Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 8 PERSÓNSSØGA í ferðsluóhappinum hevur hon verið ein afturvendandi gestur hjá kommunulæknanum og øðrum innan heilsuverkið. – Eg havi fingið einar 40 við­ gerðir frá einum fysioterapeut, men enn hevur tað ikki hjálpt. Eg vóni hvønn dag at sleppa av við pínuna, men hetta hevur verið longri enn eg kundi ímyndað mær. Hetta er einki lív, sigur Marika Skipanes og leggur afturat. – Um eg tosi ella flenni, fái eg ilt. Tað følist sum tenninar detta úr og høvdið sprongist. Pínan byrjar í høvdinum og fer gjøgnum alt likamið. Men tað ringasta er, at man følir, at fólk ikki taka ein í álvara. Eg vil bara fáa hjálp til at blíva frísk, sigur Marika Skipanes. Vónin hjá Mariku Skipanes er, at hon kann sleppa á ein við_ gerðarstovn í Danmark, ið hevur pínu sum serfrøði, men enn røkist einki fyri, at tað letur seg gera. – Kommunulæknin vísir til, at ein serlækni má innleggja meg á viðgerðarstovnin. Tað havi eg eisini verið til, men tilgongdin er long og torfør. Tað er strævið at arbeiða við almennu skipanina. Hvørja ferð onkur glotti er at hóma, so ber tað kortini ikki til, greiðir Marika Skipanes frá. Fíggjarligur smeitur Tað hevur verið ein fíggjarligur smeitur fyri smábarnafamiljuna, at Marika Skipanes er komin so illa fyri, at hon er vorðin óarbeiðsfør. Roynt hevur verið at skráseta hana sum fyritíðarpensjonist, men letur tað seg ikki gera, tí Marika Skipanes hevur búð ov stutt í Føroyum. – Eg mátti steðga at arbeiða. Fyri hvønn tíma eg arbeiddi, mátti eg leggja meg niður at hvíla í fleiri tímar. Men tað ber ikki til at gerast fyritíðarpensjonist, tí so skal eg hava búð her í 15 ár, sigur Marika Skipanes og leggur afturat. – Eg eri eitt menniskja, eg havi eitt lív at liva, eg eri ein kona, eg eri ein mamma o.s.fr. Tað er ikki lætt hjá mær at sita her, og lata onnur gera alt fyri meg, sigur Marika Skipa­nes. Stríddist við tryggingini Eftir ferðsluóhappið royndi familjan at fáa endurgjald frá trygg­ingini, men tað var ikki sum at siga tað. Tryggingin setti sum krav, at Marika Skipanes skuldi kannast av einum ávísum neurologi, men hóast viðkomandi í fleiri um­ førum staðfesti, at Marika Skipa­ nes var komin til skaða í ferðslu­ óhappinum, og nokk aldrin fór at blíva heilt frísk aftur, so var trupult at fáa nakað endurgjald. – Vit upplivdu tað sum, at tryggingin royndi at renna undan okkum, og var tórfør at hava við at gera, greiðir Marika Skipanes frá. Eftir fleiri ára stríð, og fleiri stað­ festingar frá neurologi, at Marika Skipanes var komin álvarsliga til skaða, váttaði tryggingin at rinda fyri eitt uppihald á einum viðgerðarstovni, ið hevði hennara sjúku sum serøki. – Hetta var eftir, at vit í trý ár høvdu arbeitt fyri, at tey viðurkendu skaðan. Men tíverri vóru boðini, at hóast eg hevði bíði so leingi, so mátti eg bíða trý ár aftrat, tí bíðilistin til viðgerðar­ stovnin var fleiri ára langur, sigur Marika Skipanes, ið fall í fátt, tá hon fekk boðini. Harumframt játtaði tryggingin eftir fleiri ár, at Marika Skipanes hevði krav upp á endurgjald, nú hon ikki var arbeiðsfør longur. Men eisini tað var eitt stríð, greiðir Marika Skipanes frá. – Eg eri ikki arbeiðsfør longur, men kortini metti tryggingin, at talan einans var um eitt endurgjald, ið staðfesti, at eg hevði mist 10 prosent av arbeiðsførleikanum. Við hjálp frá advokati eydnaðist tað tó Mariku Skipanes at fáa trygg­ingina at rinda eitt størri út­ gjald. – Eftir trý long ár og drúgvi stríð eydnaðist tað at fáa 20 prosent endurgjald, hóast eg eri munandi verri fyri enn so, sigur Marika Skipanes, áðrenn maðurin leggur afturat. – Eg skilji ikki tryggingarfeløgini. Um tað er jarn, ið hevur fingið skaða, so gongur skjótt at fáa peng­ ar. Men er talan um mannalív, so taka tey sær góða tíð, sigur Kaj Skipa­nes. Stendur spyrjandi Ferðsluóhappið og fylgjandi hjálparloysi hevur sett síni djúpu spor í sinnið hjá Mariku Skipanes, og leita tankarnir aftur á hennara egnu søgu hvørja ferð hon hoyrir um eitt ferðsluóhapp í tíðindunum. – Fyrr var tað soleiðis, at tá eg hoyrdi um eitt óhapp, so varð eg glað, tá eg hoyrdi, at eingin var komin til skaða. Men nú veit eg, at tað er ikki sannleikin. Tí hóast ongin doyr ella fær sjónliga skaða, so merkir tað ikki, at man er frískur, vísir Marika Skipanes á. Manglandi hjálpin eftir ferðslu­ óhappið hevur tikið hart á Mariku Skipanes, og stendur hon spyrjandi um hvussu skipanin er skrúvað saman. – Eg havi stríðst við pínu í fýra ár. Eg havi torført við at skilja, hví tað skal taka so leingi at fáa hjálp. Tá er tað, at eg spyrji meg sjálvan, um orsøkin kann vera, at eg eri útlendingur og ikki føroyingur, sigur Marika Skipanes og heldur fram. – Er tað í ordan her á landi, at man er í pínu hvønn dag, meðan man bíðar eftir tí almenna? Fyri ein persón, ið ikki hevur nakra pínu, er tað ikki ein trupulleiki. Tey kunnu væl bíða í ein, tríggjar ella átta mánaðir, men tá tú livur í pínu hvørt sekund, hvønn minutt og hvønn tíma í fleiri ár, tá missir man vónina av at bíða, sigur Marika Skipanes uppgevandi. HALLUR@SOSIALURIN.FO Eg eri eitt menniskja, eg havi eitt lív at liva, eg eri ein kona, eg eri ein mamma o.s.fr. Tað er ikki lætt hjá mær at sita her, og lata onnur gera alt fyri meg