hósdagur 5. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
6
PERSÓNSSØGA
– Um eg tosi ella flenni, fái eg ilt. Tað følist sum tenninar detta úr
og høvdið sprongist. Pínan byrjar í høvdinum og fer gjøgnum alt
likamið. Men tað ringasta er, at man følir, at fólk ikki taka ein í álvara.
Eg vil bara fáa hjálp til at blíva frísk, sigur Marika Skipanes, ið følir
seg slepta á fjall eftir eitt ferðsluóhapp fyri trimum árum síðan.
EG VIL BARA
BLÍVA FRÍSK
HALLUR AV RANA
T
að var eitt ljóst summar
kvøld í 2013, tá Kaj
og Marika Skipanes
við familjuni settust í
bilin á Eiði við kós móti Havnini.
Ørindi á bygd hetta kvøldi var
ein rundur føðingardagur hjá
systkinabarninum hjá Kaj Skipa
nes, men nú var klokkan vorðin so
nógv, at tað best var at sleppa sær
heim, so at børnini ikki komu alt
ov seint í song.
– Vit høvdu lænt ein smábuss,
so vit vóru sjey fólk í bilinum.
Vit bæði, elsta dóttir okkara og
systkinabarnið hjá Mariku við
konu sínari og tveimum børnum,
ið vóru komin úr Fraklandi á vitjan,
greiðir Kaj Skipanes frá.
Tá tey komu suður móti brúnna
um Streymin kom mjørki á tey, og
so hvørt sum bilurin við teimum
báðum familjunum nærkaðist
Havnini, gjørdist myrkari og
myrkari. Komin út úr tunlinum í
Kaldbaksbotni gav ljósið loksins
eftir fyri mjørkanum, og tað gjørd
ist greytartjúkt í mjørka.
Samanstoyturin
Sýnið var nú vorði so vánaligt, at
Kaj Skipanes valdi at seta ferðina
niður og halda rímiliga frástøðu frá
øðrum bilum, so at einki óvæntað
hendi.
– Eg koyrdi soleiðis, at eg júst sá
baklyktirnar á bilinum framman
fyri mær, men vit koyrdu seinni
enn vanligt, tí tað var so tjúkt í
mjørka, greiðir Kaj Skipanes frá.
Tá tey koma yvir móti rullu
portrinum, nærhendis innkoyr
ingini til Kaldbaksbotn, varnaðist
Kaj Skipanes, at ein bilur var í
ferð við at yvirhála ein annan bil
í mótkoyrandi rætning.
– Eg gjørdi, alt tað eg kundi fyri at
sleppa undan einum samanstoyti.
Eg legði bilin so langt út í síðuna á
koyribreytina, sum eg kundi, uttan
at fara út av vegnum, men brádliga
føldi eg samanbrestin, greiðir Kaj
Skipanes frá.
Bilarnir brustu saman í hvønn
annan, og smábussurin hjá Skipa
nes familjuni varð slongdur út av
vegnum og niður í eina grøv.
Tøgn
Næsta Kaj Skipanes minnist, var
tá bilurin lá í grøvini. Deyðatøgn
valdaði fyrstu løtuna, men skjótt
bleiv tøgnin brotin av barnagráti.
– Samanbresturin var øgiliga
ógvusligur, men beint eftir saman
stoytin var tøgn í bilinum. Børnini
í bilinum svóvu, tá bilarnir stoyttu
saman, so tey vaknaðu við ein
hvøkk og byrjaðu at gráta, greiðir
Kaj Skipanes frá.
Sjúkrabilar, løgreglan og onnur
komu skjótt á staðið, og fluttu øll
ferðafólkini á Landssjúkrahúsið til
nærri kanningar. Kaj Skipanes og
dóttirin komu frá samanstoytinum
uttan nakran skaða, men Marika
Skipanes og hennara familja fingu
øll løstir í óhappinum.
– Marika bleiv kannað, og
staðfest varð, at har var einki
brotið og hon hevði ongar innara
bløðingar. Men hon hevði pínu í
høvdinum og búkinum og ristist
nógv, so læknarnir mettu, at hon
hevði fingið ein sálarligan skelk
av hendingini, ið hon nokk skuldi
koma yvir, greiðir Kaj Skipanes frá.
Marika Skipanes fekk morfin
frá læknunum fyri pínuna, og boð
um, at hon helst fór at koma yvir
skelkin eftir nakrar vikur, og pínan
tá eisini fór at hvørva.
Tíðin lekir ikki øll sár
Trý og eitt hálvt ár eru gingin
síðan, at Kaj og Marika Skipanes
vóru partur av ferðsluóhappinum
í Kaldbaksbotni, til eg siti yvirav
teimum í einum av mongu rað
húsunum í Hoyvíkshaganum.
Hóast Marika Skipanes fekk boð
um, at hon skjótt fór at koma yvir
pínuna, ið hon fekk í óhappinum,
so er hon í dag sjónliga ávirkað av
ferðsluóhappinum. Hon klárar ikki
at ganga uttan at stiðja seg á eitt
gongustativ, og hon hevur trupult
at sita uppreist.
Meginpartin av tíðini undir
samrøðuna má hon liggja niðri,
og er ein sterk andsøgn til níggju
mánaðir gomlu dóttrina, ið grulvar
um alla stovuna og roynir at finna
út av hvør fremmandamaðurin er,
ið komin er á gátt.
Marika Skipanes er sjónliga
rørd, tá hon greiðir frá, hvussu
hennara lív varð vent á høvdið
lagnukvøldið á Kaldbaksvegnum.
– Áðrenn ferðsluóhappið var
eg ein aktivur persónur, men
aftaná orkaði eg einki. Læknarnir
søgdu, at eg fór at fáa tað betur,
men tað tók fleiri vikur áðrenn eg
bara nøkulunda kom fyri meg. Eg
orkaði ikki upp úr songini, og mátti
taka morfin bara fyri at kunna sita,
greiðir Marika Skipanes frá.
Var bjartskygd
Tá Marika Skipanes byrjaði at
fáa trupulleikar við at anda, og
heilsustøðan sum heild ikki batn
aði, valdi hon at søkja hjálp hjá
kommunulækna.
– Eg havi verið fleiri ferðir hjá
kommunulækna, og viðkomandi
hevur sent meg víðari til fysio
terapi, tí eg havi pínu í bringuni
og rygginum. Eg varð eisini send
til røntgenkanning umaftur, og
har varð staðfest, at einki er brotið,
greiðir Marika Skipanes frá.
Hóast Marika Skipanes var í
svárari pínu, so hevði hon kortini
eina vón um, at hon fór at gerast
frísk aftur.
– Eg arbeiddi sum vaskifólk í
Hoyvíkar skúla, og tað treivst eg
sera væl við, sigur Marika Skipanes.
Men tá Marika Skipanes varð
sjúk, gjørdist tað torført hjá henni
at røkja starvið. Óhappið hendi í
summarfrítíðini, men hóast hon
fekk góða hjálp, so sá hon seg ikki
føra fyri at røkja starvið, tá børnini
komu aftur í skúla.
– Vermóðirin hjálpti mær við at
taka sær av vaskiarbeiðinum. Vit
Í mínum høvdi
kann eg gera
nógv, men
likamið klára
ikki at fylgja við
vegna pínu. Eg
havi ein sterka
vilja at avrika
ting, men hvørja
ferð eg royni, so
megnar likamið
tað ikki. Tað er
hart at góðtaka
Marika Skipanes: