hósdagur 5. januar 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
30
Rigsombudsmanden på Færøerne
Eitt starv sum barnaserkønur hjá Ríkisum boð
num er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. februar
2017 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Starvið
kann verða sett sum fulltíðarstarv á 37 tímar um
vikuna, til ber eisini at arbeiða uml. 3032 tímar
um vikuna eftir nærri avtalu.
Lýsing av Ríkisumboðnum
Ríkisumboðið viðger sum myndugleiki eina røð
av málum á familjurættarliga økinum. Millum
annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnað
og ættleiðing. Harumframt skal Ríkisumboðið
veita foreldrum og børnum barnaserkøna
ráðgeving í ávísum førum.
Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá
Ríkisumboðnum á heimasíðuni:
www.rigsombudsmanden.fo
Arbeiðsuppgávur
Tú skalt serliga:
• Ráðgeva foreldrum og børnum í sambandi við
samstarvstrupulleikar og ósemju um samveru
og foreldramyndugleika v.m.
• Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa
hvat gagnar barninum best í sambandi við
samverumál, har tað er ósemja.
• Hava uppgávur viðvíkjandi eygleiddari
samveru.
• Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa
hvat gagnar barninum best í sambandi við
ættleiðingarmál.
• Hava samrøður við umsøkjarar, sum søkja um
góðkenning til fremmanda ættleiðing, við
atliti til at lýsa um umsøkjarar eru egnaðir at
ættleiða.
• Gera uppfylgingarlýsing av trivnaðinum hjá
børnum, ið eru fremmanda ættleidd.
• Samstarva tætt tvørfakliga við løgfrøðiligu
málsviðgerarnar á Ríkisumboðnum um
samverumál og ættleiðingarmál.
Allar uppgávur verða framdar við barnsins
besta í huga.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
seta teg í samband við Monicu Hjelm
Rasmussen, løgfrøðing, á telefon 731217.
Førleikar
Tú skalt hava útbúgving sum sosialráðgevi ella
hava líknandi fakligar førleikar og hava hug og
áhuga at arbeiða við nevndu uppgávum. Tú
skalt megna at arbeiða í tøttum samstarvi við
løgfrøðingar og onnur starvsfólk – og
sam stundis megna at arbeiða sjálvstøðugt. Tað
er ein fyrimunur at kenna til fyrisitingarligar
mannagongdir. Tú skalt persónliga vera treystur
og jaligur í støðum, ið eru merktar av kenslum,
kreppu og til tíðir av nógvum stríði. Fyrrverandi
royndir við starvsøkinum er ein fyrimunur, men
eingin treyt.
Ríkisumboðið kann bjóða
Eitt spennandi og fjølbroyt starv í einum
spennandi fakligum umhvørvi.
Lønar- og starvstreytir
Sum ásett í viðkomandi sáttmálum.
Umsókn
Um tú hevur áhugað í starvinum kannst tú
senda eina umsókn við CV, prógvum og øðrum
viðkomandi skjølum til:
Rigsombudsmanden på Færøerne
Amtmansbrekkan 6
Postboks 12
FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til: ro@fo.stm.dk
Umsóknin skal vera Ríkisumboðnum í hendi í
seinasta lagi mánadagin tann 16. januar 2017
kl. 12.00.
Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í
endanum av viku 3 ella í byrjanini av viku 4 i
2017.
BARNASERKØNUR TIL FAMILJURÆTTARLIG
MÁL Á RÍKISUMBOÐNUM
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Vaskifólki
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki at vaska.
Starvslýsing:
• Starvið umfatar: at vaska í handlinum,
matarhølinum og skrivstovunum.
• Arbeiðstíðin er uml. 20 tímar aðru hvørja
viku, ella eftir avtalu. Arbeitt verður
eftir, at handilin er stongdur.
• Løn sambært sáttmála við fakfelag.
