hósdagur 5. januar 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
7
hugsaðu, at eg fór at koma fyri meg
aftur, so tað at hon mátti arbeiða
fyri meg var bara fyribils, greiðir
Marika Skipanes frá.
Avmarkaða tíðin gjørdist tó
munandi longri enn væntað, og
at enda mátti Marika Skipanes
ásanna, at fyribils skipanin hjá
henni og vermóðrini ikki var
haldbar í longdini. Hon kom nevni
liga ikki fyri seg, hóast hon gekk til
fysioterapi.
– Eg føldi ikki, at tað var rætt, at
hon gjørdi hetta bara fyri at hjálpa
mær, og bjarga mær arbeiðinum.
So vit valdu at steðga við tí, greiðir
Marika Skipanes frá.
Var aktiv
Marika Skipanes er fødd og upp
vaksin í afrikanska landinum Togo,
og møtti Kaj Skipanes, tá hon í
2010 var og vitjaði eina vinkonu í
Føroyum.
– Vit møttust gjøgnum felags
vinir tá hon var á vitjan, og blivu
góð við hvønn annan. Hon fór
aldrin av landinum aftur, og seinni
giftust vit, greiðir Kaj Skipanes frá.
Upprunaliga búði familjan á
Skipanesi, men av tí, at Marika
Skipanes ynskti at gerast ein
integreraður partur av føroyska
samfelagnum, flutti familjan til
høvuðsstaðin.
– Eg vildi læra føroyskt, og tað
kundi eg best, um vit fluttu til
Havnar. Í høvuðsstaðnum vóru
nevniliga betri møguleikarnir fyri
frálæru í føroyskum og einum
arbeiði, greiðir Marika Skipanes
frá.
Fekk ikki ágóðan
Tá familjan flutti til Havnar fór
Marika Skipanes á kvøldskúla og
fekk undirvísing í føroyskum. Hon
ásannaði tó skjótt, at eitt skeið
ikki var nokk, og var tí ein teirra,
ið arbeiddi fyri einum víðkaðum
tilboði til útlendingar at læra
føroyskt.
Tað átakið eydnaðist eisini,
men tá útlendingar loksins fingu
møguleika at taka eitt víðkað skeið
í føroyskum, var Marika Skipanes
ikki longur før fyri tí.
– Tá tilboðið kom, orkaði eg ikki
longur. Pína í høvdinum var vorðin
ov ógvuslig. Men eg hevði stríðst
fyri hesum, so eg vildi ikki sleppa
tí. So eg fari av og á, men eg orki
sjáldan at vera har, greiðir Marika
Skipanes frá.
Marika slapp eisini gjøgnum
Almannaverkið í starvsvenjing
hjá Føroya Tele, men mátti skjótt
gevast.
– Eg byrjaði við at arbeiða
tríggjar tímar um dagin, men
orkan var ikki til tað, hóast eg var
sera glað fyri starvið, tí tað líktist tí,
sum eg hevði í Togo, sigur Marika
Skipanes og leggur afturat.
– Í mínum høvdi kann eg gera
nógv, men likamið klára ikki at
fylgja við vegna pínu. Eg havi ein
sterka vilja at avrika ting, men
hvørja ferð eg royni, so megnar
likamið tað ikki. Tað er hart at
góðtaka.
Einki lív
Síðan Marika Skipanes fekk skaða
Framhald á síðu 8
Marika og Kaj Skipanes við yngstu dóttrini
MYND: ÁLVUR HARALDSEN