und­ir 100.000 krónur er, at avgjøldini, sum land­ið skal hava, eru so høg. Onnur hava skylda upp á bilhandl­ar­ar­ nar, at teir taka sær ov stóran vinning. Kári P. Højgaard setti herfyri Kristinu Há­foss ein grein 52 spruning um málið – og svar­ið frá landsstýriskvinnuni er púra greitt: Land­ið tekur nógv størri avgjald av bíligaru bilu­num, enn danski staturin ger. Í Føroyum hava politikararnir gjørt av­ gjalds­lógina fyri bilar soleiðis, at dýrir bilar í Før­oyum er nógv bíligari enn í Danmark. Um vit tosa um teir rættiliga dýru bilarnir, sum bara ríkar fyritøkur hava ráð at keypa sum stjóra­bilar, so eru teir ofta fleiri hundr­ að­tús­und krónur bíligari í Føroyum enn í Dan­mark. Tað er ikki altíð so lætt at skilja, hvørji fyr­i­lit verða tikin, tá slíkar avgjaldslógir verða gjørdar. Atlit verða so ikki tikin til teirra, sum kanska hava ráð at keypa sær ein bí­lig­an nýggjan bil – og sum als ikki hava ráð at keypa sær ein dýran bil. Tekur tú munin millum føroyska og danska avgjaldspolitikkin, so tekur føroyska lóg­in at­lit til teirra, sum kortini hava ráð at keypa ein dýran bil – tí tey í mun til í Dan­ mark fáa avslattur upp á fleiri hundr­að­tús­ und krónur. Ein lítil kanning hjá okkum vísir, at ein lítil bilur, sum í Føroyum kostar 130.000 krónur kostar í Danmark 90.000 krónur. Hetta er ein munur upp á 44 prosent – næst­ an helvt­ar­prísur. Um øll orsøkin er at finna í avgjalds­poli­ tikk­i­num, kunnu vit sjálvandi ikki staðfesta. Men svarið frá Kristinu Háfoss til Kára P. Høj­gaard vísir, at avgjøldini eru sera stórur part­ur av prísmuninum. Ráð eru fyri tí. Um landsstýrið ynsk­ir, at føroyingar skulu kunna keypa eins bíligar bilar, sum danir, so er bara at broyta lógina. All­ar­helst hevði meira komið í lands­kassan, tí fleiri bilar vórðu seldir. Men tað ber eisini til at hækka avgjaldið á millónabilum. Tann sum heldur, at nakað kann broytast viðvíkjandi leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hann man hava tikið so grusommiliga feil. Tað staðfesti løgmaður eisini í Degi og Viku hetta kvøldið. Og tá niðurstøðan hjá lokal­ patri­otinum yvir øllum, norðlýsiskrivaranum, John Williami Joensen, er, at »løgmaður gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin tók ikki und­ir við til­mælinum um eina leiðslu fyri tey trý sjúkra­hús­ini.« – og tá landsstýriskvinnan Eyðgunn Sam­u­el­sen er skjót at trýsta á »like« á Facebook, so er tað rættiliga sigandi fyri, hvussu tað verður avgjørt, hvar skápið skal standa í Javnaðarflokkinum. Tað er sum við fiskivinnuni. Faklig tilmæli hava ikki týdning. Tað av­gerandi er, at hvat klaks­ víkingar halda! Tað er eisini eitt slag av poli­tikk­i... Lækkið avgjøldini á smærri bilararnar Tríeinigheitin í Klaksvík Klaksvík altíð fremst Les eisini blaðið á telefonini Eygað ið sær... Elin Michelsen Tíðargrein síða 32 Gamla orðið nýskipan Høgni Djurhuus Baksíðan Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Fleiri hundrað mans hava biðið sær kjans At tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggj­ asta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, hev­ur Hans Andreas Kelduberg, reiðari, sannað, síð­ani tíðindi bórust um nýggja skipið á in.fo týs­dagin. – Her hevur verið øðiligur áhugi at sleppa við. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so hava fleiri hundr­að mans biðið sær kjans, sig­ur Hans Andreas Kelduberg. – Hetta er nakað heilt annað, enn tá vit skulu manna ein línubát ella garnabát, tí tá mugu vit út at leita eftir manning, sigur hann. Skipið fór úr Egersund í Noreg á middegi í gjár og kem­ur á Havnina tíðliga í morignári. – Skipið er púra klárt at fara til fiskiskap, og vit hava tikið allar makrelgreiðurnar um­ borð í Noreg, sigur Hans Andreas Kelduberg. Avtalan við norsku seljararnar er, at skipið verð­ur handað nýggju eigarunum í Føroyum, tí er tað norsk manning við skipinum á vegn­ um heim, men partur av føroysku mann­ing­ ini er eisini við. »Hoyvík« er gamli Høgaberg hjá Fram­ herja, sum fyrr hevur hevur borið navnið Gull­finnur. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur. Gravgangur eftir at sleppa við »Hoyvík« »Hoyvík« kemur á Havnina í morginári. Tað er púra klárt at fara til fiskiskap, allar greiður er tiknar umborð í Noreg