• Seinasta freist at søkja er mikudagin 18.
januar 2017
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu 4
Postsmoga 349
FO 110 Tórshavn
Tel 66 00 10
Att.: Bogi Vík, tel 228222
bv@fk.fo
SETHÚSAOGN TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin
matr. nr. 73, Marknoyrarvegur 53, 900 Vágur
við hesum lýst til sølu. Grundøkið er sambært
tingblaðnum 512m2 til víddar.
Myndir av ognini eru at síggja
á okkara heimasíðu.
Prísuppskot kr. 395.000,00.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85,
110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71,
sigrid@advokatvirkid.fo
www.advokatvirkid.fo
PROKLAMA
Við avgerð 25.10.2016 hevur Føroya Skiftirættur
tikið avgerð um at
Sp/f Viggo Kjeld undir tvingsilsavtøku
Áargeil 2
100 Tórshavn
skrás. nr. 1665
skal í likvidatión, og undirritaða er sett sum
likvidator.
Hevur nakar krav móti búnum, verður við kom
andi biðin um at senda krav inn til undirritaðu
saman við skjalprógvi og útgreining.
Fráboðanin skal vera móttikin innan 3 mánaðar,
smb. § 221 í vinnufelagslógini.
Tórshavn, 3. januar 2017
Birita Sandberg Samuelsen, adv.
birita@sokn.fo
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Via,
Aggusteinsvegur 5, 188
Hoyvík, skrás.nr. 4593, sks.nr.
3-103/2016, verður hildin
endaligur skiftifundur
mikudagin tann 25. januar
2017, kl. 09.15, á skrivstovuni
hjá skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, til
roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu (býtis-
peningi) á 61,59412 % til
vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á skriv-
stovuni hjá skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað eftir
staðfestan av rokn skapin-
um, kunnu ikki verða tikin
við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 3. januar 2017.
TROTABÚGV
Í trotabúnum P/F Faroe
Maritime Technic
(Hjánøvn: Faroe Maritime
Technic Ltd., FMT Ltd., fmt.
fo) Skálabeiti 8, 900 Vágur,
skrás.nr. 5221, sks.nr.
3-106/2016, verður
einhvør, ið hevur krøv
biðin um, skrivliga at
venda sær til bústjóra,
advokat Niels Winther
Poulsen, Advokat skriv-
stovan, Frútrøð 4, 100
Tórshavn, j.nr. 20160938,
innan 4 vikur eftir at hetta
er kunngjørt, og boða frá
hesum krøvum, uppgjørd
við møguligum rentum á
trotadegnum tann 6.
desember 2016.
Skjalprógvan fyri krøv un-
um og makaskjal av frá-
boðanini skulu sendast
við.
Tað verður innkallað til
skiftifund fríggjadagin
tann 24. februar 2017, kl.
10.00, í skiftirættunum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
at royna fráboðaði krøv
og møgulig onnur krøv.
Ein listi við krøvunum og
við tilmælum bústjórans
og fráboðanum liggja til
eftirskoðan í
skiftirættinum 2 vikur
innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 4. januar 2017.
Býli í Føroyum
Kamar tætt miðbýnum í Havn
til leigu!
Kamarið er ikki so stórt, men
saman við 3 monnum deilir tú
stóra stovu, grov/køk, vaskikj.,
wc og bað. 2500 kr. 1 mð.
depositum til friðarligan mann.
287580/517580
Dansur
Trettandakvøldstiltakið í
Skálavík 14 jan.kl.19
Bussar koyra-úr Skopun um
Sand kl.18 úr Dali um Húsavík
kl.18.30-heim.kl.03.00.
Tilmelding við at flyta kr. 150
á 9181-1267991 áðr.11.jan.
Dansifeløgini
Matur
Grindalykkir og spik
Grindalykkir og lakasaltað spik til
sølu. Verður koyrt til hurðina!
596516
Ymiskt
Garaga á Argjum til leigu!
Góðar 20 m2 stór 1500 kr/mð.
287580/517580
eblaðið
sos.fo
LÝSINGARTORGIÐ